100-3 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi  viðurskiftunum hjá tænastumonnunum á Sjóbjargingarmiðstøðini

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Eru sáttmálaviðurskiftini hjá tænastumonnunum á Sjóbjargingarstøðini komin upp á pláss?
  2. Um sáttmálaviðurskiftini ikki eru komin upp á pláss, kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví so er, og kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur fyri at fáa greitt hesi viðurskifti?
  3. Heldur landsstýrismaðurin, at manningin  á Sjóbjargingarstøðini fær løn og vaktargjald sambært arbeiðsumstøðum, treytum og avbjóðingum?
  4. Heldur landsstýrismaðurin, at tænastumenninir ikki eru viðfarnir øðrvísi enn aðrir bólkar í Tænastumannafelagnum?
  5. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví manningin á Sjóbjargingarstøðini fer í vikuskiftisfrí klokkan 12.00 leygardag, meðan aðrir bólkar fara í vikuskiftisfrí klokkan 17.00 fríggjadag?
  6. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, í hvønn mun løn og vaktargjald  til manningina á Sjóbjargingarstøðini eru í samsvari við tilráðingarnar frá Fiskimálaráðnum. Eru hesar ikki í samsvari við nevndu tilráðingar, kann landsstýrismaðurin so greiða tinginum frá, hví tilráðingarnar frá Fiskimálaráðnum ikki eru fylgdar?

 

Viðmerkingar

Havi biðið um og fingið innlit í málið viðvíkjandi sáttmála- og lønarviðurskiftunum hjá tænastumonnunum á Sjóbjargingarstøðini, og hevur hetta innlit elvt til, at hesin fyrispurningur verður settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

 

Fyrst er at siga, at tað kann tykjast bæði løgið og øvugt, at oman fyri nevndu tænastumenn fáa eina so óverduga viðferð, sum teir hava fingið frá fyrsta degi. Ikki minst tá hugsað verður um, hvussu táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, og táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen,  mest sum stóðu á høvdinum fyri táverandi samgonguni, tí tað var so avgerandi neyðugt at fáa keypt Telegrafstøðina til Sjóbjarginarstøð. Alt, sum kundi ganga, varð boðsent at sannføra samgongulimir um, hvussu alneyðugt tað var at fáa Sjóbjargingina á føroyskar hendur. Talan var um sera týdningarmiklan stovn við krevjandi og avbjóðandi uppgávum til røttu og vælskikkaðu fólkini. Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen fingu sín vilja. Telegrafstøðin varð keypt,  og vit fingu okkara egnu sjóbjargingarstøð. Og gott er, at so varð. Fiskimálaráðið sendi, sum vanligt er, Fíggjarmálaráðnum grundgivna tilráðing um, hvussu starvsfólkini á Sjóbjargingarstøðini áttu at verða lønt. Hetta við atliti at lønarflokki, vaktargjøldum o.ø. Men á Lønardeildini hjá Fíggjarmála­ráðnum tóku tey ikki hesa tilráðing til eftirtektar,  men ásettu sjálvi løn og vaktargjøld á munandi lægri støði, enn tilrátt varð. Lønardeildin megnaði síðan at finta eitt ikki serliga vakið Tænastu­manna­felag til at lata tænastumenninar á Sjóbjargingarstøðini vera við sviðusoð. Og núverandi samgonga letur standa til, sjálvt um starvsfólkið á Sjóbjargingarstøðini hevur gjørt vart við seg bæði her og har. Tey á Lønardeildini tykjast hava markleysan rætt at halda teimum á Sjóbjargingarstøðini frá sínum rættindum, hetta  við tilvísing til eitt mistak, sum Tænastumannafelagið framdi 2003.

 

Spæla bólkar út móti hvørjum øðrum

Mistakið snýr seg um, at Tænastumannafelagið,  í eini avtalu við Fíggjarmálaráðið, undirskrivað 25. november 2003, hevur góðtikið, at allar broytingar í lønarviðurskiftunum hjá tænastumonnunum á Sjóbjargingarstøðini skulu vera útreiðsneutralar. Síðan hava Tænastumannafelagið og Fíggjarmála­ráðið tulkað ásetingina “útreiðsluneutralt” ymist. Meðan tað er torført at fáa at vita, hvat teir í Tænastumannafelagnum veruliga hugsaðu um og meintu við útreiðsluneutralt, er hetta als ikki galdandi fyri Fíggjarmálaráðið. Teir siga sjálvsagt, at hetta merkir, at ein eftirregulering ella dagføring av lønarviðurskiftunum skal takast av teirri samlaðu lønarpuljuni, sum Fíggjarmálaráðið bjóðar Tænastumannafelagnum. Hetta merkir, at teir á Sjóbjargingarstøðini verða settir upp ímóti hinum bólkunum hjá Tænastumannafelagnum. Hetta merkir, at sjálvsøgd rættindi, sum ongantíð eru komin upp á pláss, verða sett upp móti afturvendandi ynskjum/krøvum um lønar- ella pensjóns­hækkan ella a.t. hjá øðrum bólkum innan Tænastumannafelagið. Hetta merkir, at upprunaáseting av lønarviðurskiftum verður tvinnað saman við dagføringar av somu viðurskiftum hjá øðrum bólkum.  Tað stendur tí púra greitt, at Fíggjarmálaráðið ger sær dælt av, at umboð fyri Tænastumannafelagið hava sovið eitt sindur í tímanum. Heldur enn at geva teimum á Sjóbjargingarstøðini sjálvsøgd rættindi, nýta tey eitt ótilætlað mistak til at sýta teimum hesi. Og hetta við vælsignilsi, ikki bara frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, men eisini ovastu politisku leiðslu landsins. Starvsfólkið á Sjóbjargingarstøðini hevur nevniliga ikki ligið á latu síðuni. Teir hava kunnað allastaðni, har tað ber til, men eingin hevur latið við seg koma.

 

Landsstýrismaðurin kann sjálvsagt siga, at tey á Lønardeildini skulu verja áhuga mál landskassans. Tað er gamaní, men tey skulu eisini taka hædd fyri, hvørji sjálvsøgd rættindi ein starvsbólkur eigur. Tá politiska leiðsla landsins óteljandi ferðir skar út í papp, hvussu krevjandi, týdningarmikil og lívsneyðug uppgávan hjá Sjóbjargingarstøðini var, so eiga somu myndugleikar eisini at vísa teimum, sum útinna slík størv, rímiliga virðing og sóma. Men hóast fleiri lyfti, bæði á skrift og munnliga, so er viðferðin, hesi fólk fáa, at tey hanga upp á eitt mistak, sum Tænastumannafelagið gjørdi fyri trimum árum síðan. Hetta mistakið ger, at teir verða spældir út móti øðrum bólkum undir sama fakfelag um sáttmálaviðurskifti, sum einki hava við hvørt annað at gera. Tá ein pulja soleiðis verður tveitt millum fleiri bólkar innan sama fakfelag at bítast og berjast um, so eru tað vanliga størstu og sterkastu bólkarnir, sum vinna og fáa sín bróðurpart. Meðan minni mentu bólkarnir eru við sviðusoð. Fyrst skulu løgmans- og aðalstjórar hava síni prosent í lønarhækking, áðrenn nakað so ”týdningarleyst” sum vaktargjald til vaktgangandi á Sjóbjargingarstøðini kemur upp á tal. Tá tey super vælløntu hava fingið síni prosent, ja, tá er einki eftir at býta. Hvat høvdu umboð fyri aðrar bólkar undir Tænastumannafelagnum sagt, um onkur sjálvsøgd, men ikki dagførd rættindi, brádliga skuldu gjaldast av samlaðu lønarpuljuni fyri afturvendandi sáttmálasamráðingar. Og hvør hevði avleiðingin tá verðið? Viðferðin, sum manningin á Sjóbjargingarstøðini fær frá lønardeildini er ikki løtt st skilja, serliga tá hugsað verður um, hvussu lítið nevnda manning í veruleikanum krevur.

 

Eingin veruligur sáttmáli

Sjálvt um fyrstu starvsfólkini á Sjóbjargingarstøðini vórðu sett í starv í november 2001, so eru teirra sáttmála- og lønarviðurskifti ikki komin upp á pláss enn. Í oktober 2002 fóru starvsfólkini at ótolnast og vendu sær til Løgmansskrivstovuna. Táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, vendi sær so til Fíggjarmálaráðið hesum viðvíkjandi. Fulltrúi á Lønardeildini skrivaði síðan í skundi ein ikki hálvlidnan  sáttmála. Og er tað framvegis sáttmálin, sum er galdandi viðvíkjandi viðurskiftunum hjá teimum á Sjóbjargingarstøðini. Sáttmálin varð skrivaður av einum fulltrúa og ikki saman við nøkrum frá felagnum ella støðini. Partur av hesum sáttmálanum, sum varð skrivaður í skundi 2002, er eitt protokollat, sum greitt sigur, at greiða má og skal fáast á viðurskiftunum hjá manningini á Sjóbjargingarstøðini.

 

Krevja sín rætt

Men starvsfólkini á Sjóbjargingarstøðini ætla ikki at gevast so. Tey krevja sín sjálvsagda rætt, sum er at sleppa at samráðast við Fíggjarmálaráðið um teirra sjálvsøgdu rættindi, sum ongantíð eru komin upp á pláss. Hesar samráðingar skulu als ikki vera partur av sáttmálasamráðing hjá Tænastumannafelagnum fyri allar limirnar. Manningin á sjóbjarginarstøðini krevur, at teirra viðurskifti verða viðgjørd undir samráðingum, har bara teirra viðurskifti eru á skrá. Teir krevja eisini, sum rætt og sjálvsagt er, at samráðingarúrslitið ikki skal tengjast upp í nakra pengapulju, sum er galdandi fyri allar starvsbólkar undir Tænastumannafelagnum. Manningin á Sjóbjargingarstøðini hevur sjálvandi einki ímóti, at Tænastumannafelagið er partur av samráðingunum.

 

Manningin á Sjóbjargingarstøðini er ikki eina løtu í iva um, at teir hava fullan rætt til at fáa slíkan samráðingarrætt. Í hesum sambandi vísa teir á tey lyfti, sum vórðu teimum givin frá byrjan. Tey vísa á protokollat frá 2002 og á semju 2003, sum greitt siga, at viðurskifti teirra skulu endurskoðast og fáast upp á pláss. Tey vísa á, at tey eru verri viðfarin og stillað enn aðrir bólkar innan fakfelagið. Tey eru verri stillað enn allir aðrir tænastumenn undir landinum, tá tað snýr seg um tilkallivakt.

Við tí, sum er skrivað omanfyri, loyvir undirritaði sær at seta landsstýrismanninum nakrar spurningar.

 

Á tingfundi 20. september 2006 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. november 2006 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

1. Lønarviðurskiftini hjá tænastumonnum á Sjóbjargingarstøðini (vanliga nevndir MRCC-menninir) verða avtalað millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins. Í semju frá 25. november í 2003 varð avtalað, at vaktarsamsýningar skuldu takast upp til viðgerðar, og avtalað varð, at møguligar broytingar skuldu vera útreiðsluneutralar.

Í semjuni við Tænastumannafelag Landsins tann 22. mars í 2006 stendur einki um MRCC-menninar. Hetta tí eingin semja var at finna um at gera útreiðsluneutralar broytingar. Svarið til fyrsta spurning er tí ja, viðurskiftini eru komin upp á pláss. Tey eru bara óbroytt. Tað eru MRCC-menninir ónøgdir við, men tað er ikki annarleiðis enn í øðrum feløgum. Tað eru bólkar, sum eru ónøgdir, men  felagið hevur samráðingarrættin fyri allar bólkar í felagnum.

 

2. Sum tað framgongur av spurningi 1, verður mett, at hesi viðurskifti eru avgreidd í semjuni við Tænastumannafelag Landsins tann 22. mars 2006.

 

3. Av tí at eg ikki siti fyri málsøkinum, havi eg ikki neyvan kunnleika til arbeiðsumstøðurnar hjá nevndu monnum. Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, ið varðar av MRCC-støðini. Mín uppgáva er at taka mær av samráðingum um lønar- og setanarviðurskifti, og tey verða avtalað í samráðingum millum partarnar. Í hesum føri millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins. Eru tað persónar, ið ikki halda seg fáa nøktandi løn, eiga teir at reisa spurningin mótvegis sínum fakfelag, sum síðan tekur hann upp í komandi lønarsamráðingum.

 

4. Tað eru treytirnar í øllum samráðingum, at summir bólkar kunnu halda seg vera verri viðfarnar enn aðrir, og er hetta ikki nakað serstakt fyri MRCC-menninar. Slíkir bólkar royna at gera sína ávirkan galdandi í felagnum, so ynski um broytingar kanska koma við til næstu samráðingar.

 

5.  Nær eykagjald verður goldið fyri vikuskiftisarbeiði er ein avtaluspurningur, og eru avtalurnar ymiskar. Í nøkrum avtalum verður eykagjald goldið aftaná klokkan 17.00 fríggjadag og í øðrum avtalum aftaná klokkan 12.00 leygardag. Í tænastumannasáttmálanum er avtalað, at tænastumenn í ávísum førum kunnu fáa eykagjald fyri arbeiði í vikuskiftinum, og at hetta gjald verður goldið fyri arbeiði aftaná klokkan 12.00 leygardag.

 

6. Tað er rættiliga vanligt, at hini aðalráðini í sínum tilráðingum um lønarviðurskifti liggja í hægra lagi. Av tí sama er tað ikki óvanligt, at Fíggjarmálaráðið ikki fylgir tilráðingum frá hinum aðalráðunum. Fíggjarmálaráðið hevur altíð í huga, hvussu lønarásetingar fyri eitt øki ella ein bólk kunnu fáa ávirkan á onnur øki, og tá flokkingar skulu góðkennast, verður tí samanborið við aðrar líknandi bólkar. Flestallir bólkar í almennari tænastu hava eisini stóran áhuga í, hvat ið aðrir bólkar fáa.

 

Málið avgreitt