Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

13. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin, 29. september, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Óli Breckmann, Heðin Zachariasen og Poul Michelsen, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2006: Uppskot til samtyktar um eina null-loysn ætlan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum
Málið beint í rættarnevndina.
 

2.    1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða tingskipanina
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
 

3.    Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 1-1/2006: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2007, at tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal, Karsten Hansen, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt fram tingmál nr. 17/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 7/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 4. oktober 2006, kl. 13.00, við hesi dagsskrá:

 

1.    1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2006: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2007
Málið verður beint í
fíggjarnevndina

2.    1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2006
Málið verður beint í
fíggjarnevndina

3.    1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

4.    1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Broytt skattaprocent fyri útlendingar í FAS)
Málið verður beint í  
fíggjarnevndina

5.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 12.55 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivar
i