7  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
 

Ár 2006, 11. august, løgdu tingmenninir Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

 

  

§ 1

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður § 29, stk. 10 orðað soleiðis:

"Stk. 10. Fiskifør, ið hava fingið tillutað fiskidagar við heimild í hesi grein, skulu avreiða alla livur og øll rogn í sambandi við hesa veiðu. Í fiskiárinum 1. september 2006 til 31. august 2007 er avreiðingarskyldan avmarkað til 25%. Í fiskiárinum 1. september 2007 til 31. august 2008 er avreiðingarskyldan avmarkað til 50%. Í fiskiárinum 1. september 2008 til 31. august 2009 er avreiðingarskyldan avmarkað til 75%. Avmarkaða avreiðingarskyldan er galdandi samanlagt fyri alt viðkomandi fiskiárið."

 

§ 2

 Hendan løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2006.


 

Viðmerkingar:

Fyri einum ári síðani varð avgjørt, at útlutast skulu eyka fiskidagar til teirra, sum taka livrina til lands.

 

Minnilutin í vinnunevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) mæltu tá til at broyta uppskotið soleiðis, at tað við eini skiftistíð skal verða álagt øllum, sum fáa tillutað fiskidagar, at avreiða alla livur og øll rogn.

 

Minnilutin hevði tá hesar viðmerkingarnar til broytingaruppskotið:

 

"Tað kennist eitt sindur løgið, at veiðiflotin skal premierast við øktum veiðitrýsti fyri at taka til lands tilfeingið, sum teir hava fingið frammíhjárættindi til ígjøgnum fiski- & veiðiloyvini, teir hava um hendi. Lógin um vinnuligan fiskiskap leggur upp til, at alt sum veitt verður, kemur til sættis og verður gagnnýtt, tí mátti tað verið skilabetri at lóggivið fyri hesum við eini skiftistíð soleiðis, at flotin fær høvi til at fáa sær útgerð, ið eru neyðug fyri, at hetta kann gerast i praksis. Minnilutin skjýtur tí upp, at lóggivið verður soleiðis, at skip og bátar í fiskiárinum 2005/2006, skula taka 25% av livrini og rognunum til lands, og at skipað verður soleiðis fyri frameftir, at talið veksur við øðrum 25%´um hvørt av komandi árum soleiðis, at øll livurin og øll rognini koma til høldar um 4 ár. Víst verður í hesum sambandi á, at tað í § 40, stk. 1, nr. 4 er ásett revsing við bót fyri tann, ið ikki fylgir treytum, knýttum at loyvum, latin eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.  Eisini ræður um, sum skjótast, at skipa so fyri, at alt tað, sum veitt verður, kemur til lands og verður gagnnýtt. Bara haðani kann ein komandi virðisøking koma í okkara høvuðsvinnu. Hetta eru útlitini í grannalandinum fyri vestan, Íslandi, øðrvísi verður tað ikki her. Vantandi motivasjónin og munurin ímillum hugburðin á hesum øki landanna millum kemur kanska av tí sannroynd, at vit hava lættari atgongd til deyða olmussukapitalin, ið javnt og samt seyrar úr danska ríkiskassanum."

 

Við hesum verður broytingaruppskotið hjá minnilutanum í løgtingsmáli nr. 2/2005 enn einaferð lagt fyri Løgtingið til støðutakan, hesaferð tó sum upprunauppskot til broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

1. viðgerð 16. august 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. september 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 11. august 2006, og eftir 1. viðgerð tann 16. august 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. august, 19., 21., 28. og 29. september 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Kovan, Tavuna, Nordfra og við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Við skrivi frá nevndini, dagfest 18. august 2006, varð málið sent til ummælis hjá Faroe Marine Biotech, Kovanum, Føroya Reiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og hjá Fiskirannsóknarstovuni. Nevndin hevur fingið sendandi ummæli frá Faroe Marine Biotech, dagfest tann 25. august 2006, frá Fiskirannsóknarstovuni, dagfest tann 25. august 2006, frá Kovanum, dagfest tann 29. august 2006 og frá Føroya Fiskimannafelag, dagfest tann 18. september 2006.

 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) vísir á, at tá talan er um at fáa rogn upp á land, so hevur nevndin fingið upplýst, at í ár eru komin á leið 280 tons upp á land. Teir, sum hava keypt rogn seinastu árini meta, at útvið helvtin av rognunum, er komin á land, hetta um man roknar lutfalsliga í mun til fiskin, ið kemur á land. Mett verður, at samlaða mongdin av rognum er eitt stað millum 600 og 800 tons. Eisini verður mett, at rognamongdin er á leið 3% av fiskinum í rognatíðini. Hetta veldst tó um ymisk ting, m.a. støddina á fiskinum. Harumframt verður mongdin av rognum, sum kunnugt, nógv ávirkað av, at teir, sum royna eftir upsa, nýta kryvjingarmaskinu. Eisini ávirka avreiðingar uttanlands nøgdina, sjálvt um hesar eru minkaðar seinasta árið. Meirilutin heldur, at tær upplýsingar, ið vinnunevndin hevur útvegað, benda á, at tørvur ikki er á at lóggeva rogn upp á land.

 

Tá talan er um at taka livur, siga tey, sum nevndin hevur fingið upplýsingar frá, at tað er ymiskt millum skipabólkar, hvør tekur livur, men tað er eisini sera ymiskt innan fyri bólkarnar. Einstøk skip gera nógv við at taka livur og onnur minni. Eitt, sum tykist at hava ávirkan, er býtislutfallið millum manning og skip av vinninginum av at taka livur. Hetta ger, at tað er rættiliga avgerandi, hvørjar avtalur verða gjørdar millum manningar- og reiðarafeløg, sum skulu gera tað meira hugaligt at taka livur.

 

Avgerðin í fjør um, at tillutast kunnu eyka fiskidagar til teir, sum leggja seg eftir at taka livur, hevur verið í gildi í eitt ár, men hevur enn ikki havt stóra ávirkan á mongdina av livur, sum kemur upp á land. Tó hevur skipabólkur 4T - Trolbátar, gjørt brúk av hesum møguleika. Meirilutin er av tí áskoðan, at tað eigur at verða hildið fram við hesi skipanini.

 

Í Føroyum eru tað fleiri, sum í løtuni arbeiða við at finna eina tekniska loysn á teimum trupulleikum, sum standast av, at skip brúka krivjimaskinu. Meirilutin er av tí áskoðan, at tað verður lagt nógv arbeiði í at finna eina tekniska loysn á hesum og eigur man tí at geva tol til úrslitini av hesum royndunum eru tøk.

 

Hóast meirilutin ásannar at størri línuflotin kundi tikið livur móti endanum av túrinum, heldur  meirilutin tó ikki, at tíðin enn er komin til, at man skal lóggeva hvørki livur ella rogn upp á land.

 

Harumframt vísir meirilutin á, at tað eftirhondini eru rættiliga nógv ár síðani, at roynt varð eftir hávi burturav. Sum flestu kunnugt, so hevur hávur meira livur enn annar fiskur, og tá man er vitandi um, at áhugi er at sleppa at royna eftir hávi burturav, við at lata fiskidagar á innaru leiðini til Fiskimálaráðiði afturfyri. Her er talan um rættiliga stórt skip, sum tó hevur loyvi at royna heilt inn til land við egningarmaskinu. Um vilji var til staðar, so átti Fiskimálaráðið at funnið útvegir fyri, at tey áhugaðu sluppu at royna eftir hávi, um ikki annað sum eitt royndarloyvi í eini fimm til sjey ár. Skal royndin eftir hávi eydnast, er helst neyðugt, at skipið er rímiliga stórt, fyri eisini at kunna royna uttarlaga á vetrartíð. Í svarskrivinum frá Faroe Marine Biotech verður upplýst, at um eitt skip fiskar á leið 1500 tons av hávi um árið, hevði hetta kunna avreitt 4-500 tons av livur til eitt avrokningarvirði upp á umleið 4 mió. kr.

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

Ein minniluti í nevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Eftir drúgva og gjølliga viðgerð í vinnunevndini er minnilutin sannførdur um, at einasta rætta leiðin í hesum máli er, at politiski myndugleikin við lógarkravi ásetir reglur um, at alt tilfeingið, í hesum føri livur og rogn av Føroyagrunnunum, verður tikið við til lands. Einans við einum sterkum politiskum signali kann ferð setast á menningina av tøknini, at fáa livur og rogn til lands, og at skunda undir eina tiltrongda hugburðsbroyting, sum í dag tykist vera meginforðingin fyri, at føroyingar fáa fulla gagnnýstlu av livandi tilfeinginum.

 

Undir viðgerðini eru upplýsingar komnar fram, sum vísa á  týdningin, menningarmøguleikarnar og fíggjarliga vinningin, sum liggur í at fáa alla rávøruna til lands, til víðari viðgerð. Virðisøkingin og harvið búskaparligi týdningurin bæði fyri samfelag og flota, sum livur- og rognatilfeingið av landgrunninum kann geva føroyska samfelagnum, kann gerast gott íkast, og tí mælir minnilutin staðiliga til, at tingfólk taka undir við uppskoti Tjóðveldisfloksins.

 

Ásannandi, at hugburðurin, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sýnir málinum, á ongan hátt fremur nakra menning viðvíkjandi hesum partinum av veiðuni, loyvir minnilutin sær at ivast stórliga í, um hesin í veruleikanum røkir vinnuligu áhugamál landsins á besta hátt, soleiðis sum lógin um vinnuligan fiskiskap greitt ásetir og fyriskipar, og minnilutin vísir í hesum sambandi til útsagnir frá vinnuni um, at uppskot landsstýrismansins um at eggja skipum við eyka fiskidøgum til teirra, sum føra livur til lands, als onga ávirkan hevur havt á gongdina seinasta árið, og tí má staðfestast, at hendan “gularótin” hevur spælt fullkomiliga fallitt.

 

Minnilutin heldur, at Fiskimálaráðið eigur at nýta tann pening, ið longu er tøkur á fíggjarlógini, til menning av tøkni, ið kann betra um grundarlagið at fáa livur og rogn til lands.

 

Eisini er komið fram undir nevndarviðgerðini, at um onki munagott verður gjørt nú, er vandi fyri, at virksemið hjá virki, sum framleiðir vørur burtur úr rognum, verður flutt av landinum til øki, har meira rávøra kemur uppá land. Hetta heldur minnilutin vera eina sera óhepna gongd og vil tí staðiliga mæla Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 17. oktober 2006. §§ 1 og 2 fullu 13-1-18.  Málið avgreitt.