14  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lóg um almenna forsorg

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Nevndarskjųl
E. Įlit
F. 2. višgerš (Einki oršaskifti)
G. 3. višgerš (Einki oršaskifti)

Įr 2006, 28. september, legši Hans Pauli Strųm, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lóg um almenna forsorg

 

§ 1

 

Ķ lov for Fęrųerne om offentlig forsorg, sbr. lovbekendtgųrelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 151 frį 20. desember 2005, verša gjųrdar hesar broytingar:

 

1)      Ķ § 32 b veršur aftanį stk. 1 sum nżtt stk. sett:

 ”Stk. 2. Stušulin kann tó halda įfram, eftir at brśkarin er voršin 67 įr, um viškomandi framvegis fęr gagn av stušlinum ķ samsvari viš endamįliš viš skipanini sambęrt stk. 1.” 

Stk. 2 og 3 verša hereftir stk. 3 og 4. 

 

2)      Ķ § 32 b, stk. 1 og 3 veršur ”Stušulsfólkaskipan” broytt til ”Stušulstęnasta”, og ķ stk. 2 veršur ”Stušulsfólkaskipanin” broytt til ”Stušulstęnastan”.

 

§ 2

 

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi 1. januar 2007.

 

§ 3

 

Persónar, iš eru farnir śr Stušulsfólkaskipanini fyri aldur, men sum hava veriš ķ skipanini eftir 1. januar 2003, eru somuleišis fevndir av reglunum ķ § 1.

 

Kap 1. Almennar višmerkingar 

Eftir at Stušulsfólkaskipanin sambęrt § 32 b nś hevur virkaš ķ skjótt 4 įr, er avgerš tikin um at broyta navniš til Stušulstęnastan. Nišanfyri veršur vķst til hetta nżggja navn.

 

Orsųkin til lógarbroytingina er, at dųmir eru um persónar, iš hava mist sķn stušul frį Stušulstęnastuni fyri aldur, hóast hesi framvegis kunnu metast at fįa gagn av stušlinum.

 

Endamįliš viš lógarbroytingini er, at brśkari av Stušulstęnastuni, hóast viškomandi er voršin 67 įr, framvegis skal hava mųguleika at fįa jįttaš persónligan stušul, um so er, at viškomandi framvegis kann metast at hava gagn av at vera ķ skipanini.

 

Rįšiš fyri brekaš og brśkarar av Stušulstęnastuni hava fųrt fram, at persónligi stušulin kann samanberast viš eitt hjįlpartól, iš ger taš mųguligt hjį brśkaranum at liva eitt virkiš lķv. Brśkarin varšveitir sķtt hjįlpartól, sjįlvt um brśkarin gerst 67 įr, og taš sama eigur at vera galdandi višvķkjandi tķ persónliga stušlinum. Hesum sjónarmiši tekur landsstżrismašurin fult undir viš. Taš mį eisini metast at verša meiri ręttvķst, at brśkarin orsakaš av hesi lógarbroyting frameftir ikki missir stušulin, tķ brśkarin fer upp um ein įvķsan aldur, men at markiš ķ stašin veršur sett, tį iš brśkarin orsakaš av ellisbreki ikki longur er fųrur fyri at liva eitt virkiš lķv. Ein slķk avgerš eigur at verša tikin viš stųši ķ eini fakligari meting og ikki einum aldursmarki.

 

Lógarbroytingin kann eisini ķ įvķsum fųrum geva fólki mųguleika at liva longri ķ egnum heimaumhvųrvi, og soleišis ikki noyšast at flyta į stovn. Į henda hįtt fįa fólk mųguleika sjįlvi at velja.

 

Višmerkjast skal tó, at taš er umrįšandi, at endamįliš viš Stušulstęnastuni veršur varšveitt. Endamįliš viš persónliga stušlinum er sambęrt § 32 b, stk. 1 at geva fólki viš serligum tųrvi, sum eru rųrslutarnaš ella hava avmarkašan sįlarligan fųrleika, mųguleika at liva eitt sjįlvstųšugt og virkiš lķv. Taš er tķskil umrįšandi, at skilt veršur millum Stušulstęnastuna og skipanina viš heimarųkt. Persónligur stušul til brśkara, iš er eldri enn 66 įr, er tķskil treytašur av, at viškomandi varš ķ skipanini, įšrenn viškomandi fylti 67 įr, umframt at viškomandi framvegis kann metast at hava gagn av skipanini. Avgerandi er, at talan er um stušulsuppgįvur og ikki rųktaruppgįvur. Stušulstęnastan metir ķ hvųrjum einstųkum fųri, um einstaki brśkarin framvegis kann metast at hava gagn av skipanini. Stušulstęnastan kann tó eisini veita stušulsuppgįvur ķ samstarvi viš Heimarųktina, um tųrvur er į tķ.

 

Ummęli

Uppskotiš hevur veriš til ummęlis hjį:

 

Almanna- og heilsumįlarįšiš hevur fingiš hoyringssvar frį Meginskrivstovuni fyri Heimarųktini og Serforsorgini, Almannastovuni og MBF, iš ųll taka undir viš ętlašu broytingini. Ongar višmerkingar eru til uppskotiš. 

 

Kap 2. Avleišingar av uppskotinum

 

Fķggjarligar avleišingar

Lógaruppskotiš hevur viš sęr, at Stušulstęnastan fer at veita sķna tęnastu til fleiri brśkarar enn įšur, viš taš at tęnastan eisini fevnir um brśkarar yvir 66 įr ķ teimum fųrum, mett veršur, at brśkarin framvegis fęr gagn av stušlinum til at liva eitt sjįlvstųšugt og virkiš lķv. At tęnastan veršur vķškaš, hevur viš sęr ųktar śtreišslur fyri Stušulstęnastuna. Torfųrt kann vera frammanundan at meta um, hvussu leingi ein brśkari fęr gagn av stušlinum. Heilsuvišurskiftini hjį teimum einstųku brśkarunum eru ymisk, og avgeršin um, at ein brśkari yvir 66 įr framvegis skal hava stušul, krevur tķskil, at mett veršur um hetta ķ hvųrjum einstųkum fųri.

 

Ein śtrokning av fķggjarligu avleišingunum av uppskotinum kann tķskil ikki gerast viš stųši ķ nįgreiniligum tųlum. Fyri at gera eina meting veršur stųši tikiš ķ teimum brśkarum ķ skipanini, sum eru 60 įr og yvir. Śt frį tķ tķmatali, hesir brśkarar fįa, umframt at stųši veršur tikiš ķ einum mišalaldri uppį 70 įr, so hevur henda lógarbroyting viš sęr ųktar fķggjarligar śtreišslur, iš svara til įleiš eitt įrsverk. Eitt įrsverk veršur mett at kosta įleiš 400.000 kr. um įriš. Višmerkjast skal tó, at śtrokningin fyri 2012 vķsir, at tį er tųrvur į nęrri tveimum enn einum įrsverki.

 

Umsitingarligar avleišingar

Broytingin viš, at brśkarar eldri enn 66 įr framvegis kunnu fįa stušul frį skipanini, er treytaš av, at mett veršur, at brśkarin framvegis fęr gagn av skipanini. Taš verša sostatt sett krųv til skipanina um ķ hvųrjum einstųkum fųri at gera eina meting, og taš hevur viš sęr eina įvķsa meirumsiting fyri Stušulsskipanina.

 

Avleišingar fyri vinnuna

Uppskotiš fęr ikki avleišingar fyri vinnuna.

 

Umhvųrvisligar avleišingar

Uppskotiš hevur ikki umhvųrvisligar avleišingar.

 

Avleišingar fyri plįss/ųki ķ landinum

Uppskotiš fęr ikki avleišingar fyri serstųk ųki ķ landinum.

 

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Uppskotiš fęr ikki avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur.

 

Sosialar avleišingar

Uppskotiš hevur positivar, sosialar avleišingar fyri brśkarar av Stušulstęnastuni. Umframt fyrimunin fyri teir brśkarar, sum hava ella ķ nęstum vęntandi hųvdu mist stušulin fyri aldur, so hevur lógaruppskotiš eisini viš sęr stųrri tryggleika fyri brśkarar ķ skipanini, iš ikki nżtast at stśra fyri, at stušulin dettur burtur vegna aldur, men at stušulin ķ stašin dettur burtur, tį iš brśkarin ikki longur er fųrur fyri at liva eitt virkiš lķv.

 

Yvirlit yvir avleišingar

 

 

Fyri landiš/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
plįss/ųki ķ
landinum

Fyri
įvķsar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleišingar

Ja

Nei

Nei

Nei

 

Nei

Umhvųrvisligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap 3. Serligar višmerkingar

 

Til § 1, nr. 1

Viš nżggju įsetingini ķ § 32 b, stk. 2 fęr Stušulstęnastan heimild til at veita stušul til brśkarar eldri enn 66 įr, um mett veršur, at brśkarin framvegis fęr gagn av stušlinum samsvarandi endamįlinum viš skipanini, iš er at geva fólki viš serligum tųrvi mųguleika at liva eitt sjįlvstųšugt og virkiš lķv.

 

Viš taš at nżtt stk. 2 er oršaš, verša verandi stk. 2 og 3 til įvikavist stk. 3 og 4.

 

Til § 1, nr. 2

Ķ § 32 b veršur heitiš Stušulsfólkaskipan nżtt. Skipanin broytir navn til “Stušulstęnastan”, og veršur heitiš Stušulsfólkaskipan tķ broytt til Stušulstęnasta ķ § 32 b.

 

Til § 2

Gildiskomuregla.

 

Til § 3

Orsakaš av at nakrir brśkarar, iš hava fingiš stušul frį Stušulsfólkaskipanini, hava mist henda stušul vegna aldur, veršur lógarbroytingin eisini at galda fyri hesar brśkarar. Hetta er tó ikki galdandi longur aftur enn 1. januar 2003, tį iš Stušulsfólkaskipanin varš sett į stovn. Viš hesum uppskoti broytir Stušulsfólkaskipanin navn til Stušulstęnastan, sbr. viš broyting til § 1, nr. 2.

 

Hjįlųgd skjųl: 

Skjal 1: Hoyringssvar frį Meginskrivstovuni fyri Heimarųktina og Serforsorgina

Skjal 2: Hoyringssvar frį Almannastovuni

Skjal 3: Hoyringssvar frį MBF

1. višgerš 17. oktober 2006. Mįliš beint ķ trivnašarnevndina, sum tann 8. november 2006 legši fram soljóšandi

Įlit

 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 28. september 2006, og eftir 1. višgerš 17. oktober 2006 er taš beint trivnašarnevndini.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi tann 8. november 2006.

 

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš MBF og landsstżrismannin ķ almanna- og heilsumįlum saman viš umboši fyri Nęrverkiš.

 

Landsstżrismašurin gjųrdi undir nevndarvišgeršini vart viš, at Heimarųktin broytir navn til Heimatęnastan, umframt at Heimarųktin og Serforsorgin broyta navn til Nęrverkiš. Męlt veršur tķ til, at hesar broytingar verša tiknar viš ķ sambandi viš uppskotiš. 

 

Tķ setir nevndin fram soljóšandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 1, nr. 2 veršur oršaš soleišis:

“2) Ķ § 32 b, stk. 1 veršur “Stušulsfólkaskipan” broytt til: Stušulstęnasta”, ķ stk. 2 veršur “Stušulsfólkaskipanin fyri vaksin” broytt til: “Stušulstęnastan” og “Heimarųktini og Serforsorgini” broytt til: ”Nęrverkinum” og ķ stk. 3, nr. 2 veršur ”Heimarųkt” broytt til: ”Heimatęnastu” og “Stušulsfólkaskipan fyri vaksin” broytt til ”Stušulstęnastu””

 

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš viš nevndu broytingum.

2. višgerš 14. november 2006. Broytingaruppskot frį samdari trivnašarnevnd til § 1 samtykt 30-1-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 30-1-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 17. november 2006. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 22-0-0. Mįliš avgreitt.

Ll.nr. 101 frį 23.11.2006