1-1 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2007
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
(4. okt. 2006) (5.
oktober 2006) (6.
oktober 2006)
D. Nevndarskjøl
E. Nevndarskjøl í sernevndarummælum, sbr. § 24, stk. 3 í tingskipanini
F. Álit
G. Broytingaruppskot 1 og
Broytingaruppskot 2
H. 2. viðgerð
I. Orðaskifti við 2. viðgerð
J. Broytingaruppskot til 3. viðgerð
K. 3. viðgerð
L. Orðaskifti við 3. viðgerð
Ár 2006, 29. september, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2007 við frágreiðing
1. viðgerð 4. til 6. oktober 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 19. desember 2006 legði fram soljóðandi Álit
Á tingfundi 21. desember 2006 legði Gerhard Lognberg, tingmaður fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til
2. viðgerð
§ 6. Vinnumál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan - - -
Løgu ætlan 9.000 9.000 -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.1. Vegir og havnir
38.1.07. Nýggir landsvegir (Løguj.) U: 123.800 -
BU: 9.000 -
Viðmerkingar:
06.38.1.07. Nýggir landsvegir Løguj + 9.000 mió
Tunnil til Dals hevur verið eitt mál, sum hevur verið
frammi nú í nógv ár, og er tað eydnast í hesi samgongu at fáa gjørt allar
kanningar. Tá nú onnur viðgerð av fíggjarlógini vísir, at eingin peningur er
avsettur til hetta arbeiðið, hóast vinnunevndin tók hetta við, so fari eg at
biðja Løgtingið um at seta 9 mió. kr. av til tunnilin til Dals.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 2. viðgerð
§ 6. Vinnumál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan - - -
Løguætlan 10.000 10.000 -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.1. Vegir og havnir
38.1.07. Nýggir landsvegir (Løguj.) U: 123.800 100
BU: 10.000 -
Viðmerkingar:
Gamlir tunlar
Skotið verður upp at játta 0,5 mió. kr. til at byrja neyðugt viðlíkahaldsarbeiði og útbygging av tunlinum til Hvalbiar. Somuleiðis verður skotið upp at játta 0,5 mió. kr. til at byrja viðlíkahald og útbygging av tunlunum millum Klaksvík og Árnafjørð og til Hvannasunds.
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 9.163 9.163 -
Løguætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarj.) U: 237.651 -
BU: 10.000 -
7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi
24.2.06. Leiklist (Rakstrarj.) U: 4.437 -
BU: -837 -
24.2.13. Heiðursgávur til mentafólk U: 500 -
BU: -500 -
24.2.26. Heiðursgávur til verkafólk U: - -
BU: 500 -
Viðmerkingar:
Fólkaskúlin
Veikir næmingar í fólkaskúlanum detta niður ímillum næmingar við serligum tørvi og næmingar, sum standa seg vanliga væl. Veikir næmingar eru teir, sum í onkrum lærugreinum við nøkrum fáum stuðulstímum (afturat) kundu verið lyftir upp á javnan fót við aðrar næmingar, men sum við tíðini - um teir ikki fáa ta lítlu eyka hjálp, sum tørvur er á - missa meir og meir takið, til teir koma í ta støðu, at teir heilt geva skarvin yvir. Til skúlaárið 2006/07 søktu fólkaskúlar úr øllum landinum um munandi fleiri stuðulstímar, enn teimum vórðu tillutaðir, og tí fer vantandi játtanin aftur hesuferð at ganga út yvir veikar næmingar, sum ikki koma undir bólkin næmingar við serligum tørvi. Ætlanin er, at landsstýrismaðurin setir 5 mió. kr.til hetta endamálið.
Næmingar við serligum tørvi eru í somu støðu, sum veikir næmingar játtan viðvíkjandi. Eisini hetta økið hevur tørv á størri játtan. Tað kemur m.a. fram í einum áliti, sum ein arbeiðsbólkur av serkønum innan hetta økið í hesum døgum hevur handað løgmanni. Skotið verður upp, at Løgtingið játtar landsstýrismanninum 5 mió. kr. til hetta økið.
Skapandi og útinnandi virksemi
Nú heiðursgávur til mentafólk hava verið partur av landsins fíggjarlóg í mong ár, verður mett, at tíðin er komin til at veita øðrum stættum í samfelagnum heiðursgávur. Tí verður skotið upp, at hendan heiðursgávan í nøkur ár frameftir fer til verkafólk, arbeiðarar ella fiskimenn, sum onkursvegna hava heiður uppibornan fyri serliga dygg og trúføst avrik í sínum arbeiðslívi. Sama upphædd.
Tjóðpallur Føroya
Skotið verður upp, at Tjóðpallur Føroya fær somu upphædd sum undanfarna ár. Hóast Tjóðpallur Føroya hevur framt stór leikavrik, síðani hann varð settur á stovn, meta uppskotsstillararnir, at ein størri partur av fíggingini til hetta virksemið eigur at vera lutvíst brúkarafíggjaður og lutvíst fíggjaður við stuðli úr øðrum kassum enn tí almenna.
§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 2.000 2.000 -
Løguætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
8.21.1. Fyrisiting
21.1.22. Stuðul til feløg U: 2.503 -
BU: 2.000 -
Viðmerkingar:
Herbergið
Øll kenna týdningin av arbeiðnum, sum Herberg Frelsunarhersins og Blái Krossur gera fyri heimleys. Landsins stuðul til hetta arbeiðið eigur at halda fram og mennast, so málið um bústað til heimleys kann verða latið Herberginum og Bláa krossi burturav. Ein slík loysn hevði sloppið myndugleikunum undan afturvendandi spurninginum um, hvørt økið er ein lands- ella kommunal uppgáva.
Skotið verður upp í hesi atløgu at játta Herberginum 1 mió. kr. og Bláa Krossi 0,5 mió. kr.
Kris
Siðamisbrot móti børnum er ein støðugur trupulleiki og tykist vera vaksandi. Feløg eru, sum hava átikið sær týdningarmikla leiklutin at ráðgeva og hjálpa innan hetta sera viðkvæma økið. Tó er árliga játtanin bert ein viðfáningur, og eigur landsmyndugleikin at leggja størri fíggjarliga orku í, so hesir felagsskapir fáa økt um lívsneyðuga virksemið. Skotið verður upp at hækka játtanina við 100.000 kr.
Pro Vita
Skotið verður upp at hækka játtanina við kr. 100.000, so hesin felagsskapur fær økt um ráðgevandi virksemið. Hóast føgur orð, hevur almenni myndugleikin ikki enn megnað at veitt eitt ráðgevingartilboð til teirra, sum onkursvegna beinleiðis ella óbeinleiðis varða av fosturtøkum og teimum trupulleikum, sum harav standast, og tí er neyðugt framhaldandi at stuðla slíkum felagsskapum.
2. viðgerð 21. desember 2006. Undir 2. viðgerð var atkvøtt um frávik frá tíðarfreistini millum 2. og 3. viðgerð, samtykt 26-0-0. Undir viðgerðini boðaði Gerhard Lognberg frá, at hann tók broytingaruppskot sítt aftur.
Atkvøðugreiðslur:
Broytingaruppskot til § 2.11.1.02. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 2.11.1.21. samtykt 21-0-11
Broytingaruppskot til § 2.13.1.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 2.13.2.04. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 3.22.4.01. samtykt 23-0-9
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 5.31.1.01. fall 11-0-21
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 5.31.1.02. fall 11-0-21
Broytingaruppskot til § 5.34.2.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 6. 11.1.06. samtykt 23-0-9
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 6.11.1.22. fall 10-1-21
Broytingaruppskot frá meiriilutanum til § 6.11.1.22. samtykt 30-0-2
Broytingaruppskot til § 6.11.1.47. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 6.11.1.48. fall 12-0-20
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 6.11.1.48. samtykt 29-1-2
Broytingaruppskot til § 6.32.1.03. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 6.33.1.04. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 6.33.2.10. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 6.33.2.11. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 6.36.1.07. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 6.37.1.03. fall 11-0-21
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 6.37.1.03. samtykt 23-9-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 6.37.2.02. fall 11-0-21
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 6.37.2.02. samtykt 23-1-8
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 6.38.1.02. samtykt 24-2-6
Broytingaruppskot frá Bill Justinussen og Jenis av Rana til § 6.38.1.07. fall 11-1-20
Broytingaruppskot frá minnilutanum til§ 6.38.1.07. fall 12-0-20
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 6.38.1.18. fall 11-0-21
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 6.38.1.21. fall 12-0-20
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 6.38.2.22. fall 11-1-20
Broytingaruppskot til § 6.38.4.01. samtykt 30-0-2
Broytingaruppskot til § 6.39.1.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 6.39.1.02. fall 11-0-21
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 6.39.1.02. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 7.23.1.11. samtykt 21-0-11
Broytingaruppskot frá Bill Justinussen og Jenis av Rana § 7.23.2.01. fall 12-0-20
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.23.2.01. fall 13-0-19
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.23.2.09. fall 13-1-18
Broytingaruppskot til § 7.23.2.12. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 7.23.3.06. samtykt 23-9-0
Broytingaruppskot til § 7.23.3.08. samtykt 24-8-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.23.3.09. fall 9-0-23
Broytingaruppskot til § 7.23.3.12. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 7.23.5.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 7.23.5.04. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 7.23.6.03. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 7.23.6.06. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.23.6.16. fall 13-0-19
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.24.1.10. fall 13-0-19
Broytingaruppskot til § 7.24.1.25. samtykt 30-0-2
Broytingaruppskot til § 7.24.2.01. samtykt 30-0-2
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.24.2.04. fall 11-0-21
Broytingaruppskot frá Bill Justinussen og Jenis av Rana til § 7.24.2.06. fall 2-0-30
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.24.2.06. fall 10-0-22
Broytingaruppskot til § 7.24.2.10. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá Bill Justinussen og Jenis av Rana til § 7.24.2.13. fall 2-0-32
Broytingaruppskot frá Bill Justinussen og Jenis av Rana til § 7.24.2.26. fall 13-0-19
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.24.3.01. fall 11-0-21
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.24.3.02. fall 11-0-21
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.24.3.10. fall 11-2-19
Broytingaruppskot til§ 7.24.6.08. samtykt 29-0-3
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 7.24.6.12. fall 13-0-19
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 8.11.1.08. samtykt 23-0-9
Broytingaruppskot til § 8.20.1.10. samtykt 31-0-1
Broytingaruppskottil § 8.20.2.04. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 8.20.2.09. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til 8.0.3.04. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 8.21.1.04. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá Bill Justinussen og Jenis av Rans til § 8.21.1.22. fall 6-4-22
Broytingaruppskot til § 8 21.1.22 samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 8.21.1.23. samtykt 31-0-1
Broytingaruppskot til § 8.21.3.01. samtykt 31-1-0
Broytingaruppskot til § 8.21.3.04. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til§ 8.21.3.06. samtykt 31-0-1
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 8.21.3.08. samtykt 23-0-9
Broytingaruppskot til § 8.21.3.12. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 8.21.3.18. samtykt 31-1-0
Broytingaruppskot til § 8.21.6.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 8.21.6.04. fall 9-0-23
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 8.21.6.04. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 8.21.6.14. samtykt 27-0-5
Broytingaruppskot til § 8.21.7.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 8.21.8.05. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 8.21.8.08. fall 12-0-20
Broytingaruppskot til § 15.14.2.02. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 15.30.1.19. fall 13-0-19
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 15.38.2.01. fall 11-0-21
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 15.38.2.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 20.50.1.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 20.50.2.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 20.52.1.01. fall 10-1-21
Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 20.52.1.01. samtykt 22-1-9
Broytingaruppskot til § 20.52.1.07. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 20.52.2.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 20.52.2.19. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 20.52.5.01. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 20.54.1.01. fall 10-0-22
Broytingaruppskot til § 56.37.1.26. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 56.37.1.28. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 56.37.1.30. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 56.37.6.12. samtykt 32-0-0
Broytingaruppskot til § 56.38.2.52. samtykt 32-0-0
Uppskotið soleiðis broytt
samtykt 30-1-1.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
Á tingfundi 21. desember 2006 løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 6. Vinnumál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 30.000 30.000 -
Løguætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.2. Samferðsla
38.2.22. Sandoyartunnilin U: - -
BU: 30.000 -
Viðmerkingar:
Mælt verður til, at landsstýrismaðurin innan seinastu framløgufreist 1. mars 2006 leggur fram verklagslóg um Sandoyartunnil.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal og Páll á Reynatúgvu fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 6. Vinnumál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan - - -
Løgu ætlan 500 500 -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.1. Vegir og havnir
38.1.07. Nýggir landsvegir (Løguj.) U: 123.800 100
BU: 1.000 -
Viðmerkingar:
Fyrireiking til landsvegagerð oman fyri bygdirnar Glyvrar, Saltangará og Runavík
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 1.500 1.500 -
Løgu ætlan 1.500 1.500 -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.24.3. Mentanararvur
24.3.01. Bókasøvn (Rakstrarj.) U: 12.461 -
BU: 1.500 -
24.3.02. Bókasøvn (Løguj.) U: 500 -
BU: 1.500 -
Viðmerkingar:
07-24.3.01. Bókasøvn Rakstrarj. 1.500
Ætlanin við játtanini er at geva landsstýrismanninum møguleika at halda sínar skyldur viðvíkjandi bókasavnsrakstri sambært lógini um bókasøvn.
07-24.3.02. Bókasøvn Løguj. 1.500
Ætlanin við játtanini er at geva landsstýrismanninum møguleika at halda sínar skyldur viðvíkjandi bókasavnsløgum sambært lógini um bókasøvn.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 3.300 3.300 -
Løguætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.23.1. Ymsar útreiðslur
23.1.25. Barnabókaútgáva U: 1.100 -
BU: 300 -
7.23.6. Hægri útbúgvingar og gransking
23.6.16. Fróðskaparsetur Føroya (Rakstrarj.) U: 20.660 -
BU: 1.000 -
23.6.21. Granskingargrunnurin U: 6.680 -
BU: 2.000 -
Viðmerkingar:
23.1.25 Barnabókaútgáva
Mælt verður til at hækka játtanina fyri at betra møguleikarnar fyri barnabókaútgávuni hjá Bókadeild Føroya Lærarafelag.
23.6.16 Fróðskaparsetur Føroya
Tjóðveldisflokkurin mælir til at skipa KT-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.
23.6.21 Granskingargrunnurin
Fyri at koma nærri málinum um Føroya millum fremstu tjóðir 2015 verður mælt til at hækka játtanina.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 1.000 1.000 -
Løguætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.23.6. Hægri útbúgvingar og gransking
23.6.16. Fróðskaparsetur Føroya (Rakstrarj.) U: 20.660 -
BU: 1.000 -
Viðmerkingar:
Tjóveldisflokkurin mælir til at skipa løgfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.
§ 15. Innlendismál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 1.000 1.000 -
Løguætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
15.30.1. Umhvørvi
30.1.19. Kyoto góðkenning U: - -
BU: 1.000 -
Viðmerkingar:
Játtanin er til hagtøl og kanningar í sambandi við at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar, so at Føroyar kunnu taka lut í fyrsta tíðarskeiðnum í 2008-2012 fyri niðurskurð av veðurlagsgassum.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 2.500 2.500 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.24.6. Ítróttur
24.6.12. Ítróttaranlegg U: 1.867 -
BU: 2.500 -
Viðmerkingar:
Játtanin er ætlað til ítróttarhøll í Sandoynni, Støkkhøllin í Runavík, Badmintonhøllin í Klaksvík.
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 6. Vinnumál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan - - -
Løguætlan 2.000 2.000 -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.1. Vegir og havnir
38.1.07. Nýggir landsvegir (Løguj.) U: 123.800 100
BU: 2.000 -
Viðmerkingar:
§ 6.38.1.07 Berghol til Hvalbiar 2 mió.kr.
Játtanin er til prosjektering av nýggjum tunli úr Trongisvági og út aftur vestan fyri Nes í Hvalba.
Landsverk er komið fram til mest hóskandi linjuføringina, og upphæddin skal nýtast til prosjektering av hesi ætlan.
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 1.300 1.300 -
Løguætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.23.1. Ymsar útreiðslur
23.1.13. Skúlabókagerð (Rakstrarj.) U: 608 -
BU: 300 -
23.1.16. Skúlabókagrunnurin (Rakstrarj.) U: 5.568 -
BU: 1.000 -
Viðmerkingar:
§ 7.23.1.13 Skúlabókagerð 300.000 kr.
Mentanarnevndin mælir til, at játtanin til Bókadeildina hækkar við 300.000 kr., tí hetta er eitt týðandi amboð at menna føroyska málið.
§ 7.23.1.16 Skúlabókagrunnurin 1 mió.kr.
Skúlabókagerð er ein av grundstuðlunum undir menningini av føroyska málinum, og vísandi til, at henda upphædd er skorin seinastu árini, mæla vit til at nýta meiri orku á hesum øki.
§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 1.000 1.000 -
Løguætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.
20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús (Rakstrarj.) U: 40.136 -
BU: 1.000 -
Viðmerkingar:
§ 8.20.3.15 Suðuroyar Sjúkrahús
Narkosulækni 1 mió.kr.
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt framkomið nýmótans sjúkrahús, ið hevur tríggjar skurðlæknar við fleiri sergreinum, sum í stóran mun kunnu taka sjúklingar, sum eru í bíðistøðu aðrastaðni.
Tíverri er eingin narkosulækni tøkur til hesar bráðneyðugu viðgerðir.
Hetta merkir gerandisdagin í stóran mun, tá tað ikki ber til at planleggja størri skurðviðgerðir við teirri læknaligu serfrøði, sum er á staðnum.
§ 15. Innlendismál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 1.000 1.000 -
Løguætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
15.30.1. Umhvørvi
30.1.20. Lívfrøðiligt margfeldi (Rakstrarj.) U: - -
BU: 1.000 -
Viðmerkingar:
§ 15 Lívfrøðiligt margfeldi 1 mió.kr.
Víst verður til løgtingssamtykt í tingmáli nr. 8/2006: Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi: ”Løgtingið heitir á landsstýrið um at taka stig til at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni.”
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 6. Vinnumál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan - - -
Løgu ætlan 1.000 1.000 -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.1. Vegir og havnir
38.1.07. Nýggir landsvegir (Løguj.) U: 123.800 100
BU: 1.000 -
Viðmerkingar:
Kanning av tunli til Gjáar.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 6. Vinnumál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan - - -
Løgu ætlan 7.000 7.000 -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.1. Vegir og havnir
38.1.07. Nýggir landsvegir (Løguj.) U: 123.800 100
BU: 7.000 -
Viðmerkingar:
Tunnil til Dals.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 6. Vinnumál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 7.000 7.000 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.1. Vegir og havnir
38.1.21. Stuðul til Havnir U: - -
BU: 7.000 -
Viðmerkingar:
3,5 mió. kr. til Skúvoy og 3,5 mió. kr. til Svínoy.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 15. Innlendismál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 10.000 10.000 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
15.38.2. Samferðsla
38.2.01. Strandfaraskip landsins (Landsf.) U: 110.230 -
BU: 10.000 -
Viðmerkingar:
Til at lækka ferðakostnaðin niður í helvt.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 5.000 5.000 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
23.2.09. Eftirskúli í Hvalba (Rakstrarj.) U: - -
BU: 5.000 -
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
§ 6. Vinnumál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan - - -
Løgu ætlan 1.000 1.000 -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.1. Vegir og havnir
38.1.07. Nýggir landsvegir (Løguj.) U: 123.800 100
BU: 1.000 -
Viðmerkingar:
Fyrireikingar til landsvegaføring omanfyri bygdina í Skálafirði.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 350 350 -
Løguætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.23.6. Hægri útbúgvingar og gransking
23.6.23. Ymiskar verkætlanir (Rakstrarj.) U: 915 -
BU: 350 -
Viðmerkingar:
Fyri at kunna áhaldandi gera eitt munagott arbeiðiog verða við í millumtjóða verkætlanum, so er neyðugt, at stovnurin ikki verður fíggjarliga „veingjaskerdur“, og mæla vit tí til, at avsettar verða 350 tús.kr. afturat fyri komandi fíggjarár.
Mett verður ikki, at tað er skilagott at hava minkað játtanina ár undan ári hjá hesum stovni, havandi í huga, at vit ísambandi við visjón 2015 leggja stóra áherðslu á útbúgving og gransking.
Stovnurin hevði í 2003 eina játtan uppá 1.648 tús.kr. og er síðan skerdur niður í 909 tús.kr.
Tær verkætlanir og útgávur, sum depilin hevur gjørt í 2006, eru m.a. hesar:
Útgávur í 2006
Arbeiðsrit 10, 2006: “Hækkandi oljuprísir, djúpvatnstrolarar og møguligar avleiðingar fyri Suðuroynna”
“Norwegian salmon goes to market: The case of the Austevoll seafood cluster”, útgivin í JOURNAL OF RURAL STUDIES.
Undir útgávu 2006
“Fyritíðarpensjónistar í Føroyum – ein livikorkanning”,
“Sjúkrarøktafrøðingar í Føroyum 2006 - Ein trivnaðarkanning”,
Námsrit 7, 2006: “Bygdin – fyrr, nú og í framtíðini”,
Verkætlanir, sum eru partur av Økislýsing av Føroyum 2006
“Sandoyggin á veg inn í framtíðina”
“Suðuroyggin á einum vegamóti”
“Arbeiðsmegin á føroysku flaka- og fiskavirkjunum í framtíðini
PRONE, sum er ein stytting fyri Precautionary Risk Methodology in the fisheries. Verkætlanin er fíggjað av EU.
Eisini í komandi ári verður Granskingardepilin partur av útlendskum verkætlanum, m.a. einari um vandamál í fiskivinnuni - verkætlanin kallast PRONE, sum er ein stytting fyri Precautionary Risk Methodology in the fisheries. Verkætlanin er fíggjað av EU. Afturat hesum eru eisini aðrar verkætlanir, sum hava fingið játtan uttanlands, meðan aðrar umsóknir verða viðgjørdar í næstum. Millum hesar verkætlanir er ein verkætlan um fiskivinnuna í strandasamfeløgum.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 7.000 7.000 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarj.) U: 237.651 -
BU: 5.000 -
7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi
24.2.04. Mentanargrunnurin U: 5.000 -
BU: 1.000 -
24.2.06. Leiklist (Rakstrarj.) U: 4.437 -
BU: 1.000 -
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 200 200 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.24.3. Mentanararvur
24.3.10. Føroya fornminnissavn (Rakstrarj.) U: 6.724 -
BU: 200 -
Viðmerkingar:
Ætlanin við játtanini er at geva landsstýrismanninum møguleika at halda sínar skyldur viðvíkjandi friðingini av Kirkjugarðinum heima á Sandi.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 5.000 5.000 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
23.2.02. Sernámsdepilin (Rakstrarj.) U: 45.289 -
BU: 5.000 -
Viðmerkingar:
Peningurin skal nýtast til at styrkja um sernámsfrøðiliga virksemið í fólkaskúlanum.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir John Johannessen, Andrias Petersen, Johan Dahl og Hergeir Nielsen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 15. Innlendismál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 2.000 2.000 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
15.30.1. Umhvørvi
30.1.15. Umhvørvisvernd (Rakstrarj.) U: 3.488 -
BU: 2.000 -
Viðmerkingar:
Av tí at umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni varð skorin við næstseinastu fíggjarlóg, hóast stórar ætlanir í samgonguskjalinum um umhvørvisvernd, verður mælt til at bøta um skaðan við at játta Heilsufrøðiligu Starvsstovuni 2 mió. kr. eyka at fáa umhvørvisverndarpolitikkin framdan í verki.
Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth Petersen og Vilhelm Johannesen fram soljóðandi
Broytingaruppskot
til 3. viðgerð
§ 5. Fiskivinna
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 1.500 1.500 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
5.31.1. Tilbúgving
31.1.01. Tilbúgvingarsamskipanin (Rakstrarj.) U: 16.530 -
BU: 1.500 -
Viðmerkingar:
Tilbúgvingin verður yvirtikin 1. januar, og í tí sambandi er eisini umráðandi, at tað sjálvbodna arbeiðið, sum bjargingarfeløgini gera, verður á so høgum støði, sum møguligt, og skotið verður upp, at tað komandi 9 árini verða jattaðar 1,5 mió. kr. pr. ár sum stuðul til keyp av bjargingarbátum.
§ 6. Vinnumál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 100 100 -
Løgu ætlan 6.400 6.400 -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.1. Vegir og havnir
38.1.07. Nýggir landsvegir (Løguj.) U: 123.800 100
BU: 6.400 -
38.1.18. Stuðul til infrakervið á útoyggjum U: 3.000 -
BU: 100 -
Viðmerkingar:
Játtanin til 38.1.07 skal býtast soleiðis
9. Trygging av Norðskálatunnilin -1.000
11. Fossá 500
15. Akrar 300
17. Trygdartiltøk,til at taka -500
18. Bakkaverja í Sumba 300
19. Fyrireikingar, tunnil til Dals 6.100
21. Vága Floghavn 300
29. Nes - Hvalba 300
30. Famjin - Øravík 300
33. Leynatunnilin 1.000
35. Vegurin, Sandarlíð 300
38.1.18
Av samlaðu játtanini skulu mkr. 2,6 nýtast til havnagerð í Skúvoy.
§ 7. Útbúgving og gransking
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 6.800 6.800 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarj.) U: 237.651 -
BU: 5.000 -
7.11.1. Fyrisiting
11.1.49. ES-samstarv U: - -
BU: 1.800 -
Viðmerking:
Mælt verður til at hækka játtanina 7.23.2.02.21 Sernámsfrøðiligt virksemi í fólkaskúlanum við 5 mió. kr. í sambandi við, at ábyrgdin fyri børn við serligum tørvi í skúlatíðini skal verða hjá landsstýrismanninum í Mentamálum.
7.11.1.49. ES-samstarv (Rakstrarjáttan)
Mælt verður til at hækka játtanina 7.11.1.49 ES-samstarv við 1,8 mió.kr. Játtanin er ætlað til at gera tað møguligt hjá Føroyum at liva upp til tey krøv, sum ES setir okkum, fyri at Føroyar kunnu taka lut í ES granskingar- og útbúgvingarskráum, ið byrja 1. januar 2007.
§ 15. Innlendismál
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan 5.000 5.000 -
Løgu ætlan - - -
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
15.38.2. Samferðsla
38.2.01. Strandfaraskip landsins (Landsf.) U: 110.230 -
BU: 5.000 -
Viðmerkingar:
Peningurin skal nýtast til at gera tað bíligari at ferðast við ferjum landsins hjá ferðafólki og bilum. Meirilutin heitir samstundis á landsstýrið um at gera eina endurskoðan av prísbygnaðinum á samferðsluøkinum fyri at optimera nýtsluna av íløgum landsins.
3. viðgerð 21. desember 2006. Atkvøðugreiðsla:
Málið avgreitt.
Ll.nr. 130 frá 28.12.2006