Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

6. fundur

Hósdagur 20. mars  2003

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Bárður Nielsen
Heðin Mortensen
Jógvan Arge
Niklái Petersen
Poul Michelsen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 5. fundi 20.02.2003 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn
    Málið varð umrøtt. Skrivarin boðaði frá, at einki skriv var komið frá Justitsministeriet við tekniskum viðmerkingum til uppskotið. Nevndin samtykti at rykkja eftir svari soleiðis, at tað fyriliggur á komandi fundi nevndarinnar.

  3. Løgtingsmál nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)
    Málið varð umrøtt. Nevndin avgjørdi at biðja landsstýrismannin um at koma á fund um málið.

  4. Løgtingsmál nr. 96/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd
    Samtykt varð, vísandi til Statsministeriets vejledning nr 47 af 16.01.1991 om behandling af sager vedrørende Færøerne § 6, 2. pkt, at heita á Ríkisumboðið um at bera so í bandi, at sendur verður til Føroya serfrøðingur í endurgjaldsrætti, sum kann greiða nevndini frá høvuðstættunum í uppskotinum.

  5. Løgtingsmál nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
    Málið varð umrøtt. Samtykt varð at kalla á komandi fund umboð fyri tey niðanfyri umrøddu.

 

 Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 27. mars 2003, kl. 8.30 í fíggjarnevndarhølunum á gl. apoteki, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 6. fundi 20.03.2003
  2. Løgtingsmál nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
  3. Løgtingsmál nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)
  4. Løgtingsmál nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn.

 

Klokkan 8.45 koma umboð fyri felagið peningastovnar á fund um pkt. 2
Klokkan 9.05 koma umboð fyri P/f Elektron á fund á fund um pkt. 2
Klokkan 9.25 koma umboð fyri KT-felagið á fund á fund um pkt. 2
Klokkan 9.45 koma umboð fyri Dátueftirlitið á fund um pkt. 2
Klokkan 10.05 kemur landsstýrismaðurin í lógamálum á fund um pkt. 2, 3 og 4.

 

 Fundur lokin kl. 11.00

Sjúrður Rasmussen
skrivari