Endurgjaldsábyrgd

 

96  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Nevndarskjøl

Ár 2003, 4. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot 

til 

ríkislógartilmæli um lóg um endurgjaldsábyrgd 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til kongaliga fyriskipan um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd.

Viðmerkingar
Uppskotið er áður lagt fram sum løgtingsmál nr. 59/1998 og nr. 71/2001. Málið fall burtur sbrt. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí løgtingsval varð útskrivað 18. mars 2002 til at verða 30. apríl 2002, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.

Mælt verður til at viðgera uppskotið saman við uppskotinum til løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), tí sbrt. innihaldinum í § 10 og § 11 í lógini um endurgjaldsábyrgd, er tað ein fyritreyt, at arbeiðsskaðatryggingarlógin er í gildi í Føroyum. Uppskotið um arbeiðsskaðatryggingarlógina var við í viðgerðini í fyrru tingsetu og varð lagt fram sum løgtingsmál nr. 72/2001. Málið fall somuleiðis burtur, orsakað av at val varð útskrivað. 

Høvuðsendamálið við lógini er at tryggja eitt endurgjald, sum í størri mun enn áður svarar til virðið á peningaliga tapinum, tá onkur verður fyri persónsskaða ella tapi av uppihaldara. Orsøkin til tað er serliga, at vit í løtuni ikki hava eina lóggávu á hesum øki, og endurgjald tískil verður givið eftir rættarsiði, og svarar tað ikki til veruliga tapið. 

Hækkanin innan privata endurgjaldsrættin kemur serliga teimum, ið eru komin ringast fyri til góðar, soleiðis at javnvág verður millum privata endurgjaldsrættin og arbeiðsskaðatryggingarlógina. 

Uppskotið hevur eisini reglur um ábyrgd skaðaelvarans, tá trygging bøtir aftur vanlukkutilburð. Eisini eru tað reglur um endurgjaldsábyrgdarlætta, tá endurgjaldsábyrgdin er serliga tyngjandi, og í serligum føri kann síggjast burt frá medvirkni skadda til skaðan. Eisini er regla um at lætta ábyrgd arbeiðstakarans. At enda hevur uppskotið eisini reglur um sínámillum ábyrgd, tá tað snýr seg um samábyrgd.

Hækkar endurgjaldið, ber tað í sær eina eykaútreiðslu fyri landskassan, tá landið er endurgjaldsskyldugt, og onki aftursóknarkrav er mótvegis skaðaelvara. Tó kann sparast á sosiala økinum, av tí at hægri endurgjald til skadda fer at hava við sær, at tørvurin á sosialari veiting ikki er so stórur.

Tær einstøku broytingarnar og viðmerkingar til hesar
Í uppskotinum verður ásett, hvussu upphæddirnar verða dagførdar (§ 15), og eru dagførdu upphæddirnar settar inn í uppskotið, sum tær eru ásettar við kunngerð nr. 1055 frá 14. desember 2001.

Í donsku lógini eru gjørdar niðanfyri standandi broytingar vegna serlig føroysk viðurskifti. Har ongar broytingar eru gjørdar verður víst til donsku lógarviðmerkingarnar í viðløgdu skjølum.

Broytingar:

  1. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Stk. 2. I erstatningen fradrages løn under sygdom, dagpenge fra arbejdsgiver, forsikringsselskab, Lønreguleringsfonden eller det offentlige, og forsikringsydelser, der har karakter af en virkelig skadeserstatning, samt lignende ydelser til den skadelidte."
  2. Í § 10 verða orðini í yvirskriftini "Forelæggelse for Arbejdsskadestyrelsen" broytt til: "Forelæggelse for Færøernes Ulykkesforsikringsråd" og orðini "Arbejdsskadestyrelsen, jfr. lov om arbejdsskadeforsikring" broytt til: "Færøernes Ulykkesforsikringsråd, jfr. lagtingslov om arbejdsskadesikring".
  3. Í § 11 verður orðið "Arbejdsskadestyrelsen" broytt til: "Færøernes Ulykkesforsikringsråd".
  4. Í § 16 verður eftir orðini "efter forhandling med" sett inn millum "Færøernes hjemmestyre,".
  5. Í § 17 verða orðini "lov om arbejdsskadeforsikring" broytt til: "lagtingslov om arbejdsskadesikring", og orðið "land" sett inn millum "Stat, kommune". Eisini verður § 17, stk. 1 síðsta pkt. strikað.
  6. Í § 20 verða strikað orðini "en kommune", "eller en anden offentlig institution" verður broytt til: "andre offentlige institutioner", og sett inn verður: "og myndigheder under Færøernes hjemmestyre".
  7. § 28 verður orðað soleiðis: "Anordningen træder i kraft den ………… og finder anvendelse på erstatningsansvar for skader, der indtræder efter anordningens ikrafttræden."
  8. Í § 29, nr. 4 verða orðini "§ 53, stk. 3, 2. pkt. i sømandsloven, jfr. lov nr. 420 af 13. juni 1973" strikað og í § 29, nr. 5 verða orðini § 67, 2.pkt. i søloven jfr. Lovbekendtgørelse nr. 353 af 1. juli 1974" strikað. Sum § 29, nr. 4 verður í staðin sett: "§ 63 og § 64 i lov nr. 277 af 30. juni 1992 om umyndighed og værgemål, som senest ændret ved anordning nr. 14 af 18.01.1982".
  9. § 30 verður strikað.
  10. § 32 verður strikað.

Viðmerkingar:

  1. Til § 2, stk. 2: Neyðugt er við hesi broyting, tí føroyska lógaruppskotið um arbeiðsskaðatryggingarlóg varðveitir verandi dagpengaskipan, meðan danir hava eina øðrvísi skipan.
  2. Til § 10: "Færøernes Ulykkesforsikringsråd" svarar til "Arbejdsskadestyrelsen" í donsku lógini, sbr. løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging.
  3. Til § 11: Viðmerkingarnar eru tær somu sum til § 10.
  4. Rentusatsurin, sum innførdur er í Danmark við kunngerð nr. 896 frá 21. desember 1990, er settur inn í uppskotið. Heimild løgmálaráðharrans er í uppskotinum broytt soleiðis, at hann fyrst skal tingast við landsstýrið, áðrenn hann broytir satsin fyri Føroyar.
  5. Til § 17: "Lov om arbejdsskadeforsikring" svarar til løgtingslóg um arbeiðsskaðatygging, og er tað tískil broytt. Eisini er tað landskassin, sum veitir pensjón o.a., og er orðingin "landet" tískil neyðug. Síðsta pkt. verður strikað, tí aftursóknarmøguleikin (regres) vegna dagpengar er ikki tikin við, tí sbrt. dagpengalógini galdandi í Føroyum kann dagpeningaskipanin ikki gera aftursókn hjá skaðavaldaranum.
  6. Til § 20: Broytingin er neyðug, tí at føroysku kommunurnar ikki eru sjálvtryggaðar, meðan landið nú kann vera sjálvtryggjað eins og danski staturin og donsku kommunurnar.
  7. Til § 28: Ásetingarnar í hesi lóg verða nýttar á skaða, ið hendir, eftir at lógin er komin í gildi. Ikki er nevnt, hvønn dato gildiskoman skal vera. Hetta má løgmálaráðharrin gera av. Orsakað av innihaldinum í § 10 og § 11 í lógaruppskotinum, er tað ein fyritreyt, at hetta ikki kann henda fyrr enn ella sama dag, sum, løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging fær gildi.
  8. Til § 29, nr. 4 og 5: Ásetingin í § 53, stk. 3, 2. pkt. er ikki í løgtingslóg um sjómenn, og ásetingin í § 67, 2. pkt. í søloven varð broytt, tá lógin fekk gildi í Føroyum í 1985, og eru tær tí ikki við, meðan avtøka av § 63 og § 64 í lógini um ómyndug er sett inn. Í mun til í Danmark er neyðugt at avtaka § 63 og § 64 í lógini um ómyndug, sum enn hevur gildi í Føroyum, tí annars koma reglurnar at standa í tveimum støðum, bæði í endurgjaldslógini og lógini um ómyndug.
  9. Til § 30: Danska arbeiðsskaðatryggingarlógin hevur ikki gildi fyri Føroyar, men verður nýggj løgtingslóg um arbeiðsskaðatrygging løgd fyri Løgtingið skjótt.
  10. Til § 32: Greinin gevur heimild til at seta lógina í gildi fyri Føroyar og skal tískil ikki standa her.

Hjáløgd skjøl:

1) Uppskot til Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 228 af 23. maj 1984 om erstatningsansvar med senere ændringer.

2) Forslag til lov om erstatningsansvar (1984)

3) Lovbekendtgørelse nr. 599 af 8. september 1986 om erstatningsansvar, som ændret ved lov nr. 196 af 29. marts 1989, lov nr. 389 af 7. juni 1989, lov nr. 73 af 1. februar 1995, lov nr. 389 af 14. juni 1995, lov nr. 1110 af 20. december 1995.

4) Lov nr. 349 af 23. maj 1997.

1. viðgerð 10. mars 2003. Málið beint í rættarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí  málið ikki var liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði.