Skráir - Persónsupplýsingar

 

108  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C Nevndarskjøl

Ár 2003, 4. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

§ 1

Í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) § 17, stk. 3 verður strikað.

2) Aftan á § 17 verður sett:

"§ 17a. Persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og
–nýtsla eru peningaligar transaktiónir, flytingar ella annað samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum, kunnu ikki flytast av landinum. Heldur ikki kann ein partur av hesum flytast av landinum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og
–nýtsla er at samskifta við umheimin fyri at fáa í lag peningaligar transaktiónir, flytingar ella annað samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum og einstaklingar, virki, stovnar o.t. í útlondum.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, sum hava virkað ella sum hava fingið loyvi sambært lógini um evnisskráir hjá almennum myndugleikum ella lógini um privatar skráir, áðrenn løgtingslógin um viðgerð av persónsupplýsingum varð sett í gildi.
Stk. 4. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum, sum verða fluttar av landinum við søguligum, vísindaligum og hagfrøðiligum endamáli, um loyvi frammanundan er fingið frá dátueftirlitinum.
Stk. 5. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum, sum verða fluttar av landinum við heimild í løgtingslóg, ella um flutningurin er neyðugur fyri at kunna røkja skyldur sambært avtalu við annað norðurland ella altjóða samstarvs-avtalu.
Stk. 6. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum, sum verða fluttar av landinum sum liður í ella partur av viðgerð ella tænastu, sum verður veitt sjúklingum og øðrum."

3) Í § 32, stk. 1 verður sum nr. 3 sett:

" 3) Tá persónsupplýsingar verða fluttar av landinum."

4) § 35, stk. 6 verður orðað soleiðis:

"Stk. 6. Til flutning av persónsupp-lýsingum til útlond, sbrt. §§ 16, 17 og 17a krevst loyvi frá dátueftirlitinum. Tó krevst loyvi ikki frá dátueftirlitinum, um flutningurin hevur heimild í serligari løgtingslóg."

5) Í § 44, stk. 1, nr. 4 verður aftan á "§ 17," sett:

"§ 17a, stk. 1".

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

§ 3

Persónsupplýsingar eins og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, sum ikki lúka treytirnar í § 17a, skulu innan 1. januar 2004 lúka hesar treytir.
Stk. 2. Dátueftirlitið kann í serligum føri loyva longri tillagingartíð, tó í mesta lagi til 1. juni 2006, um vísast kann á, at arbeiðið at lúka treytirnar í lógini er sett í verk.

Kap 1. Almennar viðmerkingar:

Endamálið við uppskotinum er at áseta við lóg, hvussu spurningurin um útflutning til onnur lond av persónsupplýsingum skal handfarast.

Orsøkin er, at Løgtingið undir viðgerðini av lógaruppskotinum um persónsupplýsingar á vári í 2001 broytti uppskot landsstýrisins soleiðis, at landsstýrismaðurin við kunngerð skuldi áseta nærri reglur um útflutning av persónsupplýsingum.

Harafturat herdi Løgtingið lógina á tann hátt, at sett varð í lógartekstin ein meginregla um, at allar upplýsingar, sum koma undir lógina, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum.

Síðani hava viðurskifti gjørt, at fleiri ivamál eru reist um hetta mál.

Tí verður skotið upp, at Løgtingið lógarfestir reglurnar, so karmarnir verða greiðir frameftir.

Krøvini hjá Løgtinginum
Í viðmerkingunum til broytingarnar, er rættarnevnd Løgtingsins greið og áleggur landsstýrismanninum at gera kunngerð, ið tryggjar endamálinum:

(Úr viðmerkingunum í áliti rættarnevndarinnar frá 20. apríl 2001):
"Lógaruppskotið um viðgerð av persónsupplýsingum snýr seg eisini um reglur í sambandi við flutningi av persónsupplýsingum til útlond. Rættarnevndin hevur viðgjørt spurningin og er samd við landsstýrismannin, at meginreglan eigur at verða, at persónsupplýsingar og edv-skráir, sum koma undir reglurnar í hesi lóg, eiga at goymast og viðgerast í Føroyum.

Tó er Rættarnevndin av teirri áskoðan, at grein 17, stk. 4, er í andsøgn við bæði endamálsgrein lógarinnar og við greinirnar 16 og 17. Løgfrøðingar, ið Rættarnevndin hevur kunnað seg við, eru av somu áskoðan.
Rættarnevndin hevur frá landsstýrismanninum fingið upplýst, at grein 17, stk. 4, er sett í lógina til tess at tryggja, at allar edv-skráir skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum, og til tess at fyribyrgja, at eitt nú peningastovnarnir flyta sítt edv-samskifti av landinum og sostatt eisini upplýsingar um peningavirðurskifti hjá føroyskum borgarum. Rættarnevndin er samd við landsstýrismannin, at slík gongd eigur at fyribyrgjast, og mælir landsstýrismanninum til við heimild i grein 17, stk.. 3, beinanvegin og áðrenn gildiskomu lógarinnar at áseta greiðar reglur í kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka útflutning. Rættarnevndin mælir til, at henda kunngerð kemur at fata um júst spurningin um at steðga útflutningi av persónsupplýsingum peningastovnanna.

Harumframt skjýtur rættarnevndin upp, at grein 16, stk 1, verður herd soleiðis, at tað í henni beinleiðis verður ásett, at meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir hesa løgtingslóg, skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum".

Við hesum broytingum heldur Rættarnevndin, at politiski málsetningurin at veita borgarum bestu persónsvernd og politiski málsetningurin at fyribyrgja, at peningastovnarnir flyta sítt edv-samstarv av landinum, er rokkin.

Álitið frá Rættarnevndini vísir til, at í upprunauppskotinum hjá landsstýrinum vórðu reglurnar um flutning til útlond settar beinleiðis í lógina. Men Rættarnevndin ynskti, at hesar reglur vórðu settar í kunngerð ístaðin.

Kunngerðin og eftirspælið
Hóast henda kunngerð varð gjørd og sett í gildi, so kann Løgmálaráðið staðfesta, at kortini er loyvi givið til, at heilar skipanir hjá peningastovnunum verða fluttar av landinum.

Tí boðaði landsstýrismaðurin frá, at ein nýggj kunngerð verður gjørd, sum skal tryggja, at viljin hjá tinginum verður fylgdur.

Landsstýrismaðurin var á fundi við umboð fyri peningastovnar, tryggingarfeløg, Elektron o.o. um málið, har roynt varð at finna eina felags fatan av málinum. Eisini var endamálið at boða frá, hvussu Løgmálaráðið ætlaði at fara víðari í málinum, so at allir partar kundu leggja ætlanir, uttan at nakað kom óvart á.

Síðani hevur ein rættiliga stór mótstøða mótvegis kunngerðini verið sett fram frá eitt nú peningastovnunum, KT-felagnum og øðrum í fjølmiðlum og í brøvum til fyrisitingina. Eitt nú hevur nevndin fyri Elektron havt lýsingar í bløðunum ímóti kunngerðini.

Nýggja kunngerðin hevur verið til hoyringar, so sum lovað varð á fyrstu fundunum, og onki bendir á – tvørturímóti – at hoyringspartarnir, sum varða av stóru edv-skipanunum og persónsupplýsingum, góðtaka støðuna, ella at nøkur felags fatan fæst um hetta týdningarmikla mál.

Málið er prinsipielt, tí tað snýr seg bæði um fløkta spurningin viðvíkjandi at tryggja, hvussu persónsupplýsingar verða goymdar og viðgjørdar í Føroyum, og tað snýr seg um, hvussu landsins lógir verða hildnar og útintar, og hvussu samsvar er millum lóg, kunngerð og umsiting av lógini.

Landsstýrismaðurin er komin til ta niðurstøðu, at tað er oyðileggjandi fyri lógarsmíð, umsiting og samfelagið, um eitt slíkt mál bert verður sett fram sum eitt persónligt eljustríð millum ein landsstýrismann og tey, sum skulu virka eftir lógini.

Tí verður skotið upp at áseta beinleiðis í lógini, heldur enn í kunngerð, hvussu reglurnar um útflutning av persónsupplýsingum skulu setast í verk og haldast.

Upprunin til rættarstøðuna á økinum
Áður vóru tvær lógir galdandi á persónsupplýsingarøkinum. Onnur var lóg um almennar edv-skráir og hin var lógin um privatar edv-skráir. Tær bygdu á, at loyvi skuldi fáast til nærum allar skráir, og undantøk skuldu gerast í lógini, um eitt nú p-talið skuldi brúkast.

Í sambandi við ætlanirnar hjá bankunum um at leggja alt sítt edv-samskifti til Danmarkar, samtykti Løgtingið í 1994 eitt uppískoyti til lógirnar um, at allar edv-skipanir, sum komu undir lógina, skuldu goymast og viðgerast í Føroyum. Tó kundi landsstýrið geva undantaksloyvi . Við at hyggja at teimum undantøkum, ið vórðu givin sambært hesi lóg, kann skjótt staðfestast, at umsitingin hevur verið so sum so. Onkur undantaksloyvi eru til skjals, men summi sigast at hava verið givin munnliga síðani 1994.

Nýggja lógin – eitt framstig og ikki ein forðing
Upprunin til nýggju lógina var eitt greitt ynski hjá landsstýrismannninum um at fáa ruddað upp og at gera eitt nútímans lógarverk á hesum øki, ið gerst alt týdningarmiklari í nútímans kunningarsamfelagnum.

Tá landsstýrismaðurin í 1999 setti eina nevnd at endurskoða lógirnar, varð gjørt greitt, at nýggja lógin skuldi gera tað lættari og einfaldari at gera skráir, nýta p-talið og at samskifta við umheimin. Prinsippið skuldi verða, at ábyrgdin liggur hjá tí, sum skrásetir, at halda persónsverndarreglurnar og trygdarreglurnar í lógini.

Men samstundis varð gjørt greitt, at rættarstøðan frá 1994 varð varðveidd, har lógin tryggjaði, at týdningarmiklar edv-skipanir við persónsupplýsingum hjá føroyingum ikki vórðu fluttar av landinum.

Og hesum tók eitt samt Løgting sum kunnugt undir við og herdi eisini uppskot landsstýrisins.

Hetta fingu eisini allir teir partar – harundir peningastovnarnir - sum vórðu hoyrdir í málinum, greitt at vita.

Grundgevingar fyri reglunum um at avmarka útflutning
Grundgevingin fyri í nýggju lógini at halda fast um rættarstøðuna, har útflutningur av persónsupplýsingum verður avmarkaður, er ikki vinnuverndaratlit – so sum hevur verið ført fram frá ymsum áhugabólkum. Tað var kanska ein sterk grundgeving í 1994, tá lógin varð broytt; men høvuðsgrundgevingin er - eins og alt endamálið við lógini – at tryggja persónsverndina. Tað merkir í stuttum, at lógin gevur góðar møguleikar at samskifta við útlond. Men skulu vit í longdini kunna tryggja við lóg, at persónsverndin hjá føroyingum verður vard í sambandi við persónsupplýsingar, so mugu tær týdningarmestu skipanirnar vera í Føroyum undir føroyskum løgræði.

Harafturat eru aðrar týdningarmiklar grundgevingar:

Hvørki ein forðing fyri samskifti um landamørk ella kappingaravlaging
Ført hevur verið fram í almennu atfinningunum og í hoyringssvarum, at lógin "leggur eina ostaklokku um Føroyar" í tøkniliga samskiftinum, og at lógin og umsitingin av henni er kappingaravlagandi.

Hesin ótti er skiljandi, men ilt er at síggja, at hann er grundaður í lógini og í uppskotinum til reglur.

Nýggja lógin loysti alt tað gamla stríðið um p-talið og ger tað munandi smidligari at umsita lógina og at samskifta tvørtur um landamørk.

Lógin er heldur ikki kappingaravlagandi á tann hátt, at útlendskar fyritøkur, sum ætla sær inn á føroyska marknaðin, fáa ein fyrimun fram um føroyskar fyritøkur. Ger ein útlendsk fyritøka av at savna upplýsingar í Føroyum fyri at viðgera tær uttan fyri Føroyar, er hetta fevnt av landafrøðiliga økinum í lógini sbrt § 7, stk. 2, nr. 2. Hetta hevur við sær, at lógin um viðgerð av persónsupplýsingum somuleiðis er galdandi fyri slíka viðgerð (innsavnan), sum útlendska fyritøkan í hesum sambandi ger. Útlendska fyritøkan skal sostatt fylgja treytunum í lógini á sama hátt sum føroyskar fyritøkur.

Uppskotið til nágreiniligari lógarreglur
Við hesum uppskoti til broytingar í lógini verða endamálini, sum Løgtingið hevur lagt dent á í viðgerðini, sett í lógarform.

Harafturat eru atlit tikin at nøkrum av teimum atfinningum, sum eru komnar fram í hoyringssvarum.

Til tess at tryggja, at tær týdningarmestu goymslurnar og viðgerðirnar av persónsupplýsingum føroyinga eru og fara fram í Føroyum, er høvuðstátturin í hesum uppskotinum, at skilt verður ímillum:

  1. samskifti við persónsupplýsingum millum føroyingar innanhýsis, og
  2. samskifti við persónsupplýsingum, sum krevst til at samskifta uttanlands

Broytingarnar eru í høvuðsheitum hesar:

Innihaldsliga:

Umsitingarliga:

Ummæli
Lógaruppskotið er ikki sent til ummælis, men innihaldið í lógaruppskotinum líkist innihaldinum í uppskotinum til nýggja kunngerð um flutning av persónsupplýsingum til útlond, sum hevur verið sent til ummælis. Undantøkini frá forboðnum í § 17a, stk. 4-6 hava ikki verið til ummælis. Stundir vóru ikki til at senda uppskotið til ummælis, men mett verður, at tað snýr seg um eina lógarbroyting, sum ger rættarstøðuna minni skerda, og tískil í fleiri førum ger umsitingina lættari og rættarstøðuna betri.

Uppskotið til kunngerð varð sent til ummælis hjá:

Føroya Sparikassa

Suðuroyar Sparikassa

Norðoya Sparikassa

P/f Elektron

Føroya Banka

Tryggingarfelagnum Føroyar

Trygd

Føroya Lívstrygging

Dáturáðnum

Leif Abrahamsen, Føroya Gjaldsstovu

Toll- og skattstovu Føroya

Fíggjarmálaráðnum

Kaupthing Føroya

Landsbanka Føroya

Postverk Føroya

KT-felagnum

 Ummælini og uppskotið til kunngerð eru løgd við.

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

Mett verður ikki, at uppskotið hevur umhvørvisligar avleiðingar, sosialar avleiðingar ella avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar. Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri ávís pláss/øki í samfelagnum, og mett verður, at uppskotið hevur við sær, at lættari verður at halda altjóða avtalur og reglur.

Mett verður ikki, at uppskotið hevur aðrar umsitingarligar avleiðingar við sær enn, at neyðugt verður í onkrum føri at útvega sæt heimild í serligari løgtingslóg til flutning av persónsupplýsingum til útlond.

Mett verður, at uppskotið møguliga kann fáa fíggjarligar avleiðingar fyri lands- og kommunalar myndugleikar. Somuleiðis kann uppskotið fáa fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1, nr. 1
Heimildarásetingin hjá landsstýrismanninum í § 17, stk. 3 til at áseta reglur um flutning av persónsupplýsingum til útlond verður strikað.

Hetta hevur við sær, at heimildirnar hjá dátueftirlitinum og landsstýrismanninum framyvir ikki verða samanblandaðar. Orsøkin til broytingina er m.a. tær atfinningar, sum hava verið í sambandi við, at heimildirnar hjá landsstýrismanninum og dátueftirlitinum hava fevnt yvir somu øki.

Mett verður, at broytingin ger, at reglurnar á økinum verða greiðari og lættari at umsita, av tí at allar reglur viðvíkjandi flutningi av persónsupplýsingum og viðgerð av persónsupplýsingum til útlond nú verða í lógartekstinum, sum dátueftirlitið, sum evsti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum, tulkar.

Kunngerð nr. 152 frá 17. desember 2001 um flutning av persónsupplýsingum til útlond fer sostatt úr gildi.

Til § 1, nr. 2, stk. 1
Í greinini verður ásett, at tá talan er um persónsupplýsingar og viðgerð av persónupplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og –nýtsla viðvíkja viðurskiftum millum A og B í Føroyum, skal henda viðgerð fara fram í Føroyum. Ein meting má gerast í hvørjum einstøkum føri av, um høvuðsinnihaldið og –nýtslan viðvíkja peningaligum transaktiónum, flytingum ella øðrum samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum. Avgerandi er, um flestu persónsupplýsingarnar ella størri parturin av viðgerðini av persónsupplýsingunum viðvíka peningaligum transaktiónum, flytingum ella øðrum samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum. Tað kann m.a. vera keyp av tænastum, gjald fyri tænastur ella partar av tænastum. Mett verður, at tílík skráseting og viðgerð skal fara fram í Føroyum, og hetta hevur m.a. við sær, at viðurskifti, fevnd av hesi grein ikki kunnu flytast av landinum.

Til § 1, nr. 2, stk. 2
Forboðið um at flyta persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum av landinum er ikki galdandi, um persónsupplýsingarnar og viðgerðin av persónsupplýsingunum eru í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og –nýtsla viðvíkur viðurskiftum millum A í Føroyum og B í útlandinum. Mett verður, at hendan flytan av persónsupplýsingum og viðgerð av persónsupplýsingum av landinum, er neyðug, tá tað snýr seg um samstarv við onnur lond.

Til § 1, nr. 2, stk. 3
Forboðið um at flyta persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum av landinum er ikki galdandi fyri tær skipanir, sum hava virkað sbrt. gomlu skrásetingarlógunum. Mett verður, at neyðugt er at undantaka tær skipanir, sum hava virkað, áðrenn persónsupplýsingarlógin kom í gildi 1. januar 2002.

Til § 1, nr. 2, stk. 4
Forboðið um at flyta persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum av landinum er ikki galdandi, tá tað snýr seg um søguligt, vísindaligt og hagfrøðiligt arbeiðið. Í lógini eru ymisk undantøk, tá tað snýr seg um viðgerð við søguligum, vísindaligum ella hagfrøðiligum endamáli, og mett verður, at neyðugt er í ein vissan mun at undantaka tílíkt frá forboðnum í § 17 a, stk. 1.

Tað er tó eitt krav, at loyvi er fingið frá dátueftirlitinum frammanundan. Meginreglan er framvegis, at persónsupplýsingar skulu varðveitast og viðgerast í Føroyum, og merkir hetta, at granskingarverkætlanir so vítt gjørligt í síni heild skulu varðveitast í Føroyum.

Til § 1, nr. 2, stk. 5
Undantikið forboðnum um at flyta persónsupplýsingar ella viðgerð av persónsupplýsingum av landinum er flutningur, sum er heimilaður í serligari løgtingslóg. Mett verður, at persónsupplýsingarlógin er ein almenn lóg, sum ikki kann taka hædd fyri øllum viðurskiftum, sum kunnu gera seg galdandi á teimum serligu økjunum. Persónsupplýsingarlógini kann sostatt víkjast frá við serligari løgtingslóg.

Undantikin er somuleiðis flutningur, sum er neyðugur fyri at kunna røkja skyldur og uppgávur sambært norðurlendskum og altjóða avtalum. Her kann m.a. nevnast samstarvsavtalur, sum eru á skatta- og avgjaldsøkinum, á fólkaskrásetingarøkinum og á tí sosiala økinum.

Til § 1, nr. 2, stk. 6
Forboðið er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum, sum verða fluttar av landinum sum liður í ella partur av sjúklingaviðgerð. Her verður serliga hugsað um blóðroyndir, royndir av vevnaði, myndir, sjúklingaskráir o.a., har Sjúkrahúsverk Føroya metir, at tað er neyðugt at flyta persónsupplýsingar av landinum í sambandi við sjúklingaviðgerð. Ásetingin fevnir harafturat um persónsupplýsingar hjá blóðgevum, yrkisgagngevum o. ø, har persónsupplýsingarnar verða fluttar av landinum fyri at kunna verða liður í ella partur av sjúklingaviðgerð. Sjálvt um t.d. yrkisgagngevin ikki endaliga verður nýttur sum partur av sjúklingaviðgerðini, er hesin ein liður í sjúklingaviðgerðini og sostatt fevndur av ásetingini.

Ásetingin fevnir somuleiðis um tænastu, sum t.d. Sjúkrahúsverk Føroya veitir borgarunum. Her verður hugsað um t.d. blóðroyndir, tiknar av nýføðingum í sambandi við sjúkufyribyrgjan, royndir, tiknar av persónum sum partur av fyribyrgjandi tiltøkum móti krabbameini, fertilitetskanningar og aðrar tænastur, har Sjúkrahúsverk Føroya metir, at tað er neyðugt at flyta persónsupplýsingar av landinum í sambandi við slíka tænastu.

Orðið øðrum fevnir um teir persónar, sum ikki eru sjúklingar, men sum fáa slíka tænastu ella viðgerð frá t.d. Sjúkrahúsverki Føroya. Gransking er ikki fevnd av hesi áseting, sjálvt um endamálið er at fyribyrgja sjúkum.

Til nr. 3
Tá persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum verða fluttar av landinum, skal hetta altíð fráboðast dátueftirlitinum. Henda broyting skal síggjast saman við broytingini í § 35, stk. 6, soleiðis at tær flytingar, sum loyvi ikki krevst til, skulu fráboðast dátueftirlitinum. Dátueftirlitið fær sostatt yvirlit yvir, hvat fer av landinum, og kann hetta lætta um eftirlitsskylduna hjá dátueftirlitinum.

Til nr. 4
§ 17 a, stk. 4 verður sett inn í greinina og nágreinað verður, at loyvi ikki krevst frá dátueftirlitinum, um lógarheimild er fyri flutninginum í løgtingslóg. Hetta skal síggjast saman við broytingini í § 32, har ásett verður ein kunningarskylda í teimum førum, har loyvi ikki krevst.

Til nr. 5
§ 17 a, stk. 1 verður sett inn í revsigreinina, og merkir hetta, at tann, sum viðger persónsupplýsingar móti § 17 a, stk. 1, verður revsaður við bót ella hefti.

Til § 2
Gildiskoman.

Til § 3, stk. 1
Ásett verður ein freist, har persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum skulu lúka treytirnar í § 17 a, stk. 1. Mett verður, at neyðugt er við einari tillagingartíð, sum er uml. 1 ár.

Til § 3, stk. 2
Mett verður, at neyðugt er, at dátueftirlitið í serligum føri kann geva loyvi til eina longri tillagingartíð, hetta kann serliga verða neyðugt á økjum við nógvum persónsupplýsingum, ella á serliga fløktum økjum. Tó skal kunna vísast á, at arbeitt verður við at lúka krøvini í lógini. Eitt tílíkt loyvi kann í ongum føri verða longri enn til 1. januar 2006.  

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1. Uppskot til kunngerð
Skjal 2. Ummælisskriv frá P/ Elektron, peningastovnunum og tryggingarfeløgunum
Skjal 3. Ummælisskriv frá Dáturáðnum
Skjal 4. Ummælisskriv frá Fíggjarmálaráðnum
Skjal 5. Ummælisskriv frá Frá Kauphting Føroyar
Skjal 6. Ummælisskriv frá Landsbanka Føroya
Skjal 7. Ummælisskriv frá Postverk Føroya
Skjal 8. Ummælisskriv frá KT-felagnum

1. viðgerð 10. mars 2003. Málið beint í rættarnevndina.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí  málið ikki var liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði.