Kommunustýrislóg

 

102  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin) 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 14, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Er einki annað ásett, er uppskot samtykt, tá ið fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið."

  2. Í § 48 verður sett sum stk. 2: "Stk. 2. Skjøl hjá kommununum, sum sambært lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini eru innanhýsis, verða framhaldandi at meta sum innanhýsis skjøl, hóast tey verða latin landsstýrismanninum í sambandi við eftirlit sambært stk. 1"

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2003. 

Almennar viðmerkingar

Alment kann sigast um uppskotnu broytingarnar, at tær einans eru av tekniskum slag.

Orsøkin til broytingaruppskotið er, at í galdandi lóg eru reglur um ein atkvøðuhátt í kommunustýrinum, sum kann elva til iva, og lógin hevur harnæst ongar reglur um støðuna hjá innanhýsis skjølum, sum landsstýrismaðurin fær frá kommununum í sambandi við viðgerð av málum, har landsstýrismaðurin er eftirlitsmyndugleiki sambært kommunustýrislógini.

Endamálið við broytingini í § 1, nr. 1 í uppskotinum er at broyta atkvøðuháttin í kommunustýrinum til at vera tann sami, sum er galdandi í Løgtinginum, t.e. at uppskot verða samtykt við vanligum meiriluta.

Sum galdandi lóg er orðað, er ikki nokk, um fleiri atkvøður eru fyri einum uppskoti enn ímóti á viðtøkuførum kommunustýrisfundi, tí sambært § 14, stk. 2 í lógini skal meirilutin av teimum, ið greiða atkvøðu, atkvøða fyri uppskotinum, skal tað verða samtykt.

Avleiðingin av galdandi orðing er, at um t.d. 7 kommunustýrislimir eru á fundi, 3 atkvøða fyri einum uppskoti, 2 atkvøða ímóti og 2 atkvøða blankt, so verður úrslitið, at uppskotið fellur. Í døminum hava 7 greitt atkvøðu, men hóast 3 hava atkvøtt fyri, og bert 2 ímóti, fellur uppskotið, tí 3 atkvøður fyri ikki umboða meirilutan av teimum 7, ið samanlagt greiddu atkvøðu.

Blankar atkvøður telja sostatt við. Hetta kann til tíðir tykjast órímiligt og kann harumframt elva til iva, tí hóast eitt uppskot hevur fingið fleiri atkvøður fyri enn ímóti, er ikki víst, at tað formliga er samtykt.

Verður ásetingin um atkvøðuháttin broytt, verður avgreiðslan av málunum einfaldari, atkvøðuhátturin verður samsvarandi tí, sum er galdandi fyri Løgtingið sambært § 18, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, og meira umráðandi, minni orsøk verður til iva, um ávíst uppskot er samtykt ella ikki.

Landsstýrismaðurin hevur sambært § 48 í kommunustýrislógini eftirlit við kommununum. Verður ávíst mál tikið til viðgerðar, hevur landsstýrismaðurin heimild til at krevja kommunurnar eftir øllum viðkomandi upplýsingum og frágreiðingum, heruppií eisini innanhýsis skjølum hjá kommununum.

Innanhýsis skjøl eru sum meginregla ikki fevnd av rættinum til innlit sambært lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini. Sendir ella flýggjar ein kommuna landsstýrismanninum hinvegin síni innanhýsis skjøl, tá er meginreglan ikki longur galdandi, og skjølini eru ikki longur innanhýsis.

Henda støða verður ikki mett at vera haldgóð. Um eitt mál verður viðgjørt av landsstýrismanninum er treytað at ymiskum, til tíðir tilvildarligum viðurskiftum. Onkuntíð verða mál reist við, at landsstýrismaðurin av sínum eintingum tekur stig til málið. Í øðrum føri verður kanska klagað um ávíst mál. Uttan mun til úrslitið av viðgerðini í Løgmálaráðnum, t.v.s. um málið verður slept, stig verða tikin mótvegis kommununi e.a., er tí ikki rímiligt, um eitt kommunustýri ikki kann varðveita síni innanhýsis skjøl sum slík orsakað av, at tey eru latin landsstýrismanninum í sambandi við eftirlitsstarv hansara sambært kommunustýrislógini.

Endamálið við broytingini í § 1, nr. 2 er tí at bøta um arbeiðsviðurskiftini hjá kommununum og broyta lógina soleiðis, at snýr tað seg um innanhýsis skjøl hjá einari kommunu, tá skulu hesi varðveita sítt innanhýsis eyðkenni, og ikki orsakað av viðgerðini ella útflýggjanini til landsstýrismannin koma undir innlit. Viðmerkjast skal, at uppskotna stk. 2 til § 48 hevur støði í § 47, stk. 4 í donsku kommunustýrislógini, sum hetta varð orðað við lóg nr. 380 af 14. juni 1995 om ændring af de kommunale styrelseslove.

Samanumtikið hevur broytingaruppskotið hesar broytingar við sær:

  1. Atkvøðuhátturin verður broyttur til vanligan meiriluta eins og í Løgtinginum.
  2. Innanhýsis skjøl hjá kommununum, sum verða send ella flýggjað landsstýrismanninum í sambandi við eftirlitsmál, varðveita við broytingini sítt innanhýsis eyðkenni og eru tí sum meginregla undantikin innliti. 

Broytingaruppskotið hevur verið til ummælis hjá Føroya Kommunufelag og hjá Kommunusamskipan Føroya.

Føroya Kommunufelag hevur mælt til, at skoytt verður upp í serligu viðmerkingarnar til § 14, stk. 2 um atkvøðugreiðslu, at tað at greiða atkvøðu merkir annaðhvørt at atkvøða fyri ella ímóti. Blankar atkvøður verða ikki roknaðar sum atkvøður og telja tískil ikki við.

Avleiðingarnar av uppskotinum

Uppskotið verður mett hvørki at hava fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær fyri land ella kommunur.

Uppskotið hevur ikki við sær avleiðingar fyri vinnuna, umhvørvið, serstøk øki í landinum, ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir, eins og tað ikki eru millumtjóða sáttmálar á økinum, sum løgtingslógaruppskotið fevnir um, og sum heimastýrið hevur skyldu at fylgja.

 

 

Fyri landið/lands
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

   

 

 

Nei

 

 

 

Serligar viðmerkingar

Til § 1

Til nr. 1
Sambært broytingini í § 1, nr. 1 verður § 14, stk. 2 í lógini umorðað. Umorðingin hevur við sær, at atkvøðuhátturin í komunustýrinum verður umskipaður til vanligan meiriluta, soleiðis at blankar atkvøður ikki longur telja við og tí heldur ikki kunnu ávirka atkvøðugreiðsluna.

Um t.d. 7 kommunustýrislimir eru á fundi, 3 atkvøða fyri einum uppskoti, 2 atkvøða ímóti og 2 atkvøða blankt, so verður úrslitið, at uppskotið er samtykt, tí 3 atkvøður eru fyri og bert 2 ímóti.

Um t.d. bert 1 av 7 atkvøður fyri og eingin ímóti, verður uppskotið somuleiðis samtykt. Hetta er uttan mun til, um restin letur verða við at atkvøða ella atkvøður blankt.

Tað at greiða atkvøðu merkir annaðhvørt at atkvøða fyri ella ímóti. Blankar atkvøður verða ikki roknaðar sum atkvøður og telja tískil ikki við.

Grundgevingin fyri broytingini er, at tað ikki verður mett vera heppið, um blankar atkvøður ávirka úrslitið við óbeinleiðis at krevja fleiri atkvøður fyri, skal uppskot verða samtykt. Kommunustýrislimir kunnu tá heldur geva støðu sína til kennar og nýta rættin at atkvøða ímóti, eru teir ikki samdir.

Broytingin hevur tí við sær, at lættari verður at gera úrsitið av atkvøðugreiðsluni upp, tí einans atkvøður fyri ella ímóti skulu teljast, og ikki er neyðugt at spyrja, um nakar atkvøður blankt. Avleiðingin av hesum verður aftur, at minni orsøk verður til iva um atkvøðuúrslitið.

Til nr. 2
Innanhýsis skjøl eru sum meginregla ikki fevnd av rættinum til innlit sambært lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini. Sendir ella flýggjar ein kommuna landsstýrismanninum hinvegin síni innanhýsis skjøl, tá er meginreglan ikki longur galdandi, og skjølini eru ikki longur innanhýsis. Hetta er eisini galdandi, verða skjøl latin kommunala eftirlitsmyndugleikanum at nýta í sambandi við útinnan av eftirlitinum sambært kommunustýrislógini, men ikki um eftirlitsmálið snýr seg júst um spurningin um innlit í eitt innanhýsis skjal.

Skotið verður tí upp at seta eitt stk. 2 í § 48, soleiðis at innanhýsis arbeiðsskjøl ikki missa sítt innanhýsis eyðkenni, einans tí at tey verða send eftirlitsmyndugleikanum í sambandi við eftirlitsmál. Í aðrar mátar verður ikki vikið frá lógini um alment innlit og fyrisitingarlógini.

Grundgevingin fyri broytingini er, at tað ikki verður mett at vera rímiligt, um eitt kommunustýri ikki kann varðveita síni innanhýsis skjøl sum slík einans orsakað av, at tey eru latin landsstýrismanninum í sambandi við eftirlitsstarv hansara sambært kommunustýrislógini.

Til § 2

Ongar serligar viðmerkingar eru til greinina.

1. viðgerð 6. mars 2003. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 10. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2003 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. mars og 3. og 10. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í lógamálum.

Ein meiriluti í nevndini (Jógvan á Lakjuni, Poul Michelsen, Jógvan Arge, Niklái Petersen, Heðin Mortensen og Bárður Nielsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti (Kristian Magnussen) tekur undri við uppskotinum § 1, nr. 1 og mælir tinginum til at samtykkja tað, men kann ikki taka undir við uppskotinum § 1, nr. 2. Minnilutin heldur, at greinin snýr seg um viðurskifti, sum einki hava við kommunustýrislógina at gera, men er ein spurningur um, hvørt alment innlit skal verða í einum máli. Slíkt mál eigur at verða tikið upp undir viðgerð av lógini um alment innlit, og har er støða minnilutans, at alt alment viksemi eigur at vera undir almennum innliti,uttan so er, at heilt avgerandi fyrilit tala ímóti, eitt nú um heimalívið hjá einstaklingum.

Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 1, nr. 2 verður strikað.

2. viðgerð 22. apríl 2003. Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Kristian Magnussen, til § 1 fall 7-0-23. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 24. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-6-0. Málið avgreitt.