Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

5. fundur

Hósdagur 20. februar 2003

kl. 9.40

 

Ár 2003, hósdagin hin 20. februar, kl. 9.40, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Bárður Nielsen
Heðin Mortensen
Jógvan Arge
Niklái Petersen
Poul Michelsen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar: 

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 4. fundi 13. februar 2003 varð góðkend.
  2. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
    Álit var undirskrivað í málinum.
  3. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 59/2002: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing
    Álit var undirskrivað í málinum.
  4. Kunningarferð nevndarinnar
    Avgjørt varð, at skrivarin kannar møguleikarnar fyri at gera eina kunningarferð til Íslands í døgunum mánadagin 19. mai til fríggjadagin 23. mai 2003 at hava fund við framsøgumenninar á Althingi í rættarspurningum og annars á ferðini at fáa kunning um

Næsti fundur:
Eingin komandi fundur ásettur

 Fundur lokin kl. 10.15

Sjúrður Rasmussen
skrivari