Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007
26. fundur
Ár 2007, hósdagin, 25. oktober, kl. 9,30 varð tingfundur settur.
Magni Laksáfoss,
landsstýrismaður, var ikki
á fundi.
Til viðgerðar:
1.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 21/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
30-0-0.
Málið avgreitt
Fundur niðurlagdur kl. 11.20
Fundur
uppafturtikin kl. 11.27
3.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 5/2007:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Uppskot frá Hergeir Nielsen um at
beina málið í serliga nevnd fall
14-0-18. Broytingaruppskot frá Marjus
Dam, Jógvan við Keldu,
Anfinn Kallsberg,
Gerhard Lognberg og Kristian
Magnussen til § 2 fall
14-0-18.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
19-0-13.
Málið avgreitt
4.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
50/2007:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum
Málið beint í
trivnaðarnevndina
5.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
51/2007:
Uppskot til løgtingslóg um vegaføring við Leirvík
Málið beint í
vinnunevndina
6.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður,
vegna Sjálvstýrisflokkin hevur lagt fram tingmálini
nr. 57/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m. og.
nr. 63/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting
í løgtingslóg um landsjørð, og at
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál
nr. 62/2007: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi lov nr. 185 af 20.
maj 1933 angående privat arbejdsanvisning
Tikið av dagsskrá:
Svar upp á skrivligan fyrisspurning nr. S-2/2007 til Søren Christensen, ríkisumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysku sendistovuumboðanini samsvarandi felagslýsingini, undirritað í Fámjin 29. mars 2005, fyrispurningurin verður ikki svaraður, tí fólkatingsval var útskrivað (24/10-07) dagin fyri, sum svarast skuldi tann 25/10-07, og svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð
Formaðurin setti næsta fund at
verða fríggjadagin 26. oktober 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-8/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum
2. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð
3. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-11/2007 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikanum hjá føroyingum at veiða makrel
4. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-12/2007 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar
5. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-14/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum
6.
Framløga
Fundur lokin kl. 18.20
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari