S-12 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi tí at fáa útisetar heim aftur til Føroyar 

Orðaskifti

Ár 2007, mikudagin 12. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Hevur landsstýrið umhugsað at seta serlig tiltøk í verk, sum hava til endamáls at fáa føroyingar, búsitandi uttanlands, at flyta heim aftur til Føroyar?

 

Viðmerkingar:

Størsti trupulleikin, føroyska samfelagið hevur í løtuni, er, at vit eru í uppisetri fyri fólk. Okkum tørvar arbeiðsførar hendur á øllum økjum, innan heilsutænastuna og sjúkrahúsverkið, innan fiskaídnaðin og  skipaflotan og innan byggi- og tænastuvinnuna. Og størsti tørvurin er at fáa útbúgvið fólk aftur til landið at búsetast fyri at lyfta allar tær fjølbroyttu uppgávurnar í einum framkomnum samfelagi.

 

Men tað álvarsamasta av øllum er, at uttan hesi útbúnu fólkini stagnerar samfelagið, og vit hava ongan møguleika at kappast við umheimin, har menningin gongur við rúkandi ferð. Skulu vit gera okkum vónir um framhaldandi at kunna vera ein partur av framkomna heiminum, er átrokandi neyðugt við serligum tiltøkum at fáa vælútbúna arbeiðsmegi til landið, í hesum førinum um at fáa útisetar heimaftur.

 

Sambært Hagstovu Føroya stendur fólkatalið í Føroyum næstan í stað. Fyribilstøl siga, at fyrsta august í ár búðu 48.584 fólk í Føroyum. Hetta eru 128 fleiri enn fyri einum ári síðan, men verður gongdin sum seinastu trý árini, kunnu vit vænta, at fólkatalið fer at minka aftur út á heystið.


Í tíðarskeiðnum 1995 til 2003 vaks fólkatalið við stívliga 600 fólkum um árið. Men eftir 2004 hevur miðalvøksturin verið minni enn 50 fólk um árið.
Tað vil siga, at nú er fólkavøksturin minni enn 10 prosent av tí, hann var fyri og eftir kreppuna fyrst í 90-unum.

Føroya Hagstova ger vart við, at nýggjastu tølini eru fyribilstøl. Tey kunnu tí enn broytast eitt sindur, so leingi allar fráboðanir um flytingar, føðingar og andlát ikki eru latnar Landsfólkayvirlitinum.

 

Tá vit eisini vita at okkum resta 2000 kvinnur í, og flestu av teimum í burðardyggum aldri, so er hetta eisini ein demigrafisk hóttan, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri alt samfelagið, sum frá líður.

 

Kanning eigur at gerast av, hvørjar treytir skulu vera loknar fyri, at tað kann vera lokkandi hjá útisetum at flyta heim aftur. Lítil ivi man vera um, at krøv til skúla og heilsuverk liggja ovarlaga á listanum, men eisini íbúðarviðurskifti og mentanartilboð eru frammarlaga í orðaskiftinum tá familjur velja at seta búgv.

 

Útlitini fyri at koma at virka á einum vælskipaðum arbeiðsmarkanaði, har møguleiki er fyri at mennast og fáa fleiri avbjóðingar, er ein týðandi partur av grundarlagnum undir valinum hjá familjuni ella einstaklinginum, men ein alt avgerandi spurningur er, um tey kunna síggja fram til eitt samfelag, har javnstøða valdar á øllum økjum, bæði innan vinnulív, almenna fyrisiting, og har politisku avgerðirnar verða tiknar.

 

Samanumtikið má okkurt munagott gerast fyri at fáa fólk at flyta heimaftur til Føroya, og vóni eg, at løgmaður vil taka henda táttin upp í størsta álvara.

 

Á tingfundi 13. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 2. november 2007 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

Spurningurin er sera viðkomandi og áhugaverdur, tí tað er av stórum týdningi, at vit fáa útisetar heim aftur til landið og ikki minst tey, sum hava nomið sær útbúgving. Men tað finst ikki nøkur einføld loysn á hesum trupulleika.

 

Landsstýrið hevur sum so ikki sett nøkur serlig tiltøk í verk, ið einans hava til endamáls at fáa føroyingar búsitandi uttanlands heim aftur til Føroyar.

 

Hinvegin hevur landsstýrið framt tiltøk innan vælferð og umhugsað fleiri viðurskifti, ið sum heild betra um liviumstøðurnar í samfelagnum, og sum vil gera tað meira lokkandi at flyta heimaftur.

 

Tá ein føroyingur ger av at verða búgvandi í útlondum – eisini eftir lokna útbúgving, eru tað altíð nakrar grundgevingar, sum liggja aftanfyri. Tað kann vera, at tað eru einstøk viðurskifti, sum gera seg galdandi, men kann eins væl vera ein samanseting av fleiri viðurskiftum, sum gera av valið, so sum:

 

 

Tá landsstýrið um hesa tíðina í fjør hevði ein fund á Norðurbryggjuni í sambandi við Visjón 2015, var m.a. ein spurningur til okkara unga fólk, hvørji krøv tey settu fyri at venda heimaftur. Samanumtikið fingu vit ta fatan, at tey ynskja eitt nýmótans samfelag við spennandi arbeiðsavbjóðingum, íverksetaramøguleikum, granskingarumhvørvi, góðar umstøður til børn við ansing og skúla,  frítíðarmøguleikar, mentanartilboð og ikki minst eitt rúmligt og tolsamt samfelag.

 

Hóast einki einfalt svar er upp á henda spurning, eigur hann at kunna loysast við einari breiðari útbygging av okkara samfelag í øllum liðum. Júst á henda hátt er okkara vælferðarútbygging farin fram, og júst hetta verður lagt upp til í teimum mongu málunum í Visjón 2015. Ein visjón ella langtíðarætlan, har málið er, at Føroyar skulu vera millum fremstu tjóðir. Tá koma ivaleyst flestu av okkara útisetum heimaftur, og útlendingar annars at koma henda vegin.

 

Málið avgreitt.