S-14 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum 

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 19. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvussu nógvir sjúkrarøktarfrøðingar eru á landsskjúkrahúsinum?
    a) Hvussu nógvir sjúkrarøktarfrøðingar mangla til tess at nøkta eina fullgóða tænastu?
    b) Á hvørjari deild er útskiftingin serliga stór /hvør er orsøkin til útskiftingina?
     
  2. Hvussu nógvir læknar / yvirlæknar eru á landssjúkrahúsinum?
    a) Hvørjir læknar (fakøki) mangla til tess at nøkta ta tænastu, sum Almanna- og heilsumálaráðið hevur sett sær?
    b) Hvussu dúgliga (hvar og hvussu ofta) hevur verið søkt eftir hesum ósettu læknastørvum?
     
  3. Hvat heldur landsstýrsimaðurin sum heild um starvsfólkatrivnaðin á landssjúkrahúsinum?
    a) Fáa starvsfólkini nóg ofta møguleika at fara á skeið og eftirútbúging?
    b) Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu regluligur hesin møguleiki er?
    c) Kann landsstýrismaðurin grundgeva fyri orsøkini, um hesin møguleiki ikki er nøktandi?
     
  4. Er nøgdsemiskanningin millum sjúklingarnar, sum gongd kom á í vár, liðug?
    a) Um ikki, hvussu gongur við hesum arbeiði?
    b) Um ja, nær fær tingið/almenningurin innlit í kanningina?

Viðmerkingar

Tá talan er um fakbólkarnar sjúkrarøktarfrøðingar og læknar á Landssjúkrahúsinum, so eru afturvendandi viðmerkingar at hoyra og lesa um hesi viðurskifti. M.a. hoyra vit um um eina nøgdsemiskanning, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið gjørt, og sum vísir eina heldur ónøgtandi  mynd av trivnaði teirra. Orð sum strongd, vánalig arbeiðsviðurskifti, lág løn, keðiligar arbeiðstíðir við alt ov lágari viðbót o.s.fr. eru ummæli, sum koma upp og venda eina løtu, og so hoyrist einki um nakrar ábøtur fyri at forða fyri mistrivnaði. Ístaðin hoyra vit um fólk, sum siga upp, verða søgd upp, deildir, sum verða lagdar saman, uttan at starvsfólkini verða tikin við upp á ráð o.s.fr.

 

Tá talan er um læknar, so verður ofta fokus sett á trupulleikan at fáa serútbúnar læknar í starv í Føroyum. Og tann vanliga umberingin er, at tað er ikki til at fáa fatur á hesum læknum. Men spurningurin er eisini um, hvussu dúgliga verður søgt eftir hesum læknum í útlandinum, og hvør dentur verður lagdur á í lýsingini, har søkt verður. Skal ein útjaðari – sum  Landssjúkrahúsið má sigast at vera í læknahøpi – gera sær serligar vónir um at vera attraktivt fyri útlendskar serlæknar, er helst neyðugt at gera serliga nógv burtur úr eini lýsing.

 

Tað, sum má sigast at vera tann týdningarmiklasta uppgávan hjá eini leiðslu á einum sjúkrahúsið, er at tryggja sær, at fakliga dugnaligu starvsfólkini trívast. Eydnast tað, er amboðið, sum skal tryggja eina optimala sjúklingaviðgerð, til staðar. Ein aðaltreyt fyri trivnaði á einum arbeiðsplássi sum Landssjúkrahúsinum er, at starvsfólkini regluliga fáa møguleika fyri at fara á skeið og til neyðugu eftirútbúgvingarnar. Sjúklingaviðgerð er ein tænasta, sum broytist alla tíðina, og nýggir hættir og møguleikar taka seg upp alla tíðina. Hesi nýtænastu eiga vit miðvíst at leggja okkum eftir at verða nøkunlunda dagførd í.

 

Tað besta barometri fyri, hvussu góð tænastan er, og hvussu góður trivnaðurin er á einum sjúkrahúsi, er at spyrja sjúklingarnar. Hetta hevur landsstýrismaðurin eisini tikið stig til í farnu tingsetu. Men hetta átti ikki at tikið so langa tíð at gjørt, og er spyrjarin tí forvitin eftir at spyrja, hvussu gongst við hesi kanning.

 

Við hesum viðmerkingum seti eg fram omanfyri standandi fyrispurningar.

 

Á tingfundi 21. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslun samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 26. oktober 2007 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

Hvussu nógvir sjúkrarøktarfrøðingar eru á Landssjúkrahúsinum?

Tann 1. sept. 2007 vóru eini 295 sjúkrarøktarfrøðingar í starvi á Landssjúkrahúsinum, og samsvarar tað við umleið 228 ársverk.

 

1a. Hvussu nógvir sjúkrarøktarfrøðingar mangla til tess at nøkta eina fullgóða tænastu?

Í verandi støðu vanta einir 8-10 sjúkrarøktarfrøðingar í fullari tíð fyri at nøkta ta tænastu, sum rúm er fyri í teimum fíggjarligu og fysisku karmum, sum Landssjúkrahúsið virkar innanfyri, umframt umleið tað sama, orsakað av langtíðarsjúkum.

 

Hóast hesi tøl ikki eru stór í mun til samlaða talið av sjúkrarøktarfrøðingum á Landssjúkrahúsinum, eru tað ávísar tíðir innan ávísar funksjónir, at trotið á sjúkrarøktarfrøðingum við serútbúgvingum kann gera tað trupult at fáa hildið nøktandi støði á virkseminum, t.d. á neonatalfunksjónini (viðgerð og røkt av børnum, ið fødd eru ov tíðliga) og intensiv.

 

1b. Á hvørjari deild er útskiftingin serliga stór/hvør er orsøkin til útskiftingina?

Tær deildir, sum hava havt serliga stóra útskifting, eru: E2/E3 (t.e. ávikavist røktardeild og rehabiliteringsdeild fyri m.a. apopleksisjúklingar, ið húsast í Barakkini), føðideildin og intensiv.

 

Ætlanin er, at E2, sum er røktarheim, skal latast aftur við ársenda 2008. Hetta hevur við sær, at starvsfólk har longu nú eru byrjað at leita sær onnur størv, so hvørt sum tey eru tøk. Størvini á E2 verða ofta sett aftur við heilsuatstøðingum.

 

Sjúklingarnir á E3 skulu, seint í ár ella tíðliga komandi ár, flytast á B7 (høvuðsbygningurin). Hóast tað stendur starvsfólkunum, sum í dag eru í starvi á E3, í boði at koma í annað starv á Landssjúkrahúsinum, eru tað fleiri, sum longu nú hava valt at søkja burtur frá E3.

 

Seinastu tvey árini hevur verið nógv órógv á føðideildini í sambandi við umskipanir av bygnaðarligu viðurskiftunum á deildini. Deildin er ikki enn farin at virka nóg væl, og hevur hetta havt við sær, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar hava søkt burtur frá føðideildini.

 

Á intensiv hevur verið trupult at rekruttera og upplæra serkønar intensiv-sjúkrarøktarfrøðingar.

 

2. Hvussu nógvir læknar/yvirlæknar eru á Landssjúkrahúsinum?

Á Landssjúkrahúsinum eru 24 yvirlæknar/serlæknar, 4 deildarlæknar og 17 yngri læknar, umframt at 8 læknar eru í turnus hjá kommunulæknum.

 

2 a. Hvussu nógvir læknar (fakøki) mangla til tess at nøkta ta tænastu, sum Almanna- og heilsumálaráðið hevur sett sær?

Vísandi til ”Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum”, sum Almanna- og heilsumálaráðið læt úr hondum í vár, verður miðað ímóti at hava 57-62 yvirlæknastørv í sjúkrahúsverkinum. Í mun til tey fakøkir, sum játtan er fingin til á Landssjúkrahúsinum, eru eini 11 vakant størv, har fleiri av hesum funksjónum í dag verða nøktað við konsulentavtalum og vikarum.

 

2b. Hvussu dúgliga (hvar og hvussu ofta) hevur verið søkt eftir hesum ósettu læknastørvum?

Síðani 2002 hevur verið søkt áleið 30 ferðum eftir læknum til ymisk vakant læknastørv. Søkt hevur verið í føroyskum, donskum, norskum, svenskum og íslendskum bløðum og net-dátugrunnum, men dúgligast hevur verið søkt gjøgnum danskar miðlar. Í mun til lýsingatalið, hevur áhugin at søkja størvini verið avmarkaður. Tann veruliga rekrutteringin av læknum hevur víst seg at vera gjøgnum netverk, og at hava gott samband við lærustovnar. Hetta hevur Landssjúkrahúsið seinnu árini valt at brúkt alt meiri orku til í sambandi við rekruttering.

 

3. Hvat heldur landsstýrismaðurin sum heild um trivnaðin á Landssjúkrahúsinum?

Yvirskipað er trivnaðurin á Landssjúkrahúsinum á einari leið. Tó eru tað á summum deildum, at m.a. byggiarbeiði, bygnaðarbroytingar og stórt arbeiðstrýst hava havt við sær, at starvsfólk eru meir strongd enn á øðrum deildum, og at truplari hevur verið at manna deildirnar.

 

3a., b. og c. Fáa starvsfólkini nóg ofta møguleika at fara á skeið og eftirútbúgving? Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu regluliga hesin møguleiki er? Kann landsstýrismaðurin grundgeva fyri orsøkini, um hesin møguleiki ikki er nøktandi?

Hesir spurningar verða svaraðir undir einum.

 

Landssjúkrahúsið kemur í ár at nýta einar 3 mió. kr. til skeið og eftirútbúgving. Í lønarsáttmálanum hjá læknum er staðfest, at teir skulu hava í boði eitt ávíst tal av skeiðdøgum um árið. Fyri røktarstarvsfólk er ein eftirútbúgvingarpolitikkur gjørdur, sum leggur upp til, at starvsfólk innan hetta økið eisini fáa ávísa eftirútbúgving, umframt serútbúgvingar í ávísum sergreinum, ið røktarstarvsfólk skulu røkja. Bæði á lækna- og røktarøkjunum eru útbúgvingartilboðini skipað soleiðis, at førleikin til at røkja uppgávurnar á Landssjúkrahúsinum forsvarliga er til staðar. Havast skal í huga, at tá læknar ella røktarstarvsfólk fara á skeið, skal – umframt skeiðkostnað v.m. – eisini skipast fyri, at frammøtið verður dekkað av øðrum starvsfólki við førleika at røkja uppgávurnar, meðan viðkomandi er burtur. Møguleikin fyri at planleggja virksemið á Landssjúkrahúsinum og dekka frammøtið er ein stór avbjóðing og avmarking í sambandi við skeiðvirksemi, tá starvsfólkatilfeingið er avmarkað.

 

Aðrir starvsbólkar hava eisini møguleika fyri eftirútbúgving. Víst verður til hjálagda útbúgvingarpolitikk á Landssjúkrahúsinum og útbúgvingarpolitikkin fyri røktarstarvsfólk á Landssjúkrahúsinum.

 

Um roknað verður eftir, hvussu nógv í miðal verður brúkt til eftirútbúgving og skeið, er talan um einar 5 tús. kr. um árið fyri hvørt starvsfólk, íroknað kostnað fyri ferðing, uppihald og vistir. Men av tí at læknar sum starvsbólkur og serútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum fara við stórum parti av upphæddini, sum verður nýtt til útbúgving og skeiðvirksemi, verður tøka upphæddin til aðrar starvsbólkar ikki stór. Tað stendur ikki øllum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í boði at koma á skeið ella eftirútbúgving hvørt ár.

 

Av tí at upphæddin er so avmarkað, verður eftirútbúgvingin ofta skipað lokalt ella á annan hátt í nærumhvørvinum fyri at fáa sum mest fyri peningin til skeiðvirksemi. Eftirútbúgvingin er annað enn tað, sum verður lært á einum skeiði. Sambært útbúgvingarpolitikkinum er ein mannagongd fyri, at starvsfólk eru pliktað at greiða starvsfeløgum frá tí, sum tey hava fingið burtur úr skeiðluttøku. Á øðrum økjum er neyðugt við longurvarandi útbúgving (t.d. í intensiv, anæstesi og kardiologi (hjartaøkið) til sjúkrarøktarfrøðingar), meðan eitt praktikktíðarskeið í øðrum førum er tað rætta.

 

Fyri at fáa pláss í fíggjarætlanini fyri m.a. betri menningar- og eftirútbúgvingartilboðum, hevur verið roynt at umleggja virksemið á deildum og harvið rasjonalisera rakstur. Hetta hevur tó bert eydnast í avmarkaðan mun, men av tí at fíggingin av rakstrinum á Landssjúkrahúsinum hevur verið tepur, er vinningurin við umleggingum í stóran mun farin til at dekka útreiðslur til annan rakstur.

 

Landssjúkrahúsið fer í næstum at søka eftir einum menningarleiðara til starvsfólkadeildina, og har útfrá fáa skipað starvsfólkamenningina betur, enn í dag. Landssjúkrahúsið fer eisini í næstum í holt við at gera eina ætlan fyri eini skiftisskipan við onnur sjúkrahús í norðurlondum, har starvsfólk á Landssjúkrahúsinum í styttri ella longri tíð kunnu skifta um starv við eitt starvsfólk á einum av hinum sjúkrahúsunum.

 

5. Er nøgdsemiskanningin millum sjúklingar, sum gongd kom á í vár, liðug?

Kanningin er ikki liðug, men væl á veg og fylgir tí tíðarætlan, ið varð løgd fyri kanningarvirksemi í vár.

 

5a. og b. Um ikki, hvussu gongur við hesum arbeiði? Um ja, nær fær tingið/almenningurin innlit í kanningina?

Kanningararbeiðið og samstarvið við kanningarstovnin í Danmark hevur gingið sera væl. Í løtuni verða tølini greinað av kanningarstovninum í Danmark, og ein frágreiðing skrivað, har føroyska sjúkrahúsverkið verður samanborið við tað danska umframt at føroysku sjúkrahúsini verða samanborðin við hvørt annað. Frágreiðingin verður sambært tíðarætlanini kunngjørd fyri tinginum/almenninginum fyrst í desember.   

 

Málið avgreitt.