S-8 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum  

Orðaskifti

Ár 2007, mikudagin 12. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Kanning vísir, at 15% av næmingunum í fólkaskúlanum verða happað, hvat ætlar landsstýrismaðurin í mentamálum ítøkiligt at gera við hesa ótolandi støðu í gerandisdegnum hjá hesum á leið 1000 næmingunum í Føroyum?
  2. Hevur landsstýrismaðurin nøkur langtíðar mál fyri at basa happingini, og á hvønn hátt ætlar hann at gjøgnumføra hetta í fólkaskúlanum?
  3. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan fyri, hvussu skúlin/skúlaverkið kann hjálpa næmingum og foreldrum teirra, sum eru fyri happing? Ráðgeving, vegleiðing, amboð at basa happing?
  4. Hvussu nógvan pening ætlar landsstýrismaðurin at seta av til hetta økið á komandi fíggjarlóg?

 

Viðmerkingar:

Ein  kanning, sum júst er almannakunngjørd, vísir, at 15% av næmingunum í fólkaskúlanum, eini 1000 børn, javnan verða happað.

 

Hetta eru sera álvarlig tøl og eiga at fáa landsstýrismannin í mentamálum til alt fyri eitt at seta tiltøk í verk og ætlan fyri, hvussu og nær vit skulu hava bast happing í føroyska skúlaverkinum, og at útvega neyðuga fígging av slíkum tiltøkum.

 

Ein háttur at basa happing í skúlunum uppá, er at seta floksins tíma aftur á tímatalvuna hjá øllum næmingum í fólkaskúlanum, men hetta eigur at vera ein floksins tími, har tú gert eina neyva lýsing av, hvat hesin tími skal nýtast til, eina lesiætlan, sum lærarar, næmingar og foreldur kunnu fyrihalda seg til.

 

Frá arbeiðsbólkinum, sum hevur sitið við uppgávuni at gera tilmæli um tiltøk, ið kunnu basa happing, eru komin uppskot um – at kanna happing millum skúlanæmingar og luttaka í altjóða kanning um trivnað – trivnaðarkanning í skúlanum – ábyrgdarpersónar/toymi á hvørjum skúla – lærarar fáa tíð at arbeiða við at menna sosialar førleikar hjá næmingunum m.a. í sambandi við happing – eftirútbúgving av lærarum og skúlaleiðarum – undirvísingartilfar – heimasíðu um happing.

 

Alt hetta eru tiltøk og uppgávur, sum krevja tíð og pening, og kunnu á ongan hátt væntast at verða loystar bara við at leggja hesar uppgávurnar oman á alt tað vanliga skúlaarbeiðið, har denturin og økingin í tímum er ætlað at økja um teir fakligu førleikarnar hjá næmingunum.

 

Øll gransking vísir, at sera neyvt samband er ímillum trivnaðin hjá næmingunum í skúlanum og tað fakligu úrtøkuna hjá tí einstaka. Altso fyritreytin fyri at fáa eitt høgt fakligt støði í føroyska skúlanum er beinleiðis tengt at, hvussu næmingarnir trívast.

 

Aðrastaðni fáa lærarar sokallaða AKT útbúgving, sum merkir atferð, kontakt og trivnaður, fyri betur at vera førir fyri at varpa ljós á næmingar, sum hava ein atburð í skúlanum, sum ger sambandið við aðrar næmingar og vaksin trupult og ávirkar trivnaðin hjá teimum sjálvum og øðrum.

 

Hesir lærarar skulu arbeiða ítøkiliga við atferð, samskifti og trivnaði hjá næmingunum í skúlanum.

At fáa eftirútbúgving sum AKT-lærari tekur umleið 90 tímar, og áttu vit sum skjótast at fingið útbúgvið fólk soleiðis, at allir skúlar í landinum høvdu útbúnar lærarar røkja uppgávuna fyri trivnaðinum og ímóti happingini á skúlunum í Føroyum.

 

Eg vóni við hesum fyrispurningi at kunna varpa ljós á trupulleikan og fáa landsstýrismannin í ein konstruktivan dialog og at fara undir at seta munagóð tiltøk í verk beinanvegin.

 

Á tingfundi 13. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 26. oktober 2007 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

Ad. 1.: Úrslitið av kanningini vísti, at støðan var verri, enn hildið hevur verið. Hinvegin er tað eingin orsøk til at halda, at støðan viðvíkjandi happing millum skúlanæmingar er øðrvísi hjá okkum enn aðrastaðni. Hetta er sera álvarsligt, at 15 % av næmingunum í fólkaskúlanum siga seg verða happaðar, og tað ætli eg at gera nakað við.

 

Vit hava havt varhugan av, at ein ávís happing hevur verið, og tí hevur Mentamálaráðið í fleiri ár skipað fyri skeiðum fyri lærarum og skúlaleiðarum til tess at geva teimum  nøkur amboð í arbeiði teirra at skapa betri trivnað í skúlunum.

 

Eisini hevur Mentamálaráðið skipað fyri skeiðum og útbúgving fyri skúlaleiðarar bæði við atliti at fyrisiting, námsfrøði, sjálvsmenning og starvsfólkaleiðslu.

 

Síðani skúlaárið 2003/04 hava skúlarnir arbeitt við at seta í verk menningarætlan, har eitt av høvuðsevnunum er trivnaður/happing. Skúlarnir hava lýst støðuna, sett mál og gjørt eina virksemisætlan fyri at menna trivnaðin og fyribyrgja happing. Skúlarnir hava víst á, at tørvur er á ítøkilgum amboðum bæði til at fyribyrgja happing og at loysa truplar støður, har happing fer fram.

 

Við atliti at hesum arbeiði hevur Mentamálaráðið, umframt frammanfyri nevndu skeið, sett í verk eina miðvísa skipan, soleiðis at nakrir lærarar í hvørjum skúla hava ognað sær serligan førleika til at fyribyrgja happing og loysa støður, har happað verður. Hesir lærarar eru eitt toymi í skúlanum, sum hjálpir flokslærarum og øðrum lærarum í tí einstaka flokkinum við at loysa happingartrupulleikar og at fyribyrgja happing. Eisini eiga teir at vera ein hjálp hjá leiðslu skúlans í sambandi við menningarætlanina og at gera trivnaðarætlan.

 

Ad. 2.: Aðalmálið eigur altíð at vera, at als eingin happing skal vera millum skúlanæmingar. Hetta er grundað á tann veruleika, at trivnaður er fortreytin fyri hollari læring, og at eingin hevur rætt til at gera seg inn á onnur óansæð útsjónd ella førleikar. Tað er neyðugt, at lærarar og øll, ið eru um børnini í skúlatíðini, hava førleika at geva børnunum ein innihaldsríkan skúladag bæði við atliti at læring og sosialum trivnaði. Skúlans fremsta uppgáva er, at næmingarnir búnast bæði fakliga og sosialt, at teir fáa avbjóðingar og eina dygdargóða undirvísing.

 

Eg havi fingið nøkur tilmæli um, hvat kann gerast til tess at basa happingini í fólkaskúlanum. Hesi fata m.a um trivnaðarætlanir, ábyrgdarpersónar og – toymi á øllum skúlum, eftirútbúgving av lærarum, undirvísingartilfar v.m. Ætlan mín er at arbeiða víðari við hesum tilmælum til tess at vita, hvat er skilagott at seta í verk.

 

Ad. 3.: Ásannandi, at happing er eitt fyribrigdi, sum ikki bert finst innan skúlans gátt, er neyðugt framhaldandi at upplýsa og kunna øll, sum varða av skúlanum um hetta vandamál, og framhaldandi at hava eitt orðaskifti um hetta. Í hesum sambandi er ikki minst leiklutur foreldranna ógvuliga týdningarmikil.

 

Viðvíkjandi amboðum at basa happing hevur Mentamálaráðið  millum annað skipað fyri skeiðnum ”Eingin happing”, har Helle Høiby, ið er serkøn á økinum, hevur undirvíst. Helle Høiby er lærari og sálarfrøðingur og hevur skrivað bøkurnar "Ikke mere mobning" og ”Klassemødet – Grundlag for trivsel." Allir luttakarar hava fingið hesar bøkurnar, ið vísa á góð amboð til tess at basa happing.

 

Endamálið við skeiðnum er at geva skeiðsluttakarunum vitan um happing og ítøkilig amboð til at fáa innlit í tað sosiala lívið í einum flokki og at steðga møguligari happing. Á skeiðnum verður m.a. hugtakið happing viðgjørt og munurin millum happing og vanliga arging, at læra at lurta og tosa við næmingar, tann trupla samrøðan og fundarteknikkur, og at loysa ósemjur í flokkinum.

 

Umframt, at nakrir lærarar á hvørjum skúla hava luttikið á hesum skeiði, hava eisini styttri skeið verið fyri øllum lærarum skúlans, soleiðis at skúlin kann leggja eina miðvísa ætlan og arbeiða sum ein eind til tess at fyribyrgja happing. Harumframt hava nakrir skúlar skipað fyri kunning og orðaskifti  fyri foreldrum um evnið.

 

Við framhaldandi eftirútbúgving verða amboð til tess at basa happingini veitt skúlum og lærarum, umframt at næmingar, foreldur, lærarar og skúlar kunnu fáa ráðgeving frá serútbúnum lærarum, skúlasjúkrasystrum og ráðgevum í teimum sernámsfrøðiligu tænastueindunum, sum verða settar á stovn kring landið.   

 

Ad. 4.:  Peningur til hetta endamál er partur av samlaðu játtanini til fólkaskúlan, har m.a. tíð verður sett av í virksemisætlanini hjá lærarum, og ávís upphædd verður sett av til eftirútbúgving.

 

Svarini  upp á skrivligu fyrispurningarnar S-8 og S-9/2007 vórðu viðgjørd undir einum. Málið avgreitt.