S-9 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð 

Orðaskifti

Ár 2007, mikudagin 12. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Kanning vísir, at 10% av næmingunum í 8. flokki hava roynt sjálvmorð, hevur landsstýrismaðurin tikið ítøkilig stig til tess at veita hesum næmingum og foreldrum teirra hjálp og ráðgeving, sum eru í kreppu vegna sjálvmorðshugsanir og -royndir?
  2. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at kanna, hvussu umfatandi hetta fyribrigdið er í fólkaskúlanum og miðnámsskúlunum og hví? Um ja, hvørji? Um nei, hví?
  3. Ætlar landsstýrismaðurin at kanna, um samanhangur kann staðfestast at vera ímillum happing í skúlanum og tølini av ungum, sum hava roynt sjálvmorð í Føroyum?
  4. Hvussu nógvan pening ætlar landsstýrismaðurin at seta av til hetta økið á komandi fíggjarlóg?

 

Viðmerkingar:

Ein kanning, sum er almannakunngjørd í summar, vísir, at av øllum 8.-floks næmingum í fólkaskúlanum hevur tíggjundi hvør roynt sjálvmorð av sálarligu sjúkuni eftirvirkandi strongd. Tað vil siga á leið 70 ungfólk bara í einum aldursstigi í fólkaskúlanum, óhugnaligt at hugsa sær, um hetta sama mynstrið kanska eisini teknar seg til aðrar aldursbólkar, so sum 7. , 9. og 10. flokkar í fólkaskúlanum og  byrjanini av miðnámsútbúgvingunum, tá kann talið lættliga vísa seg at koma upp á eini 3 – 400 ungfólk. Vónandi er talið ikki so stórt. Men eru hetta undir øllum umstøðum ræðandi tøl, sum krevja bæði gjølligari kanningar fyri at staðfesta tað nágreiniliga talið á ungfólki, sum hava tørv á hjálp, og tiltøkum, sum kunnu fyribyrgja og viðgera tey ungu við trupulleikum.

  

Seinastu tíðina hava fleiri viðmerkingar verið at sæð í bløðunum, sum allar benda á tað borðið, at støðan veruliga er hættislig og krevur, at tiltøk verða sett í verk alt fyri eitt.

 

Nøkur úttalilsi av hesum eru:

 

“Og mong av teimum hava somikið álvarsligar trupulleikar, at teimum veruliga tørvar hjálp.”

 

“Føroyska psykiatriin fyri børn og ung er ov skirvislig - Eingin tekur ábyrgdina av tryggleikanum hjá børnunum.”

 

ShimShimShimRingast er seksuell misnýtsla og harðskapur - Deyði, sjálvmorðsroynd, ferðsluvanlukkur, hjúnaskilnaðir og kynslig misnýtsla eru upplivingar, ið føroyskar gentur og føroyskir dreingir halda vera ringast at bera.”

 

“Tey ungu siga seg hava gjørt so stóran skaða á seg sjálvi, at tey meta tað sum sjálvmorðsroynd. Hetta er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi, tí hini londini hava líknandi gongd. Men eg haldi tað vera týdningarmikið og áhugavert at fara til botns í hesum málinum og kanna, hvat hetta er fyri nakað. Hvat er tað, sum ungdómurin roynir at siga okkum við hesum.”

 

Alt hetta til samans vísir okkum, at okkurt munagott eigur at verða gjørt, og vóni eg við hesum fyrispurningi at kunna varpa ljós á trupulleikan og fáa landsstýrismannin í ein konstruktivan dialog og at fara undir at seta munagóð tiltøk í verk beinanvegin.

Á tingfundi 13. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 26. oktober 2007 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

 

Ad. 1.: Skipanin er, at tá ið skúlarnir varnast, at næmingar hava trupulleikar, so venda teir sær til Sernámsdepilin ella ta sernámsfrøðiligu ráðgevingina í økinum fyri at fáa serkøna hjálp til hesar næmingar og vegleiðing til skúlar um, hvussu tílík mál eiga at vera viðgjørd. Landsstýrismaðurin er hvørki frá skúlunum ella Sernámsdeplinum kunnaður um, at hetta er ein umfatandi trupulleiki í skúlunum. Heldur ikki hava skúlaleiðararnir boðað frá hesum. Í tveimum førum er Mentamálaráðið kunnað um, at næmingar hava havt trupulleikar, og hava hesir skúlar fingið hjálp og ráðgeving til tess at hjálpa hesum næmingum.

 

Ad. 2.: Landsstýrismaðurin hevur tikið stig til at seta á stovn sernámsfrøðiligar tænastueindir kring landið, so skjót hjálp og fyribyrgjandi tiltøk kunnu verða veitt skúlunum. Eisini fer landsstýrismaðurin at venda sær til hesar stovnar at biðja teir kanna, hvussu støðan er við atliti at nevnda kanningarúrsliti.

 

 

Ad. 3.: Víst verður til svarið í spurningi 2. Harumframt hevur landsstýrismaðurin júst gjørt kanning um happing í fólkaskúlanum, og fer henda kanning sjálvsagt at verða nýtt sum samanberandi grundarlag fyri øðrum tiltøkum um trivnað.

 

Landsstýrismaðurin hevur eisini lagt áherðslu á, at allir lærarar fáa kunnleika og amboð í sínum arbeiði til at fyribyrgja og steðga happing. Higartil hava umleið 100 lærarar ognað sær serligan førleika á hesum øki, umleið 2-5 lærarar í hvørjum skúla í mun til skúlastødd. Ætlanin er, at hesir lærarar skulu ráðgeva hinum lærarunum í skúlanum og saman við leiðsluni gera manngongd fyri arbeiðið at fyribyrgja og steðga happing, og gera trivnaðarætlan fyri skúlan. Harumframt hevur styttri skeið verið fyri øllum lærarunum í flestu skúlum fyri at geva teimum serligan kunnleika at varnast happing og seta tiltøk í verk skjótast gjørligt.

 

Ad. 4.: Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um fíggjarárið 2008 at nýta kr. 3,4  mió. til sernámsfrøðiligar tænastueindir, sum m.a. skulu veita næmingum viðgerð og veita leiðslum, lærarum og foreldrum ráðgeving í sernámsfrøðiligum spurningum.             

Svarini  upp á skrivligu fyrispurningarnar S-8 og S-9/2007 vórðu viðgjørd undir einum.  Málið avgreitt.