S-11 Fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, viðvíkjandi møguleikanum hjá føroyingum at veiða makrel 

Orðaskifti

Ár 2007, mikudagin 12. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt til tess at tryggja føroyingum lut í stóru økingini í makrelveiðuni um okkara leiðir?
  2. Um einki er gjørt, hvørji stig fer landsstýrismaðurin at taka til tess, at vit fáa øktan lut í makrelveiðuni?
  3. Á hvønn hátt fer landsstýrismaðurin at skjalprógva okkara veiðirættindi til makrel í framtíðini?
  4. Hvussu stóran fíggjarligan týdning hevur makrelveiða føroyinga fyri einstøku reiðaríini og føroyska samfelagið sum heild?
  5. Hvønn fíggjarligan týdning fyri føroyska samfelagið kann ein øktur lutur í makrelveiðu hava?

 

Viðmerkingar:

Í summar hevur verið at frætt um stóra øking í makrelveiðuni um okkara leiðir. Nógv hevur verið at fingið í føroyskum og norskum sjógvi, men tað, sum er serligt, er, at eisini sera nógv hevur verið at fingið í íslendskum sjógvi.

 

Makrelur er eitt tað virðismiklasta fiskaslagið, føroyingar veiða. Kvotan fyri 2007 er smbært avtalu millum strandarlondini 23.134 tons. Føroyski parturin er 4,63% av heildarkvotuni. Hetta var úrslitið av samráðingunum millum strandarlondini ES, Føroyar og Noreg. Londini komu ásamt um, at heildarkvotan í 2007 skal vera 500 tús. tons.

 

Ein partur av heildarkvotuni av makreli er settur av til altjóða sjógv og verður reguleraður í NEAFC. Ásetingin av heildarkvotuni fyri 2007 er gjørd við støði í veiðisetninginum hjá strandarlondunum og eftir tilmælinum frá ICES. Í seinastu ráðgevingini sigur ICES, at ein heildarkvota millum 390.000 tons og 509.000 tons er innan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar.

 

Seinastu árini er komið fram, at í onkrum londum hava verið trupulleikar við eftirlitinum við landingum, veiðifráboðanum og útblaking, so at samsvar ikki er millum almennu veiðihagtølini og tað, ið veruliga verður fiskað av makreli.

 

Í tíðindaskrivi frá oktober 2006 sigur landsstýrismaðurin at:

 

“- Tað er umráðandi, at fiskiskapurin av felagsstovnum sum makreli, svartkjafti og norðhavssild fer fram undir skipaðum viðurskiftum. Semjan um makrelin er eitt dømi um, at tað við samstarvi millum strandarlond ber til at skipa fiskiskapin á ein lívfrøðiliga forsvarligan hátt, sum samstundis gevur vinnuni stabilar karmar at virka innanfyri. Tað er hetta, sum í longdini tænir øllum pørtum, sigur hann”

 

Samstundis hava íslendingar, sum sambært  NEAFC ikki er strandarland fyri makrel, í summar veit 30.000 t av makreli. Henda veiða er landað til mjøl- og oljuverksmiðjurnar í Íslandi og hevur eitt  avreiðingarvirði upp á umleið 300 mió. kr.

 

Tann einasti rætturin, íslendingar hava at veiða makrel, er sambært føroysku fiskiveiðiavtaluni  við Ísland, har teir hava rætt at veiða 1400 t av makreli í okkara sjógvi.

 

Sambært tí, sum í summar er farið fram viðvíkjandi makrelveiðuni, er júst eitt dømi um, at fiskastovnar mennast og broyta ferðingarmynstur, meðan tær altjóða avtalur, sum verða gjørdar, als ikki taka hædd fyri hesum lívfrøðiligu broytingum.

 

Trupulleikin verður so hjá okkum, at makrelurin kanska nýtir okkara sjóøki sum vakstrarøki í nógv størri mun enn tey 4,63 %, sum vit sambært avtalu í NEAFC hava rætt til, meðan íslendingar ongan rætt hava.

 

Tí henda fyrispurning fyri at fáa greiði á, hvat landsstýrismaðurin ger fyri at laga okkara avtalur við onnur lond til tann lívfrøðiliga veruleikan, og hvat vit gera fyri at dokumentera hesar broytingar.

 

Á tingfundi 13. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 26. oktober 2007 svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

Til nr.  1, 2 og 3

Av tí at spurningur 1, 2 og 3 snúgva seg um viðurskifti, sum eru so nær tengd saman, havi eg valt at svara hesum spurningum undir einum.

 

Føroyar hava síðani 2000 verið partur av strandarlandasamstarvinum um makrel í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Hini strandarlondini eru ES og Noreg.

 

Samstarvið ber í stuttum í sær, at hesi trý londini áseta eina strandarlandakvotu fyri makrel, sum síðani verður býtt millum tey, samstundis sum ein partur verður settur av til altjóða sjógv, ið verður reguleraður í NEAFC.

 

Føroyski parturin er 5,48 % av makrelkvotuni, sum strandarlondini áseta sínámillum fyri tann norðara partin av makrel­stovninum. Hesin parturin er grundaður á semju, sum eftir drúgvar tingingar millum Noreg, Føroyar og ES varð gjørd á heysti 1999. Hóast tað í teimum árligu makrelavtalunum á hvørjum ári hevur verið endurtikið, at talan ikki er um eitt fyri allar tíðir bindandi býti, so hevur spurningurin um eitt øðrvísi býti ikki verið umrøddur millum strandarlondini síðani 1999.

 

Seinastu árini er staðfest, at makrelur er longur vesturi og serliga longur norðuri enn árini frammanundan. Talan er um allar støddir av makreli. Granskarar meta, at makrelstovnurin sum heild hevur flutt seg longur norður. Hildið verður, at hetta kann koma av hitabroytingum í sjónum.

 

Nógvur makrelur hevur verið at sæð í føroyskum og íslendskum sjógvi í summar. Skipini, ið fiskaðu norðhavssild í føroyskum øki norðanfyri, rýmdu longur norður, fyri at sleppa undan makrelinum sum hjáveiðu. Eisini svartkjataskipini og ísfiskatrolarar hava fingið makrel sum hjáveiðu.

 

Hinumegin markið hava íslendingar fiskað góð 30.000 tons til fyrst í september. Makrelur hevur onkuntíð verið fiskaður í íslendskum sjógvi áður, men tað er óvanligt, at so nógv verður fiskað.

 

Í føroyskum og norskum øki hevur veiðan ikki verið munandi størri enn undanfarin ár. Hvørki føroyingar ella norðmenn hava fiskað nakað serligt av makreli higartil í ár. Norðmenn eru júst byrjaðir í Norðsjónum, og føroysku skipini byrja vanliga síðst í september ella fyrst í oktober at fiska makrel í norskum sjógvi. Fíggjarliga loysir tað seg nógv betur at fiska makrelin í norskum sjógvi enn í føroyskum sjógvi.

 

Fundur millum strandarlondini um makrel verður í Oslo seinast í oktober. Har fara Føroyar, ES og Noreg sínámillum at umrøða støðuna hjá stovninum og fiskiskapin komandi ár. Á skránni er eisini økta makrelveiðan í 2007 hjá serliga londum, sum ikki verða roknað sum strandarlond.

 

Spurningurin um nýtt og øðrvísi býti av makrelinum hevur sum sagt ikki verið á dagsskrá í strandarlandasamstarvinum síðani 1999. Spurningin um broytta útbreiðslu av makrelinum longur vestur- og norðureftir, sum er staðfest seinastu árini, gevur grundarlag fyri øðrvísi skipan enn henni, sum hevur verið síðani 1999, velji eg at lata standa ósvaraðan í hesum umfari. Grundin er, at eg meini, at tað er sera umráðandi, at strandarlondini fyrst tosa saman á fundinum í Oslo í oktober.

 

Vanligi hátturin at skjalprógva veiðirættindi hjá ferðandi fiskastovnum er, hvussu nógv verður fiskað í eins egna sjógvi. Harumframt hevur tað týdning, hvussu nógv eins egni floti hevur fiskað á øllum leiðum.

 

Føroyar løgdu undir samráðingunum um strandarlandaavtaluna dent á útbreiðsluna av makreli í føroyskum sjógvi. Útbreiðslan varð serliga prógvað við støði í tí russiska fiskiskapinum í føroyskum sjógvi, sum var heimilaður sambært sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland.

 

Onnur viðurskifti, sum ávirka støðutakanina til eitt býti, eru úrslit av vísindaligum kanningum av útbreiðsluni. Í sambandi við sínámillum fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Russland hevur verið avtalað, at Russland ger vísindaligar kanningar av makreli í føroyskum sjógvi. Fiskirannsóknarstovan hevur einstøk ár verið við í hesum kanningararbeiði. 

 

Føroyar hava annars ikki havt tradisjón fyri at gera serligar kanningar av makrelstovninum í føroyskum sjógvi ella luttikið í teimum serligu afturvendandi makrelrannsóknunum í Norðsjónum og í Norðurhøvum.

 

Ásannandi, at ein virkin lutur innan fyri rannsóknir er ein fyrimunur, tá samráðst verður um fiskiskap millum lond, skal eg nevna, at í 2007 varð játtanin hjá Fiskirannsóknarstovnuni hækkað júst fyri, at Føroyar kunnu verða meira virknar í rannsóknum innan pelagisk fiskasløg og tí umhvørvi, sum tey ferðast í.

 

Avtalan millum Føroyar og Noreg um atgongd at fiska makrel hjá hvørjum øðrum heimilar føroysku skipunum at fiska alla teirra kvotu í norskum sjógvi.[1] Av tí at prísurin er best fyri makrelin ta árstíðina, tá hann er í norskum sjógvi, velja skipini sjálvsagt at leggja fiskiárið soleiðis til rættis, at makrelurin verður fiskaður í norskum sjógvi. Tí fiska føroysk skip vanliga ikki makrel í føroyskum sjógvi ella í Norðurhøvum annars. Tískil hevur tað ikki minni týdning, at onnur føroysk skip eygleiða og boða frá, tá tey verða varug við makrel í føroyskum sjógvi, so hetta kann verða skrásett. Eygleiðingar hjá skipum hava eisini týdning fyri at skjalprógva útbreiðsluna av makreli í føroyskum sjógvi.

 

Sum landsstýrismaður fari eg umframt at virka fyri, at ikki bara beinleiðis veiða eftir makreli, men eisini hjáveiða í føroyskum sjógvi verður skjalfest. Ætli í næstum, í samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna, at senda føroyskum fiskiskipum, sum fiska í føroyskum sjógvi, skriv, har heitt verður á tey um at boða frá leið, stødd og nøgd, um makrelur er í veiðuni.

 

Sambært granskarum og fiskimonnum er mest sannlíkt, at umhvørvið og harvið umstøðurnar hjá øllum livandi í havinum broytast. Broytingar síggja eisini út til at hava stórt árin á fiskastovnarnar og teirra ferðingamynstur. Tí havi eg sett mær fyri í næstum, saman við Fiskirannsóknarstovuni, at gera eina lýsing av, hvørji øki eru, har rannsóknir í størri mun eiga at verða gjørdar, fyri m.a. at lýsa broyttu útbreiðsluna av ferðandi fiskastovnum í okkara sjóøki betur.

 

Saman við øðrum viðkomandi tilfari verður hetta við til at undirbyggja okkara áhaldandi krøv um okkara part av teimum ferðandi fiskastovnunum í Norðurhøvum.

 

Til nr. 4

Fyri einstøku reiðaríini hevur makrelveiðan uppá seg stóran fíggjarligan týdning.

Týdningurin, sum íkastið frá makrelinum hevur á samlaða avreiðingarvirðið hjá nótaskipunum, kann skifta frá einum ári til annað; tað veldst um nøgdir og prís á makreli og nøgdir og prís á hinum høvuðsfiskasløgunum hjá nótaskipunum (svartkjaftur, sild og lodna).

 

Tølini hjá Fiskiveiðieftirlitinum vísa, at seinastu árini hevur avreiðingarvirðið á makreli í miðal verið ein góður triðingur av samlaða árliga avreiðingarvirðinum hjá skipunum, sum hava loyvi at fiska makrel. Í nøgd hevur makrelur í meðal verið um 9 prosent av samlaðu avreiðingunum hjá somu skipum.

 

Fíggjarligi týdningurin, sum makrelveiða føroyinga hevur fyri samfelagið, kann greinast og lýsast á ymiskan hátt við búskaparligum lyklatølum. Ein háttur er at vísa útflutningsvirðið á makreli sum partur av samlaða føroyska vøruútflutninginum. Sambært tølunum fyri uttanlandshandil Føroya hjá Hagstovuni hevur makrelur seinastu árini umboðað millum 1,5% og 4% av samlaða vøruútflutninginum – í miðal o.u. 3%. Í sama tíðarskeiði hevur útflutningurin av makreli verið gott 1% í miðal um árið í mun til BTÚ.

 

Til ber at gera aðrar víðfevndari greiningar av fíggjarliga týdninginum, makrelveiða føroyinga hevur fyri føroyska samfelagið sum heild. Eitt nú at hyggja nærri at virknaðinum av inntøkum, hýrum o. ø. frá makrelveiðuni ella avleiddum virksemi í øðrum vinnugreinum.

 

Til nr. 5

Tað er torført at siga ítøkiliga, hvønn fíggjarligan týdning fyri føroyska samfelagið ein øktur lutur í makrelveiðu sum so kann hava, tí tað eru so nógv viðurskifti, sum kunnu hava ávirkan á, hvussu úrslitið verður, tá ið avtornar.

 

Avgerandi fyri metingina av fíggjarliga týdninginum er, hvørjum økti luturin í makrelveiðuni er eitt úrslit av. Siga vit, at økti luturin, sum er eitt úrslit av verandi býti í strandarlanda­sarmstarvinum, verður broyttur soleiðis, at vit fáa meira, samstundis sum onnur fáa minni, merkir hetta – alt annað óbroytt – at føroyska heildarkvotan hækkar, at skipini fáa størri makrelkvotu, at landaðar nøgdir og virði gerst størri, og at útflutnings- og aðrar inntøkur til føroyska samfelagið vaksa.

 

Men hugsa vit okkum hinvegin, at økti luturin í makrelveiðuni t.d. stavar frá, at vit og onnur lond hvør í sínum lagi fara at áseta størri heildarkvotur á makreli og fara at fiska meira av makreli, nýtist hetta ikki at merkja, at fíggjarliga úrtøkan til samfelagið verður samsvarandi størri.

 

Tí er metingin av fíggjarliga týdninginum fyri samfelagið av einum øktum føroyskum luti í makrelveiðuni ikki bert ein spurningur um, at vit fáa rúmari veiðimøguleikar. Tað, sum hevur minst líka stóran týdning fyri fíggjarligu úrtøkuna hjá vinnu og samfelagi burtur úr makrelveiðuni, er, hvussu avreiðingarprísurin á makreli verður frameftir.

 

Her er vert at hava í huga, at avreiðingarprísurin á makreli m.a. er ávirkaður av samlaða útboðnum av makreli á marknaðinum. Tí kann tað, sum frá líður, ávirka avreiðingarprísin á makreli, um makrelveiðan í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum verður størri, og meiri makrelur kemur á marknaðin.

 

[1] Føroyar hava atgongd at fiska 3% av heildarkvotuni í norskum sjógvi umframt ta kvotu, sum er partur av vanligu fiskiveiðiavtaluni. Fyri 2007 er tað 15.000 tons +1.243 tons. Tøka makrelkvotan hjá føroysku skipunum í 2007 er 13.260 tons tilsamans.

Málið avgreitt