Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

37 . fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 2. desember, kl. 12.05 varð tingfundur settur.

 

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Bjørn Kalsø og Jacob Vestergaard, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtings­lóg fyri november 2005-2
Uppskotið samtykt 31-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.  
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 2. desember 2005, kl. 12.10  við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005-2

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2005: Uppskot til broytingar í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2005: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2005
Málið verður beint í
fíggjarnevndina.

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um búskaparráð
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

8.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi hægri útbúgving og gransking innan føroyska løgfrøði

9.      Framløga

 

Fundur lokin kl. 12.07

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari