Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004
43. fundur
Ár 2005, mikudagin 16. februar kl. 13.35 varð tingfundur settur.
Kjartan Joensen, løgtingsmaður, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
Munnligir fyrispurningar
2.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
27/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum
Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen, um at
beina málið aftur í nevnd samtykt
14-0-13.
Málið beint aftur í fíggjarnevndina.
3.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
32/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og
Skattafyrisiting
§§ 1 og 2 samtyktar
27-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3.
viðgerð.
4.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
35/2004: Uppskot til samtyktar um at taka óárinið frá Karsten Hansen,
løgtingsmanni
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
5.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir
Bill Justinussen og
Jenis av Rana, vegna Miðflokkin, hava
lagt fram tingmál
nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku, og at
uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum
nr. 28/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lógina um
millumtjóða revsidómstólin, og
nr. 29/2004: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2003
og 2004 um frágreiðing um virki ráðsins í 2004.
Formaðurin setti næsta fund at verða
hósdagin, 17. februar 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
1.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
38/2004: Uppskot til samtyktar um at fyrireika uppskot til játtanarlóg
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
2.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
36/2004: Uppskot til løgtingslóg um
skráseting av útflutningi av vørum
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
3.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
37/2004: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um inn- og
útflutning av fiski og fiskaúrdráttum
Málið verður beint í vinnunevndina.
4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilboði til allar kvinnur í Føroyum til mammografikanningar.
5. Svar upp á fyrispurningr nr. 100-19/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni ikki elva til avleiðingar.
6. Framløga
Fundur lokin kl. 16.31.
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari