32  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 26. januar, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til 

 løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting  

§ 1

Í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og Skattafyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, verður henda broyting gjørd:

Í § 22, eftir stk. 6 verður sum nýtt stk. sett:

“Stk. 7. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um starvsskipan og freistir í sambandi við kæruviðgerð hjá Skatta- og Avgjaldskærunevndini.”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur við hesum fram lógaruppskot, har mælt verður til, at landsstýrismaðurin fær heimild at áseta reglur fyri kæruviðgerðini hjá Skatta- og Avgjaldskærunevndini.

Lóg um Toll- og Skattafyrisiting varð sett í gildi 1. januar 1998. Føroya Kærustovnur hevur virkað sum skrivstova hjá Skatta- og Avgjaldskærunevndini síðan 1. juni 1998. Royndirnar frá kæruviðgerðini í hesum tíðarskeiði gera, at mett verður, at tíðin nú er komin til at fáa gjørt eina starvsskipan fyri nevndina.

Í hesum tíðarskeiði hava ymiskir spurningar stungið seg upp. Spurningar, sum ikki kunnu svarast út frá teimum fáu greinunum um Skatta- og Avgjaldskærunevndina í lóg um Toll- og Skattafyrisiting. Í flestu førum metir nevndin seg hava funnið fram til hóskandi mannagongdir. Men ásannast má, at best hevði verið, um ein starvsskipan varð gjørd fyri nevndina, sum tók støðu til flestu spurningarnar viðvíkjandi kærugongdini soleiðis, at øll eru greið yvir, hvussu kæruviðgerðin fer fram. Hetta hevði eisini gjørt, at meiri opinleiki var um kærugongdina, og at kærarin hevði verið fullgreiður yvir, hvørji krøv verða sett honum, og hvørji rættindi hann hevur. 

Til samanberingar kann nevnast, at lóg um Toll- og Skattafyrisiting gevur landsstýrismanninum heimild til at gera eina starvsskipan, sum kommunalu skattakærunevndirnar skulu arbeiða eftir, smb. § 15, stk. 1. Við hesari heimild er kunngerð um starvsskipan fyri kommunalar skattakærunevndir gjørd. Líknandi heimild er ikki ásett í lógini fyri Skatta- og Avgjaldskærunevndina.  

Við hesum verður gjørd heimild til at áseta reglur fyri Skatta- og Avgjaldskærunevndina.  

Avleiðingar av uppskotinum

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. Uppskotið hevur heldur ikki við sær fíggjarligar avleiðingar fyri land, kommunur og fyri pláss/øki í landinum. Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur sosialar avleiðingar við sær fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir, harafturímóti hevur tað fíggjarligar avleiðingar fyri hesar bólkar og fyri vinnuna.

 

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar sam­felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Nej

Nej

Nej

Nej

Nej

Umsitingarligar
avleiðingar

Nej

Nei

Nei

Nei

Nej

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 Serligar viðmerkingar

Til § 1

Ætlanin er, at kunngerð skal gerast, sum ásetir mannagongdina fyri innlatan av kæru, nevndarviðgerðini, umboðan, afturkalling, uppafturtøku o.s.fr.  

Til § 2

Lógarbroytingin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

1. viðgerð 2. februar 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 10. februar 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landstýrið, hevur lagt málið fram tann 26. januar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 2. februar 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 3. og 10. februar 2005.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

 

2. viðgerð 16. februar 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 24. februar 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 15 frá 04.03.2005