43  Uppskot til  samtyktar um ungdómsluttøku

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2005, 16. februar, løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

Heitt verður á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot, ið skal tryggja føroyskum ungdómi undir 23 ár beinleiðis umboðan í almennum nevndum, ráðum og stýrum, har hetta er gjørligt og ráðiligt í mun til ta ábyrgd, sum í nøkrum førum áliggur almennum umboðum, og sum inniheldur reglur og mannagongdir fyri vali av ungdómsumboðum.  

 

Viðmerkingar

Uppskotssetararnir meta, at føroyskur ungdómur í størri mun eigur at vera beinleiðis umboðaður í almenna politiska umhvørvinum. Millum ung finnast rák og hugsanir, sum eiga sín natúrliga rætt til umboðan, og ivaleyst eru ungdómsumboð tey bestu at bera síni sjónarmið fram. Nógvar nevndir, ráð og stýri eru, sum almenni myndugleikin varðar av. Tí eigur almenni myndugleikin at taka ítøkilig stig til tess at tryggja Føroya ungdómi lut í hesum sessum í tann mun, tað er gjørligt og ráðiligt.

 

Endamálið er, at ung undir 23 ár úr ymsum pørtum av landinum skulu gerast ein virknari partur av fólkaræðinum. Somuleiðis er endamálið at kveikja og halda uppi áhugan millum ung fyri luttøku í almenna orðaskiftinum um samfelagslig viðurskifti og at betra um góðskuna av tí arbeiði, sum nevndir, ráð og stýrir avrika.

 

Uppskotssetararnir halda, at sami persónur kann bert verða valdur eina ferð.

 

Uppskotssetararnir halda, at tá nevnd, ráð ella stýri verða vald, skal landsstýrismaðurin/

myndugleikin á økinum alment lýsa eftir uppskotum til nevndarlimir. Hugsanin er, at vald ungdómsumboð í tann mun, tað er gjørligt, koma úr skipaðum umhvørvi, eitt nú úr miðnámsskúla, ungdómsfelagsskapi, ítróttafelagsskapi, samkomufelagsskapi ella øðrum, har tað er møguligt at vera eitt bindilið millum almenna myndugleikan og ungdómin. Reglur kunnu gerast fyri, at ungdómsumboð á hvørjum  ári lata úr hondum egna og stutta frágreiðing um virksemið til kunningar hjá øllum áhugaðum. og við serligum atliti til sítt egna nærumhvørvi.

 

Tá ungdómsumboð verða vald eftir hesum uppskoti, eiga landafrøðilig atlit eisini havast í huga, so spjaðingin av ungdómsumboðum kring landið verður so víð sum tilber.

1. viðgerð 24. februar 2005. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 14. mars 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 16. februar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 24. februar 2005 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 2., 7. og 14. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Ungdómsráð, umboð fyri politisku ungmannafeløgini, landsstýrismannin í mentamálum og landsstýrismannin í innlendismálum. Frá Føroya Ungdómsráð fekk nevndin eina frágreiðing, sum Norden hevur gjørt um møguleikan fyri ávirkan hjá ungdóminum, og ein faldara, sum Føroyar Ungdómsráð hevur gjørt um fyribyrging av kynsligari misnýtslu í feløgum.

 

Fleiri av teimum, sum nevndin hevur haft fund við, hava gjørt vart við, at aldurmarkið fyri at kunna luttaka í ymiskum ungdómsvirksemi er hægri enn 23 ár. Í Føroyum er aldursmarkið í nógvum førum 30 ár. Nevndin ivast tí í, um  tað er rætt at hava eitt 23 ára aldursmark fyri ungdómsumboðan í almennum nevndum, ráðum og stýrum.

 

Eisini hava fleiri av teimum ungu, sum nevndin hevur haft fund við, ført fram, at dentur eigur at verða lagdur á førleikan hjá teimum ungu. Tað kann vera ein partur av førleikanum at vera ungur, men tað er týdningarmikið eisini at leggja dent á førleikan annars, soleiðis at ung umboð í nevndum, ráðum og stýrum kunnu luttaka á jøvnum føti við hinar nevndarlimirnar, og ikki bara verða vald í nevndina, tí tey eru ung.

 

Sum er, er tað einki, sum forðar fyri, at ung við røttum førleika verða vald í nevndir. Nevndin ásannar tó, at tey ungu í stóran mun ikki eru ein virkin partur av fólkaræðinum. Nevndin ivast tó í, um rætti háttur at tryggja ungdóminum ávirkan í samfelagnum er við lóg at gera tey til ein part av almennum nevndum, ráðum og stýrum.  Heldur kundi tað verið áhugavert at kannað, um og hvussu tey ungu kunnu fáa størri ávirkan í samfelagnum. Tað kundi so eisini verið kannað, um tey ungu í størri mun skulu vera limir í almennum nevndum, ráðum og stýrum, ella tey á annan hátt kundu luttikið í nevndararbeiði.

 

Ein møguligur arbeiðsbólkur, sum verður settur at kanna hesi viðurskifti, kundi haft tey ungu við í arbeiðinum fyri at fáa teirra áskoðan á, hvar serligur tørvur er á ungdómsumboðan, og teirra boð uppá, hvat kann gerast fyri, at tey ungu verða virknari partur av fólkaræðinum og sostatt eisini fáa størri ávirkan.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Áheitanin á landsstýrið verður orðað soleiðis: "Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna, hvussu føroyski ungdómurin kann fáa økta ávirkan í samfelagnum, herundir í hvønn mun føroyskur ungdómur skal hava, og møguliga verður tryggjaður, umboðan í almennum nevndum, ráðum og stýrum.”

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 5. apríl 2005. Broytingaruppskot til samtyktar samtykt 29-0-1. Málið avgreitt.