36 Uppskot til  løgtingslóg um skráseting av útflutningi av vørum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
 

Ár 2005, 10. februar, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um skráseting av útflutningi av vørum

 

   

Kapittul 1

 

§ 1. Toll- og Skattstova Føroya innheintar upplýsingar til skráseting av útflutningi av vørum.

Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann lata upplýsingar til Hagstovu Føroya, sum hevur heimild at viðgera upplýsingarnar til hagtøl.

 

§ 2. Øll, ið flyta vøru úr Føroyum, hava skyldu til at lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar til skráseting av útflutningi av vørum. Sama er galdandi fyri speditørar.

Stk. 2. Flutningsfeløg hava skyldu til at lata Toll- og Skattstovu Føroya góðsupplýsingar í sambandi við flutning av vøru úr Føroyum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur við kunngerð, hvørjar upplýsingar skulu latast sambært hesi grein, hvussu upplýsingar skulu latast og kann gera undantak til skylduna at lata upplýsingar.

 

Kapittul 2

 

§ 3. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja allar upplýsingar og øll skjøl, ið kunnu vera til sannan av útflutningi av vørum.

Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at koma á staðið, har mett verður, at upplýsingar eru, fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at fremja eftirlit eftir reglunum í hesi lóg.

 

§ 4. Við sekt verður tann persónur revsaður, sum:

1)      Ikki gevur frásøgn jbr. § 2

2)      Gevur skeiva frásøgn jbr. § 2

3)      Leggur fram skeiv ella ófullfíggjað skjøl

4)      Annars gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar

Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild at áleggja sekt. Málið kann verða viðgjørt uttan rættarsókn, um viðkomandi játtar seg sekan í brotsgerðini og játtar at gjalda eina ásetta sekt. Sektin, ið verður áløgd, skal ikki vera minni enn kr. 500 og ikki meir enn kr. 25.000. Sektin fellur til gjaldingar 7 dagar eftir, at kravið er útskrivað. Sektir sambært hesi lóg fara í landskassan.

Stk. 4. Verður sektin ikki goldin rættstundis, er heimild hjá Toll- og Skattstovu Føroya at innkrevja sektina við panting.

Stk. 5. Toll- og Skattstova Føroya fremur panting sambært stk. 4 eftir reglunum í skattalógini um innkrevjing av skattum.

 

Kapittul 3

 

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur við hesum fram lógaruppskot, har mælt verður til, at upplýsingar um vøruflutning úr Føroyum verða skrásettar.

 

Síðani løgtingslóg nr. 70 frá 13. mai 1992 um “Inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum” varð sett í gildi, hevur allur fiskaútflutningur verið skrásettur á Toll- og Skattstovu Føroya. Í ein ávísan mun hava aðrir útflytarar sambært avtalu við Hagstovu Føroya latið stovninum upplýsingar um annan útflutning enn fiskavørur. Hesar fráboðanir um annan útflutning enn fiskaútflutning hava ikki verið nøktandi og hava ikki verið lógarkravdar.

 

Tá vøra verður flutt av landinum, er undir galdandi lóg álagt útflytarum at útfylla eitt skjal, sum gevur upplýsingar um vørur, seljara og keypara. Undir galdandi lóg eru hesar ásetingar bert galdandi fyri útflutning av fiskavørum, meðan skyldan í hesum uppskotinum verður víðkað til at galda fyri útflutning av øllum vørum. Tessvegna verður eingin nýggj byrða løgd á meginpartin av útflytarunum, men heldur at sama byrða verður løgd á aðrar útflytarar enn teir, sum útflyta fiskavørur.

 

Mett verður, at tað er neyðugt at fáa til vega lógargrundarlag, sum tryggjar, at skráseting av vøruútflutningi fer fram, sum í minsta lagi gevur somu upplýsingar um vørurnar, sum fara av landinum, sum tær upplýsingar, vit fáa um vørur, sum koma inn í landið.

 

Endamálið við hesum uppskoti er at fáa so neyva skráseting av vøruflutningi úr Føroyum, at til ber at gera upp uttanlandshandilin við vørum, ájavnt teimum krøvum, sum altjóða hagtalssamstarv setir. Føroyar hava yvirtikið málsøkið um hagtøl, og tí er tað ábyrgdin hjá okkum at lýsa Føroyar í hagtølum fyri umheiminum og fyri okkum sjálvum. Skal føroyskur uttanlandshandil lýsast sambært teimum reglum, sum eru galdandi um handil millum lond, eigur hóskandi lógarheimild at liggja undir hesum virksemi.

 

Umframt at vera grundarlag undir uppgerð av uttanlandshandlinum, býtislutfallinum og handilsjavnanum er skráseting av útflutningi eisini partur av uppgerðum um gjaldsjavna og tjóðarroknskap. Hesar alneyðugu uppgerðir eru ikki gjørligar, uttan at útflutningurin er væl skrásettur.

 

Skráseting av útflutningi av vørum hevur eisini týdning fyri vinnurakstur og hevur almennan áhuga. Við neyvum upplýsingum, eins og galdandi skráseting gevur, er gjørligt hjá vinnurekandi og almenninginum annars at fylgja við í gongdini, bæði útfluttum nøgdum, útflutningsvirði og prísum. Skal vitan fáast til vega um marknaðir og marknaðargongd, so er neyv skráseting neyðug. Hetta kann hava týdning fyri vinnuna til at fáa yvirlit yvir marknaðirnar, og hetta kann hava týdning fyri almenningin og politisku skipanina til at fáa ábendingar um gongdina í uttanlandshandli yvirhøvur.

  

Avleiðingar av uppskotinum

 

Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri land. Viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum av uppskotinum er at siga, at við verandi lóggávu er tað bert fiskaútflutningur, ið verður skrásettur, so sjálvt eftirlitsarbeiði hevur ikki verið so umfatandi. Samanumtikið hevur Toll- og Skattstovan nýtt uml. 1 til 2 ársverk upp á uppgávuna.

 

Tað, sum nú verður skotið upp, er, at allur útflutningur skal skrásetast. Hetta ber í sær, at bæði skjalaeftirlitið og fysiska eftirlitið mugu víðkast nakað. Neyðugt verður at hava betri eyga við, at vøran, ið fer av landinum, er rætt skrásett. Mett verður, at hetta kemur at víðka uppgávuna hjá Toll- og Skattstovuni til uml. 3 ársverk, um skrásetingin skal gerast manuelt.  

 

Ætlanin er at útbyggja partar av verandi útflutningsskipan elektroniskt, so teir eins og eTollskipanin eisini gerast atkomuligir hjá brúkarunum. Endamálið er at flyta partar av manuella skrásetingararbeiðinum hjá Toll- og Skattstovuni út til brúkaran, og harvið lætta um arbeiðsbyrðuna hjá Toll- og Skattstovuni.

 

At menna eina slíka skipan kemur sambært Elektron við verandi príslegu at bera í sær eina eykaútreiðslu upp á uml. 700.000 kr. hjá Toll- og Skattstovuni. Í løtuni røkkur játtanin ikki til slíka uppgávu, og við teimum uppgávum, ið liggja á láni, kemur henda uppgáva ikki at verða gjørd fyrr enn um 3-4 ár, um ikki eykajáttan verður veitt til slíka uppgávu.

 

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið ella avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur sosialar avleiðingar við sær fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir, harafturímóti hevur tað umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

 

 

Fyri landið/

lands­myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar sam­felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar

avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar

avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Serligar viðmerkingar

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar

 

Til § 1

Endamálið við lógini er at fáa fult yvirlit yvir vøruflutning millum Føroyar og umheimin. Lógin umfatar tí einans vøruflutning – ikki flutning av tænastum – og vørurnar skulu flokkast eftir altjóða Toll- og Vøruskránni, sum eisini verður brúkt til at flokka innfluttu vørurnar.

 

Sambært tolllógini verða innfluttu vørurnar skrásettar, og sambært hesari lógini um skráseting av vøruútflutningi verða útfluttu vørurnar skrásettar á sama hátt. Soleiðis verða vørustreymarnir til landið og av landinum skrásettir eins og sambærliga.

 

Tað er Toll- og Skattstova Føroya sum heintar upplýsingarnar í sambandi við at vørurnar verða avgreiddar til útflutnings, hóast endamálið er reint hagtalslig skráseting til brúk á Hagstovu Føroya. Hagstovan fær tí óskerda atgongd til skrásetingarnar. Toll- og Skattstova Føroya hevur tó heimild til at nýta upplýsingarnar til endamál ið Toll- og Skattstovan heldur vera neyðug.

 

Til § 2

Øll, ið útflyta vørur, hava skyldu til at lata Toll- og Skattstovu Føroya allar upplýsingar, sum eru neyðugar til nøktandi skráseting av útflutningi. Hetta merkir, at til dømis eisini privat fólk hava skyldu at boða myndugleikunum frá, hvat tað er fyri ein vøra, ið verður útflutt úr Føroyum. Speditørar, sum avgreiða útflutning fyri fólk, hava somu skyldu at lata upplýsingar í sambandi við útflutning av vørum.

 

Landsstýrismaðurin fær heimild til við kunngerð at áseta, hvørjar upplýsingar skulu latast, og hvussu hesar skulu latast. Tær upplýsingar, sum útflytarar skulu lata, eru upplýsingar um vørunummur eftir Toll- og Vøruskránni, umframt vøruslag, nøgd, virði, prís, uppruna, nýtslustað, hvør endaligur keypari er, flutningsviðurskifti, o.a. viðvíkjandi vøru, ið verður útflutt.

 

Toll- og Skattstova Føroya og Hagstovan lata gera eitt útflutningsskjal, sum útflytarar skulu nýta. Útflytarar skulu svara øllum spurningum, ið standa á tí, og lata tað til Toll- og Skattstovu Føroya. Hetta útflutningsskjalið verður í fyrstu atløgu útfylt og latið manuelt, men við tíðini er ætlanin at gera eina skipan, soleiðis at útflutningsskjalið kann latast elektroniskt.

 

Á sama hátt sum við innflutningi av vørum hava flutningsfeløg eisini við hesi lóg skyldu til at lata Toll- og Skattstovu Føroya góðsupplýsingar í sambandi við flutning av vøru úr Føroyum. Í fyrstu atløgu skulu upplýsingarnar latast manuelt, men lógin skal eisini kunna fylgja við menningini á tí elektroniska økinum. Sum nú er, er eingin skipan gjørd til flutningsfeløgini, eins og við innflutningi, at flutningsfeløg kunnu lata upplýsingarnar elektroniskt, men við tíðini er ætlanin at gera eina skipan, sum ger, at upplýsingar um útflutning kunnu latast elektroniskt.

 

Tá ið ein tílík skipan er gjørd, skulu flutningsfeløgini lata upplýsingar um útflutning av vøru elektroniskt.

 

Landsstýrismaðurin fær eisini heimild til at gera undantak til skylduna at lata upplýsingar.

 

Til § 3

Toll- og Skattstova Føroya hevur skyldu og rætt til at gera eftirlit í sambandi við upplýsingarskyldu hjá útflytarum eftir hesi lóg. Fyri at Toll- og Skattstova Føroya kann fremja eftirlit eftir hesi lóg, hava øll, ið hava skyldu at upplýsa um útflutning eftir hesi lóg, og annars onnur, sum kunnu metast at hava upplýsingar, skyldu til at leggja øll skjøl, ið kunnu vera til sannan av, at upplýsingar, ið verða skrásettar sambært hesi lóg, eru rættar.

 

Skjøl, ið hava týdning fyri eftirlit av hesi lóg, eru víðfevnd.

 

Til § 4

Við hesi áseting verður heimild hjá Toll- og Skattstovu Føroya at gera sektarkrav galdandi móti teimum, ið ikki halda lógina.

 

Sektarkrav kann gerast galdandi móti teimum fólkum og virkjum, sum sambært lógini:

1)      Ikki geva frásøgn sambært lógini

2)      Geva skeiva frásøgn

3)      Leggja fram skeiv ella ófullfíggjað skjøl

4)      Annars geva skeivar og villleiðandi upplýsingar

 

Av tí, at mett verður, at upplýsingar sambært hesi lóg eru av stórum týdningi fyri handilssamskifti Føroya við útheimin og til gerð av handils- og gjaldsjavnauppgerð, og at hesar upplýsingar eru rættar, verður ábyrgd áløgd fólki og virkjum, ið koma undir hesa lóg, og heimilað verður Toll- og Skattstovu Føroya at áleggja sekt. Sektin, ið verður áløgd, skal ikki vera minni enn kr. 500 og ikki meir enn kr. 25.000, alt eftir hvussu stórt brotið er. Sektin fellur til gjaldingar 7 dagar eftir, at kravið er útskrivað.

 

Verður sektarkravið ikki góðtikið av honum, ið hevur fingið sektina álagda, verður málið lagt fyri Føroya Rætt.

 

Sektarkrøv, ið eru viðurkend, men sum ikki verða goldin til tíðina, kunnu innkrevjast av Toll- og Skattstovu Føroya. Sektarupphæddin fer í landskassan.

 

Til § 5

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

1. viðgerð 17. februar 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 23. februar 2005 legði fram soljóðandi
 

Álit

 Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 10. februar 2004, og eftir 1. viðgerð tann 17. februar 2005 er tað beint fíggjarnevndini. 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. februar 2005.  

Í uppskotinum verður upplýst, at ætlanin er at útbyggja partar av verandi útflutningsskipan elektroniskt, og hetta fer at bera í sær eina eykaútreiðslu upp á uml. kr. 700.000. Fíggjarnevndin væntar, at henda eykaútreiðsla verður hildin innan givnar karmar. 

Ein samd nevnd tekur soleiðis undir við málinum, men heldur, at ásetta freist til gjald av sekt upp á 7 dagar er í so stutt, og setur tí fram soljóðandi:  

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 4, stk. 3 verður "7" broytt til "14".

2. viðgerð 1. mars 2005. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 4 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð  3. mars 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 16 frá 08.03.2005