38  Uppskot til samtykar um at fyrireika uppskot til játtanarlóg

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2005, 10. februar, løgdu tingmenninir Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kári P. Højgaard, Karsten Hansen, Páll á Reynatúgvu, Lisbeth L. Petersen og Kaj Leo Johannesen fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið tekur undir við, at formansskapur Løgtingsins setir ein serkønan arbeiðsbólk at fyrireika uppskot til eina játtanarlóg, ið skal áseta treytir og mannagongdir fyri játtanum.

Í arbeiðsbólkinum verða sjey limir. Fíggjarmálaráðið tilmælir tríggjar, Landsgrannskoðanin ein og umsitingin hjá Løgtinginum tveir. Formaðurin í arbeiðsbólkinum skal ikki hava tilknýti til landsstýrið ella Løgtingið.

Arbeiðsbólkinum verður álagt, at fyrireika og gera uppskot til:

  1. Hvussu hædd verður tikin fyri teimum karmum, ið stýrisskipanarlógin ásetir

  2. Eina endurskoðan og útgreining í lógarsniði av bygnaðinum aftan fyri fíggjarlógina

  3. Eina endurskoðan og eintýdda lýsing í lógarsniði av játtanarsløgunum

  4. Eina niðurskriving og staðfesting av mannagongdunum í sambandi við broytingar til fíggjarlógina gjøgnum árið

  5. Eina útgreining av spurninginum um tíðaravmarking av heimildum og játtanum

  6. Hvussu neyvar lógarásetingar og viðmerkingar, um fyritreytirnar fyri eini játtan eiga at verða

  7. Krøv til støðufesti í búskaparligu støðuni í landinum

  8. Serligar reglur fyri láns-, veðhalds- og stuðulsveitingum

  9. Greiðar lógarheimildir og neyvar ásetingar viðvíkjandi vinnuligum ella inntøkufíggjaðum virksemi hjá tí almenna, og viðvíkjandi fremmandari fígging og gávum

  10. Eina útgreining av heimildum og ábyrgd fyri fíggjarviðurskiftum landsins

 

Arbeiðsbólkinum verður álagt, at kanna:

 

  1. Fyritreytirnar fyri at fara frá stýring við karmum til málstýring og frá eittársætlanum til langtíðarætlanir

 

Arbeiðsbólkinum verður álagt, at taka atlit til:

 

  1. At fáa eina eintýdda, konsekventa og einfalda skipan

  2. Roknskaparreglur og krøv

  3. At peningur eigur at verða játtaður har, hann skal nýtast

 

Viðmerkingar:

Seinastu árini, tó kanska serliga undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, hava játtanarreglurnar verið nógv umrøddar.

 

Í áliti sínum til fíggjarlógina 2004 skrivar fíggjarnevndin: ”Løgtingsgrannskoðararnir hava nú í meira enn 5 ár víst á, at Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at ætlanin er at dagføra játtanarskipanina og at loysa tey ivamál, ið eru í verandi játtanarskipan. Fíggjarnevndin metir, at hetta má koma upp á pláss til komandi fíggjarlóg, annars mælir fíggjar­nevndin til, at játtanarskipanin verður lógarásett.”

 

Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 boðar Fíggjamálaráðið frá, at játtanarskipanin ikki, sum vanligt, fór at verða ein partur av viðmerkingunum til fíggjalógina, men fór at verða kunngjørd, sum eitt rundskriv. Landsgrannskoðarin og umsiting Løgtingsins hildu hesa loysnina vera heldur ótrygga. Eftir ein fund millum Fíggjarmálaráðið, Landsgrannskoðanina og løgtingsumsitingina tyktist semja vera um, at skilabest var, at fara undir at gera eina játtanarlóg.

 

Hesa niðurstøðu fekk landsstýrismannin í fíggjarmálum til í skrivi at heita á fíggjarnevndina um at taka gomlu játtanarskipanina við í álitið til fíggjarlóg fyri 2005, fyri síðani at fara undir arbeiðið at gera uppskot til játtanarlóg.

 

Hetta uppskotið leggur upp til, at Løgtingið fyrst tekur støðu til ein politiskan leist fyri arbeiðnum, ið skal vera grundarlagið fyri hesi játtanarlóg soleiðis, at formansskapur Løgtingsins síðani kann leggja hetta til ein serfrøðingabólk at útgreina.

 

Landsgrannskoðarin og Fíggjarmálaráðið hava kannað møguleikan at fáa serkunnleika uttaneftir at hjálpa til við at tilevna eina nýggja játtanarlóg og hava funnið fram til ein dana, ið hevur hjálpt øðrum londum við tílíkari uppgávu. Talan er um løgfrøðingin Peter Christensen, sum nú arbeiðir sum amtmaður í Århus.

 

Peter Christensen hevur í eitt langt áramál arbeitt í donsku Ríkisgrannskoðanini. Peter Christensen var løgfrøðiligur ráðgevi, tá løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum varð evnað til, og hann stóð fyri einum skeiði á Viðareiði í september 2001 fyri landsumsitingini, har m.a. játtanarligir ivaspurningar í stýrisskipanarlógini, í játtanarskipanini og viðvíkjandi stuðulslóggávu/stuðulsjáttanum vórðu viðgjørdir. Peter Christensen hevur játtað at taka við formansstarvinum, verður hann biðin.

 

Mælt verður til, at formansskapur Løgtingsins setir arbeiðsbólkin. Áðrenn formansskapurin ger av, hvør skal manna bólkin, skulu Fíggjarmálaráðið, Landsgrannskoðarin og umsitingin hjá Løgtinginum tó verða biðin um tilmæli viðvíkjandi tveimum limum hvør. Formaðurin verður settur uttan tilmæli.

 

Løgtingið rindar samsýning til og útreiðslur hjá formanninum. Hinir limirnir í arbeiðsbólkinum fáa ikki serliga samsýning, og viðkomandi arbeiðsgevari rindar møguligar útreiðslur hjá hesum limunum.

 

Uppskotni politiski leisturin fyri arbeiðnum hjá arbeiðsbólkinum byggir á viðurskifti, ið gjøgnum árini eru reist í og mótvegis Løgtinginum. Dentur er lagdur á í tann mun, tað er gjørligt, at fáa eina útgreining av øllum hesum ivamálum, umframt eina lýsing av møguligum loysnum.

 

Punktini í arbeiðssetninginum skulu sostatt ikki síggjast sum ein avmarking av arbeiðnum, men skulu heldur lýsa tey viðurskifti, ið politiskt verður lagdur dentur á at loysa, umframt síggjast sum ein roynd at fáa eina politiska viðgerð av spurningum um, hvør leiðin skal gangast.

 

Ad. 1. Grundleggjandi reglurnar fyri, hvørjar treytir og mannagongdir eru galdandi fyri játtanir úr og í landskassan, eru at finna í stýrisskipanarlógini. Orðadráttur hevur mangan verið um, hvussu ásetingarnar í stýrisskipanarlógini skulu lesast. Neyðugt er tí at arbeiðsbólkurin tekur støðu til, hvussu hædd verður tikin fyri teimum karmum, ið stýrisskipanarlógin ásetir. Hóast tað ikki er rætt, at binda tulkingina av stýrisskipanarlógini við lógarásetingum, so hevur tað stóran týdning at fáa eina eintýdda lýsing/útgreining av hesum ásetingum. Nakrar orðingar, ið ofta hava verið nevndar, eru: "beinleiðis ella óbeinleiðis skattur", "goldin", "heimild... í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ávíst verður", "eykajáttan verður veitt við løgtingslóg" og "almennum stovnum, sum hava sjálvstøðugan roknskap" sum ásettar í stýrisskipanarlógini §§ 41-45.

 

Ad. 2. Støða má m.a. takast til uppsetingina í A-yvirliti, B-játtanum og C-átekningum, til §-valið og til sundurgreiningarháttin og spurningin, um eisini ávísar sundurgreiningar skulu vera lógarfestar (t.d. lønarkarmurin).

 

Ad. 3. Játtanarsløgini hava ongantíð verið heilt neyvt útgreinað. Stórur ivi hevur verið um, hvørjar avmarkingar í veruleikanum liggja í játtanarsløgunum. Játtanarslagið ”onnur játtan” hevur harumframt verði alt ov nógv nýtt. Neyðugt er tí m.a., at játtanarsløgini verða endurskoðað og lýst eintýðugt.

 

Ad. 4. Mannagongdirnar eru rættiliga greiðar, men eiga at verða niðurskrivaðar, og støða eigur eisini at verða tikin til tey ivamál, ið eru. T.d. hvussu og nær kann man brúka fíggjarnevndarskjøl (bráðskund, trúnaði, t.d. lønarsamráðingar, heimild at fara undir samráðingar til sølu av almennum ognum og fíggjarheimild til keypssamráðingar).

 

Ad. 5. Tørvur hevur leingi verið á, at fáa eina neyva útgreining og viðgerð av spurninginum um tíðaravmarking av heimildum og játtanum. Nær er t.d. neyðugt við eini materiellari heimild (t.d. verklagslóg) umframt eini fíggjarheimild og øvugt. Kundi tað verið eitt hugskot at ásett eitt slag av gjaldførisheimild (evt. reservationsbevilling sum danir nýta). Støða má eisini takast til spurningarnar, hvørt heimild skal vera fyri at gjalda útreiðslur uttan játtan frammanundan, at geva gjaldskáa, at gjalda frammanundan, ella leggja pening út fyri onnur, og hvussu ítøkiligar og úttømandi lógarásetingarnar í øllum hesum førum eiga at verða gjørdar.

 

Ad. 6. Her verður hugsað um serligar fyritreytir fyri eini ávísari játtan. T.d. kundi krav verið sett um, at viðmerkingarnar í øllum førum eiga at vísa til eina materiella heimild fyri eini játtan.

 

Ad. 7. Spurningurin er, hvat Løgtingið krevur at vita fyri at kunna taka støðu til eitt uppskot um eina játtan og til fíggjarlógina sum heild. Tí mugu krøv setast til tað støðufesti, sum fíggjarlógin skal hava í búskaparligu støðuni í landinum, og sum ein játtan skal hava í viðkomandi viðurskiftum. Spurningurin er t.d., hvat verður væntað av komandi ári, og hvussu fíggjarlógin fer at ávirka hetta í árinum og frameftir. Spurningurin er eisini, um Løgtingið eigur at seta onnur líknandi minstukrøv til viðmerkingarnar til fíggjarlógina/aðrar játtanarlógir.

 

Ad. 8. Stórur tørvur hevur leingi verið á at fingið ásett almennar lógarreglur fyri stuðulsveitingum úr landskassanum. Samstundis eigur støða at verða tikin til reglur fyri láns- og veðhaldsveitingum. Tað eigur at verða umhugsað, um lógarreglur eisini eiga at verða gjørdar fyri alment útboð, almenn leigumál, alment innkeyp, lønar- og sáttmálaviðurskifti hjá tí almenna v.m. Hervið kundi evt. samskipandi heimildir verið rættarliga staðfestar.

 

Ad. 9. Spurningurin verður helst fyri ein part viðgjørdur í sambandi við játtanarsløgini, men hevur tó eisini sjálvstøðugt innihald. Spurningurin er, um tað er nøkur orsøk til at halda, at ikki eisini allar inntøkur, ið ikki koma undir hugtakið "beinleiðis ella óbeinleiðis skattur" í stýrisskipanarlógini, krevja greiða lógarheimild.

 

Ad. 10. T.d. samskipandi uppgávur.

 

Ad. 11. Endamálið er fyrst og fremst at fáa gongd á politiska kjakið um spurningin. Spurningurin er, um høvuðsendamálið við fíggjarlógini framhaldandi skal vera fyri eitt ár í senn at býta eina frammanundan ásetta upphædd sum útgangsstøði til nøkur endamál, ið vanliga fáa fáa pening av fíggjarlógini? Spurningurin er hinvegin, í hvønn mun t.d. samgonguskjalið er og kann vera grundarlag fyri fíggjarligu raðfestingunum? Hvørjum vil tað almenna náa, við at átaka sær at rinda ávísar útreiðslur? Hvørji mál og úrslit verða sett fyri framtíðina? Ynskir Løgtingið at hava eftirlit við, hvat fæst fyri peningin, og hvat annars kemur burtur úr teimum tiltøkum, ið verða sett í verk? Um politisk ynski skuldu verið um at broytt fíggjarstýring landsins, er neyðugt at fáa útgreinað, fyritreytirnar fyri at fara frá stýring við karmum til málstýring og frá eittársætlanum til langtíðarætlanir. Er politiska ynski hinvegin at halda fram sum er, átti kanska at verðið umhugsað at lagt uppskot til samtyktar fyri tingið hvørt vár um ein endaligan karm, møguliga fyri hvørt landsstýrisøki sær. Hugsandi er, at hetta hevði lætt um arbeiðið við at tilevna fíggjarlógaruppskotið.

 

Ad. 12. Játtanarlógin skal vera so einføld sum gjørligt, t.e. stutt og greið. Smálutir eiga at vera ásettir í kunngerð, sum skal hava greiða heimild í játtanarlógini. Heldur enn at orða játtanarlógina í rundum prosaiskum vendingum, ið kunnu tulkast, eigur heimild at verða givin til at áseta nærri reglur í kunngerð, ið eiga at verða grundaðar á ein greiðan og eintýddan lógarkarm. Harumframt má dentur leggjast á at fáa konsekventar mannagongdir, ið m.a. skulu leggja upp til, at eins viðurskifti verða viðgjørd eins (t.d. eftirlønir).

 

Ad. 13. Ætlanin er ikki, at játtanarlógin skal viðgera roknskaparviðurskifti sum so. Reglur hesum viðvíkjandi eru ásettar í aðrari lóggávu. Neyðugt er tó, at atlit verða tikin til at fáa játtanar- og roknskaparreglur samskipaðar soleiðis, at grundsjónarmiðini eru tey somu á báðum hesum økjum.

 

Ad. 14. Flytingar millum høvuðskontur er vorðin ein stórur trupulleiki fyri gjøgnumskygni av fíggjarlógini. Útgangsstøðið má vera, at peningur eigur at verða játtaður har, hann skal nýtast, og at flytingar millum høvuðskontur tí ikki er ein gongd leið.

1. viðgerð 17. februar 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 23. februar 2005 legði fram soljóðandi

Álit

Sjey tingmenn hava lagt málið fram tann 10. februar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. februar 2004 er tað beint fíggjarnevndini.

 Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. februar 2005.

Undir 1. viðgerð í Løgtinginum, varð spurningurin reistur, um arbeiðsbólkurin frammanundan er avmarkaður til at verða settur millum starvsfólk hjá ávikavist Fíggjarmálaráðnum, Landsgrannskoðanini og umsitingini hjá Løgtinginum. Fíggjarnevndin viðmerkir í hesum sambandi, at einki forðar fyri, at tey, sum skulu gera tilmæli til, hvør skal manna arbeiðsbólkin, mæla til, at hetta verða fólk uttanífrá, og so sjálvi rinda útreiðslurnar av hesum.

 Spurningurin varð eisini reistur, um ikki arbeiðsbólkurin eigur at hava politisk umboð. Hetta er fíggjarnevndin ikki samd í, við tað at endamálið við arbeiðnum er at fáa til vega neyðuga fakliga grundarlagið til eina politiska viðgerð av málinum. Hinvegin heldur nevndin, at arbeiðsbólkurin kundi havt gagn av einum politiskum fylgibólki at ráðført seg við. Hetta kann tryggja eina politiska meting av, hvat er tað neyðuga grundarlagið til framhaldandi politisku viðgerðina. Mælt verður til, at fylgibólkurin verður mannaður við tinglimunum í fíggjarnevndini, umframt einum umboðið fyri Miðflokkin, ið annars ikki hevur umboð í fíggjarnevndini. Fylgibólkurin fær onga serliga samsýning, og verða sostatt ongar fíggjarligar avleiðingar av broytingaruppskotinum.

 Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 b r o y t i n g a r u p p s k o t

 Aftaná næsta reglubrotið verður settur inn soljóðandi setningur: "Arbeiðsbólkurin ráðførir seg regluliga og eftir tørvi við ein politiskan fylgibólk. Løgtingsins fíggjarnevnd saman við einum umboði fyri Miðflokkin á Løgtingi verður politiskur fylgibólkur."

 Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

2. viðgerð 1. mars 2005. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0. Uppskotið til samtyktar soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.