Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

11. fundur

Ár 2004, hósdagin 30. september kl. 10.05 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen, Olav Enomoto, Marjus Dam, Andrias Petersen, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen og Heðin Zachariasen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur.
    Málið beint í rættarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-6/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi hægri útbúgving í Føroyum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Fundur niðurlagdur kl.11.59.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2004: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  6. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-1/2004 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsum á landleiðini.
    Málið avgreitt.
  7. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-3/2004 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um hvussu útlendingalógin verður fyrisitin.
    Málið avgreitt.
  8. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi 100-4/2004 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi hagtalstilfari á sosiala økinum.
    Málið avgreitt.
  9. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 1-1/2004: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 1-2/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2004, og nr. 1-3/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2004-2, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 4/2004: Uppskot til samtyktar um at skipa viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 6.oktober 2004, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2004
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2004-2
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2004: Uppskot til samtyktar um at skipa viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek
  4. Framløga

Fundur lokin kl. 17.45.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari