6  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

A. Upprunauppskot
B. 1 viðgerð
C. Oraskifti við 1. viðgerð 
D. Álit
E. 2. viðgerð (einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 24. september, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg 

§ 1

Í "lov for Færøerne om offentlig forsorg, sbr. lógarkunngerð nr. 100 af 2. mars 1988", sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 8. mai 2003, verður § 17, stk. 2 orðað soleiðis:
"Stk. 2 Almannastovan kann játta stuðulsfólk til heimabúgvandi børn við serligum tørvi orsakað av sálarligum ella likamligum breki."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005 og fer úr gildi 31. desember 2005.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar:
Arbeiðið við at tilevna nýggja forsorgarlóg er farið í gongd. Forsorgarøkið er sera víðfevnt, og tískil er arbeiðið við at tilevna eina nýggja lóg skipað í stigum, soleiðis at lógarbroytingar fyri tey ymisku økini sær fyrst verða arbeiddar inn í verandi forsorgarlóg, og síðani verður ein samlað nýggj føroysk forsorgarlóg løgd fyri Løgtingið ultimo 2006.

Stuðulsfólk til børn
Verandi heimild hjá Almannastovuni í § 17, stk. 2 í forsorgarlógini at játta stuðulsfólk til heimabúgvandi børn við serligum tørvi orsakað av sálarligum ella likamligum breki kom í gildi 1. januar 2003 og fer úr gildi 31. desember 2004.

Henda lógarbroyting bleiv framd tá fyri at veita lógarheimild fyri eini skipan, sum longu hevði virkað í fleiri ár. Orsøkin til, at hon varð tíðaravmarkað til 2 ár, var, at tíðarskeiðið skuldi nýtast til at kanna nærri, hvussu skipanin skuldi vera frameftir. Ivamálini vóru:

Almanna- og heilsumálaráðið hevur arbeitt við hesum spurningum, og eftir ætlan verður uppskot til eina nýggja skipan lagt fyri Løgtingið í næstum.

Ætlanin er at broyta umsitingina av stuðulsfólkum til brekað børn soleiðis:

  1. Dag- og umlættingarstovnur verður settur á stovn til fjølbrekað børn inni í Rók í Eysturoynni, umframt at arbeitt verður við at seta á stovn ein dagstovn fyri børn við atferðartrupulleikum v.m.
  2. Tey stuðulstiltøk, sum eru játtað sum fortreyt fyri, at barnið kann brúka ansingartilboð, verða flutt til kommunurnar at fyriskipa.
  3. Heimildin til at játta onnur stuðulstiltøk, t.e.

verður verandi í forsorgarlógini.

Fyri at tryggja, at onki barn verður verri fyri orsakað av hesi neyðugu broyting í umsitingini av stuðulsfólkaøkinum, og fyri at tryggja, at tað ber til at halda sáttmálatryggjaðu rættindini hjá stuðulsfólkunum, er neyðugt við dupultari lógarheimild, meðan arbeitt verður við at seta nýggju skipanirnar í verk.

Tað verður ikki mett møguligt at fremja broytingar, áðrenn verandi heimild fer úr gildi, og mælt verður sostatt til at leingja heimildina í §17, stk. 2 í forsorgarlógini við einum ári, t.e til 31. desember 2005.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Umsitingarligar avleiðingar:
Lógaruppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar við sær.

Umhvørvisligar avleiðingar og avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar
Lógaruppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar við sær.

Sosialar avleiðingar:
Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur sosialar avleiðingar við sær.

Fíggjarligar avleiðingar:
Tá talan bert er um eina leingjan av verandi heimild, hevur lógaruppskotið ikki fíggjarligar avleiðingar við sær.

Nýtslan í 2003 var 21,8 mió kr.

Yvirlit yvir avleiðingar.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nej

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Nei

 

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Almannastovuni, MBF, Ráðnum fyri Brekað og Stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin. Bert Almannastovan og MBF hava svarað, at uppskotið verður tikið til eftirtektar uttan nakra viðmerking.

Lógaruppskotið hevur eisini verið í Innlendismálaráðnum til lógareftirkanning. Viðmerkingarnar vóru bert lógartekniskar, og eru tiknar til eftirtektar.

Kap. 3. Serligar viðmerkingar:

Til § 1:
Heimildin í verandi lóggávu at játta stuðulsfólk til børn, sum fer úr gildi 31. desember 2004, verður longd til 31. desember 2005.

Til § 2:
Ásett er, at lógin kemur í gildi 1. januar 2005. Lógin er tíðaravmarkað og fer úr gildi aftur 31. desember 2005.

1. viðgerð 30. september 2004. Málið beint í trivnaðnarevndina, sum tann 21. oktober 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 24. september 2004, og eftir 1. viðgerð tann 30. september 2004 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. oktober 2004.

Nevndin undrast, tá tað í viðmerkingunum til uppskotið er skrivað, at lógaruppskotið hevur "ikki fíggjarligar avleiðingar við sær", tá talan er um eina útreiðslu upp á kr. 22 mió., um uppskotið verður samtykt.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum at samtykkja málið.

2. viðgerð 27. oktober 2004. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 29. oktober 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 71 frá 11.11.2004