8  Uppskot til  løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð

D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 24. september, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu

Henda lóg hevur til endamáls at útinna samtykt Trygdarráð Sameindu Tjóða nr. 1425 (2002).

§ 1. Tað er bannað at selja ella at royna at selja, avhenda, flyta ella á annan hátt at veita Somaliu:

  1. Vápn og hernaðarútbúnað umframt ein og hvønn líknandi útbúnað.
  2. Lóður av einum og hvørjum slagi.
  3. Hernaðarakfør og hernaðarútgerð.
  4. Hálvhernaðarliga útgerð.
  5. Eykalutir til nevndu lutir í 1-4.

Stk. 2. Tað er bannað at veita Somaliu tøkniliga hjálp ella venjing, ið er tengd at at veita, framleiða, røkja ella at nýta nevndu lutir í stk. 1.
Stk. 3. Stk. 1 og stk. 2 fevna ikki um at selja ella at veita hernaðarútgerð, ið ikki elvir deyða, og sum burturav verður nýtt til hjálparendamál ella vernd, og tengda tøkniliga hjálp ella venjing, sum er góðkend av nevndini, ið er skipað sambært fyriskipan Sameindu Tjóða nr. 751 (1992), heruppií verndarvestar og hernaðarhjálmar, sum eru fyribils útfluttir til Somaliu til egna nýtslu hjá starvsfólki Sameindu Tjóða, tíðindafólki, neyðhjálparfólki ella hjálparfólki.

§ 2. Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta § 1, verða eftir § 110c, stk. 2 í revsilógini revsaðir við bót, hefti ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.

§ 3. Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda sær uttanlands, og um løgfrøðiligar persónar, sum eru skrásettir í Føroyum.

§ 4. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðsmannin í Føroyum heitt á Løgmansskrivstovuna um at skipa so fyri, at Føroyar fremja ávís handilstiltøk ímóti Somaliu, samsvarandi samtykt nr. 1425 frá 22. juli 2002 hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða, hjáløgd.

Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu.

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

Ongar fíggjarligar/búskaparligar, umsitingarligar, umhvørvisligar ella sosialar avleiðingar eru av uppskotinum. Heldur ikki eru avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

Nei

 

SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Til § 1: Trygdarráð Sameindu Tjóða hevur staðfest, at allur hernaðarligur stuðul til Somaliu skal steðgast. Tí verður tað í §1 gjørt ólógligt á ein hvønn hátt at útvega Somaliu hernaðarútgerð.

Til §§ 2 og 3: Hetta eru almennar ásetingar, ið verða nýttar í øllum tílíkum løgtingslógum samsvarandi samtyktum hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða.

Til § 4: Hetta er vanlig áseting um ígildiskomu.

Skjal: Samtykt Sameindu Tjóða nr. 1425 frá 22.07.02

1. viðgerð 30. september 2004. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 20. oktober 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 24. september 2004, og eftir 1. viðgerð tann 30. september 2004 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 6. og 20. oktober 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin eftir fyrispurning fingið upplýst frá løgmanni:

- at ongar fyriskipanir liggja til avgreiðslu á Løgmansskrivstovuni í løtuni,
- at støðan hjá ST viðvíkjandi handilstiltøkum mótvegis Somaliu er óbroytt,
- at ongar handilsligar ella vinnuligar avleiðingar eru av uppskotinum
- og at Løgmansskrivstovan móttók áheitanina um hesa fyriskipan tann 12. februar 2003, men
- at málið orsakað av løgtingsvalinum ikki varð uppafturtikið fyrr enn nú.

Løgmansskrivstovan hevur útgreinað sítt svar í telefonsamrøðu við nevndarskrivaran, og hevur nevndin á hendan hátt fingið upplýst, at nýggjari resolusjónir, sum ST hevur gjørt viðvíkjandi Somaliu, hava til endamáls at fremja ta resolusjón, sum fyriliggjandi lógaruppskot byggir á, og innibera sostatt ikki nakra broyting í hesi resolusjónini.

Nevndin sær onga orsøk til, at so long tíð gongur frá tí, at Løgmansskrivstovan fær áheitan frá Uttanríkismálaráðnum um at skipa so fyri, at Føroyar fremja slíkar resolusjónir, til hesar verða lagdar fyri Løgtingið.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 29. oktober 2004. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. november 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 72 frá 16.11.2004