7  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Or
ðaskifti við 1. viðgerð (bert ein partur riggar)
D. Nevndarskøl
E. Álit
F. Frávik
G. 2. viðgerð (Orðaskifti við 2. viðgerð)
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 24. september, legði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

§ 1

Í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 6. oktober 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 1, stk. 1, litra b verður "7 dagar" broytt til: "2 vikur"
  2. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
  3. "Stk. 2. Hóast stk. 1, litra a, hava ríkisborgarar úr hinum norðanlondunum valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum."

  4. § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
  5. "Stk. 3. Í seinasta lagi eina viku framman undan valinum almannakunnger valnevndin stað og klokkutíð fyri valið. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg."

  6. Í § 4, stk. 4 verður "valnevndini" broytt til: "bygda(r)ráðnum/býráðnum"
  7. § 6, stk. 3, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
  8. "Stk. 3. Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi."

  9. § 6, stk. 5, 1. pkt. verður orðað soleiðis: "Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av."
  10. § 8, stk. 3 verður orðað soleiðis:
  11. "Meðan atkvøðugreiðslan í kommununum, sum ikki eru býttar upp í fleiri atkvøðuøki, fer fram undir leiðslu av teirri av bygda(r)ráðnum/býráðnum valdu valnevnd, sbr. § 3, so verður í kommunum við fleiri atkvøðuøkjum sett serlig nevnd við valstýrarum fyri hvørt økið at stíla fyri valinum har. Hesi valstýri verða sett av bygda(r)ráðnum/býráðnum eftir vanligum reglum fyri val av nevndum (lutfalsvalháttur). Valstýrið, sum skal hava í minsta lagi 3, í mesta lagi 9 limir, skipar seg sjálvt. Eingin veljari kann bera seg undan vali til valstýrara, uttan so at hann hevur lógligt forfall."

  12. § 11, stk. 1 verður orðað soleiðis:
  13. "Atkvøðugreiðslan fer fram í einum ella fleiri hølum, sum bygda(r)ráðið/býráðið ávísir, har atkvøðurúm í neyðugum tali eru sett upp. Atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin hevur møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu avvarðandi hevur atkvøtt. Atkvøðurúmini skulu vera útgjørd við tí, sum er neyðugt fyri at atkvøða."

  14. Í § 12, stk. 1 verður aftaná "valnevndini" sett: "/valstýrinum"
  15. Í § 15, litra b verður sum 2. pkt. sett: "Blindur ella sjónveikur persónur kann tó krevja hjálp frá persóni, ið veljarin sjálvur vísir á."
  16. Í § 24, stk. 4 verður aftaná "viðvíkjandi" sett: "klagum um valið, sbr. § 23, stk. 1, og"
  17. Aftaná § 25 verður sett:

"Kapittul XIa

Um val í sambandi við kommunusamanlegging

§ 25a. Valrætt og valbæri til kommunuval, har kommunur leggja saman, hevur hvør tann, sum er meldaður til fólkayvirlitið í einum av teimum kommununum, ið leggja saman, í seinasta lagi 2 vikur áðrenn valdagin, og annars lýkur treytirnar í § 1.

§ 25b. Um kommunur leggja saman, skal nýggj felags valnevnd veljast at skipa fyri valinum. Valnevndin skal hava í minsta lagi 3 limir og skipar seg sjálv. Nevndin situr sama tíðarskeið sum bygda(r)ráðið/býráðið.
Stk. 2. Koma samanleggjandi kommunurnar ikki ásamt um val av valnevnd, ger landsstýrismaðurin av.

§ 25c. Í samanleggjandi kommunu, har bara eitt valstað er frammanundan, verður sitandi valnevnd broytt til valstýri, og sitandi valstýrið fellur burtur. Eru fleiri valstøð standa verandi valstýri við, og sitandi valnevndin fellur burtur, sbr. tó § 25b, stk. 1.
Stk. 2. Hóast stk. 1 kunnu samanleggjandi kommunur gera av at velja valstýri av nýggjum.

§ 25d. Talið av veljarum, ið skulu skriva undir valevnislistarnar sambært § 6, stk. 3, skal vera í mun til samlaða talið av íbúgvum í samanleggjandi kommununum.

§ 25e. Mál viðvíkjandi klagum um valið, áheitanir um at sleppa undan at taka við vali og mál um innkalling av tiltaksmanni, sbr. kap. XI, verða viðgjørd av kommunustýrinum í tí kommununi, har valið, ið klagað verður um, hevur verið, ella í tí kommununi, har persónurin býr, sum ynskir at sleppa undan at taka við vali.
Stk. 2. Fer eitt bygda(r)ráð/býráð ikki frá 31. desember orsakað av reglunum í § 26, stk. 1, so halda eisini gomlu bygda(r)ráðini/býráðini í hinum samanleggjandi kommununum fram á sama hátt."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Galdandi kommunuvallóg ásetir reglurnar um, hvussu valt verður til tær kommunur, sum eru í landinum í dag.

Tá kommunur gera av at leggja saman við virknað frá byrjanini av einum valskeiði, tekur tann serliga støða seg upp, at veljarar úr tveimum ella fleiri ymiskum kommunum skulu á val at velja kommunustýrislimir í eina nýggja samanlagda kommunu.

Galdandi kommunuvallóg leggur ikki upp fyri, at valt kann verða í kommunum, sum hava avtalað av leggja saman. Orsøkin til uppskotið um broytingar í kommunuvallógini er tí, at í sambandi við kommunuvalið annan týsdag í november 2004 skulu eisini veljast kommunustýrislimir til nakrar nýggjar samanlagdar kommunur.

Uppskotnu broytingarnar snúgva seg serliga um at leggja upp fyri kommunusamanleggingum og áseta serligar reglur um val o.a. av valnevnd og valstýrum fyri samanleggjandi kommununa um, hvar atkvøðuøkið er, hvør kann velja og verða valdur í samanleggjandi kommununi, um uppgerð av valinum og um valkærur.

Harumframt verða skotnar upp nakrar smærri broytingar, sum ikki hava við kommunusamanlegging at gera. Hesar eru serliga:

  1. Tíðin á degnum, tá atkvøðast kann, verður samskipað við ásetingarnar í løgtingsvallógini, t.e. at valhølini verða opin frá kl. 10.00 til kl. 20.00 uttan steðg.
  2. Kravið um, at persónur skal vera skrásettur sum búgvandi í kommununi 7 dagar áðrenn valdagin fyri at kunna velja ella verða valdur í tí kommununi, verður broytt til 2 vikur.
  3. Skeivleikin, at ríkisborgarar úr hinum norðanlondunum ikki eru valbærir, verður rættaður.
  4. Kærumyndugleikin viðvíkjandi vallistum verður kommunustýrið heldur enn valnevndin.
  5. Valevni og stillarar verða – umframt við navni, starvi og bústaði – eisini lýst við føðingardegi.
  6. Kravið um, at minst ein kommunustýrislimur skal vera limur í valstýrinum, verður strikað.
  7. Ásetingarnar um krøv til atkvøðurúmini verða umorðaðar og samsvarandi minni formligu krøvunum í løgtingsvallógini.

Í fylgiskjali 1 eru broytingarnar lýstar í mun til ásetingarnar í galdandi lóg.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag og teimum kommunum, sum hava gjørt avtalu um at leggja saman pr. 1. januar 2005 (Runavíkar, Skála, Oyndafjarðar, Elduvíkar, Tórshavnar, Kirkjubøar, Nólsoyar, Hests, Sunda, Gjáar, Hósvíkar, Hvalvíkar, Saksunar, Haldórsvíkar, Sørvágs, Bíggjar, Klaksvíkar og Mikladals kommunum).

Sambært viðmerkingunum taka kommunurnar og kommunufeløgini sum heild undir við broytingunum, men broytingini um, at valnevndirnar skulu hava føðingardagin hjá valevnunum, verður ikki tikið undir við.

Avleiðingar av broytingunum
Mett verður, at uppskotið ikki hevur fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær fyri land ella kommunur.

Uppskotið hevur ikki avleiðingar við sær fyri vinnuna, umhvørvið, serstøk øki í landinum ella fyri ávísar samfelagsbólkar.

Eingir millumtjóða sáttmálar eru á økinum, sum heimastýrið hevur skyldu at fylgja. Í hesum sambandi skal tó upplýsast, at Norðurlendska Ráðharraráðið eftir tilmæli frá formansskapinum í Norðurlandaráðnum tann 14. oktober 1975 gjørdi av, at Norðanlondini skjótast gjørligt eiga at fremja broytingar í lóggávuni, soleiðis at norðurlendskir ríkisborgarar fáa valrætt og valbæri til kommunuval, hava teir búð í viðkomandi landinum í eina ávísa tíð. Tó eigur kravið um bústað ikki at vera longri enn 3 ár.

Kommunuvallógin varð broytt í 1984 við hesum fyri eygað, men av misgáum varð viðkomandi ásetingin orðað soleiðis, at norðurlendingar bara fingu valrætt, høvdu teir havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini. Valbæri til hesar norðurlendingar er sostatt ongantíð lógarfest.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

   

 

Nei

 

Serligar viðmerkingar

Ad § 1, nr. 1
Orsøkin til, at skotið verður upp, at galdandi 7-daga freist verður longd til 2 vikur, er, at á henda hátt samsvarar freistin betur við aðrar freistir í lógini t.d. 2-vikur freisitina fyri, nær valkort skulu sendast út. Haraftrat verður lættari hjá fólkayvirlitunum at gera vallistarnar klárar, eins og roynt verður at minka um tær nógvu eyka flytingarnar, sum fjóðrahvørt ár tykjast vera beint undan kommunuvali.

Ad § 1, nr. 2
Orsøkin til, at norðurlendingar ikki hava valbæri, men bara valrætt, stendst av einum feili, sum kom í í sambandi við eina broyting av kommunuvallógini í 1984. Broytingin í mun til galdandi lóg er sostatt hon, at norðurlendingar, sum áður bara høvdu valrætt, eisini verða valbærir og harvið kunnu verða valdir í bygda(r)ráðið/býráðið, lúka teir treytirnar annars.

Við tilvísingini til § 1, stk. 1, litra 1 verður sostatt sipað til, at norðurlendingar – hóast teir ikki hava danskan ríkisborgararætt – kunnu velja og verða valdir, lúka teir treytirnar annars.

Ad § 1, nr. 3
Við broytingini verða valstøðini opin allan dagin frá kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Orðingin samsvarar við líknandi regluna í løgtingsvallógini.

Ad § 1, nr. 4
Orsøkin til, at bygda(r)ráðið/býráðið er sett inn í staðin fyri valnevndina, er, at kærur um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, serliga hava við flyting og fólkayvirlit at gera, har tað er bygda(r)ráðið/býráðið, sum er málsførur myndugleiki. Haraftrat kemur ásetingin í samsvar við líknandi regluna í løgtingsvallógini, har heimildin eisini er hjá bygda(r)ráðnum/býráðnum.

Ad § 1, nr. 5
Broytingin hevur samband við kravdu upplýsingarnar um valevnini, sí viðmerkingarnar til § 1, nr. 6.

Ad § 1, nr. 6
Føðingardagurin hjá valevnunum verður kravdur, fyri at valnevndin á ein einfaldan og tryggan hátt kann eftirkanna og staðfesta, hvør viðkomandi er.

Ætlanin við broytingini er ikki, at føðingardagurin skal verða almannakunngjørdur saman við valevnislistunum, men einans at hesin skal latast valnevndini at nýta í sínum arbeiði at kanna valevnislistarnar.

Ad § 1, nr. 7
Uppskotið hevur við sær, at kravið um, at í minsta lagi ein bygda(r)ráðs-/býráðslimur skal vera limur í valstýrinum, verður slept. Annars er ásetingin umorðað nakað fyri betur at samsvara við líknandi ásetingina í løgtingsvallógini.

Ad § 1, nr. 8
Ásetingin er umorðað nakað fyri at vera meira samlík líknandi ásetingini í løgtingsvallógini.

Ad § 1, nr. 9
Broytingin nágreinar, at tað eisini kann vera valstýrið/valstýrini, sum hava sum uppgávu at upplýsa um nøvnini á limunum í valstýrinum, talið á bygda(r)ráðslimum/býráðslimum, ið skulu veljast, og um teir móttiknu valevnislistarnar.

Ad § 1, nr. 10
Ásetingin um rættin hjá blindum og sjónveikum at velja sær persónligan hjálpara er einsljóðandi við ásetingina í § 26 í løgtingsvallógini.

Ad § 1, nr. 11
Sum galdandi lóg er orðað, skilst ikki staðiliga av orðaljóðinum, at eisini klagur um sjálvt valið kunnu verða sendar landsstýrismanninum.

Umorðingin hevur tí til endamáls at gera greitt, at heimildin hjá landsstýrismanninum – umframt klagur um at sleppa undan at taka við vali – eisini fevnir um klagur um sjálvt valið, herundir hvussu valið er avgreitt, gjørt upp og annars handfarið.

Ad § 1, nr. 12

§ 25a
Endamálið við greinini er einans at tryggja, at veljararnir kunnu verða valdir og sleppa at velja í øllum økinum, sum samanlagda kommunan sambært góðkendu samanleggingaravtaluni skal fevna um.

§ 25b
Í sambandi við samanleggingar skal nýggj valnevnd altíð veljast.

Reglurnar um samanseting og skipan av valnevndini eru ikki broyttar í mun til lógina annars, men kunnu kommunurnar, sum hava avtalað at leggja saman, ikki semjast, verður tað landsstýrismaðurin, sum skal taka avgerð í málinum um val av nýggjari felags valnevnd. Hetta er fyri at tryggja, at tað altíð er ein valnevnd, sum kann fyrireika og standa fyri valinum.

§ 25c
Fyri at tryggja eina so sjálvirkandi skipan sum gjørligt verða gomlu valnevndirnar valstýrir. Eru fleiri valstøð í kommununi, fellur gamla valnevndin burtur, og valstýrini, sum eru, halda fram.

Hóast sjálvvirkandi skipanina í stk. 1, so er ætlanin, at kommunurnar skulu hava ein valmøguleika, og tí verður í stk. 2 ásett, at ein ella fleiri av kommununum, sum leggja saman, kunnu velja nýggj valstýri í sambandi við valið, ynskja tær tað.

§25d
Sambært § 6, stk. 3 skal valevnislistin vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum. Er íbúgvaratalið í kommununi minni enn 1000, eru 10 stillarar nóg nógvir. Er íbúgvaratalið minni enn 200, eru 5 stillarar nóg nógvir.

Kommunur, sum leggja saman, hava ymiskt íbúgvaratal. Fyri at eingin ivi skal vera, verður skotið upp, at tað altíð er íbúgvaratalið í nýggju samanløgdu kommununi, sum skal leggjast til grund, tá talið av stillarum skal finnast.

§ 25e
Her verður nágreinað, at møguligar klagur skulu sendast tí kommununi, sum klagan viðvíkur. Snýr tað seg um at sleppa undan at taka við vali, skal áheitanin sendast kommununi, har viðkomandi, sum ikki vil taka við vali, býr.

Verður eitt av gomlu bygda(r)ráðunum/býráðunum sostatt noytt at halda áfram aftaná 31. desember, t.e. tá valárið er farið, so halda eisini hini bygda(r)ráðini/býráðini, sum eru fevnd av somu samanleggingaravtalu, fram, til klagan er endaliga avgreidd.

Ad § 2
Gildiskomuregla. Ongin serlig viðmerking.

+ skjal

1. viðgerð 30. september 2004. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 6. oktober 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 24. september 2004, og eftir 1. viðgerð tann 30. september 2004 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 1. og 6. oktober 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Kommunusamskipan Føroya og við landsstýrismannin í innlendismálum.

Frá Føroya Kommunufelag hevur nevndin fingið skriv, dagfest 30. september 2004, har kommunufelagið heitir á nevndina um at leingja freistina til 1. september fyri, hvussu langt frammanundan ein skal vera tilmeldaður fólkayvirlitinum í avvarðandi kommunu fyri at hava valrætt og valbæri. Kommunufelagið vísir á, at hetta sambært galdandi lóg § 4, stk. 1 er freistin fyri, nær vallistin skal vera gjørdur. Grundgevingin er stór fólkaflyting uppundir val, sum serliga merkist í teimum kommunum, har tilflytaratalið er stórt í mun til talið av fólkum, sum eru fastbúgvandi. Samstundis verður ført fram, at hetta kann lætta um arbeiðið við vallistunum.

Frá Kommunusamskipan Føroya fekk nevndin avrit av ummæli teirra til Innlendismálaráðið, dagfest 9. september 2004. Kommunusamskipanin hevur viðmerkt, at tey ikki halda, tað vera neyðugt, at valevni skulu verða lýst við persónsnummari, og mæla annars til, at kommunuvallógin verður tikin upp til almenna endurskoðan.

Frá Innlendismálaráðnum fekk nevndin skriv, dagfest 1. oktober 2004, við áheitan um at gera nakrar rættingar í hesum broytingaruppskoti, umframt nakrar broytingar í sjálvari kommunuvallógini, sum ikki framganga av upprunaliga broytingaruppskotinum.

Innlendismálaráðið mælir til at gera eina rætting í uppskotinum til nýggja § 25c, stk. 1, 1. pkt., sum er partur av § 1, nr. 12 í uppskotinum. § 25c ásetir, at í samanleggjandi kommunu, har bara eitt valstað er frammanundan, verður sitandi valnevnd broytt til valstýri, og sitandi valstýri fellur burtur. Tá eingi valstýri eru í kommunum við bara einum valstaði, mælir Innlendismálaráðið til at strika ásetingina um, at "sitandi valstýrið fellur burtur".

Í sambandi við almennu viðmerkingarnar til uppskotið, vísir Innlendismálaráðið á, at tað er ein skeiv endurgeving, tá tað stendur skrivað, at kommunurnar og kommunufeløgini ikki taka undir við, at føðingardagurin hjá valevnum verður nýttur. Kommunurnar og kommunufeløgini tóku ikki undir við, at persónstalið varð nýtt, og var hetta ein av orsøkunum til, at persónstalið er broytt til føðingardagin, sbr. § 1, nr. 5 og 6 í uppskotinum.

Nýggju broytingarnar í kommunuvallógini snúðu seg um at heimila kommununum at rætta feilir í vallistanum og at tryggja, at bókstavafrámerkið hjá flokkum samsvarar við bókstavafrámerkið, sum flokkar hava til løgtingsval. Eitt triðja uppskot til nýggja broyting var fráfallið á fundinum millum rættarnevndina og landsstýrismannin í innlendismálum.

Rættarnevndin hevur umrøtt málið og innkomnu viðmerkingarnar og er samd um, at tørvur er á at taka alla kommunuvallógina upp til almenna endurskoðan, ið eigur at verða samskipað við eini endurskoðan av løgtingsvallógini. Nevndin er eisini samd um, at spurningurin um at leingja freistina fyri, hvussu langt frammanundan ein skal vera tilmeldaður fólkayvirlitinum í avvarðandi kommunu fyri at hava valrætt og valbæri, eigur at verða umrøddur gjøllari og í einum breiðari høpi, og mælir tí til at bíða við at gera broytingar hesum viðvíkjandi, til ein slík endurskoðan verður veruleiki.

Rættarnevndin tekur undir við rættingunum í § 25 c, stk. 1, 1. pkt, sum Innlendismálaráðið hevur skotið upp.

Sum nevnt er Innlendismálaráðið komið við uppskotum til nýggjar broytingar í kommunuvallógini, sum ikki vóru við í uppskotinum, sum var til 1. viðgerð í Løgtinginum. Stýrisskipanarlógin § 15, stk. 2 ásetir, at "Uppskot til løgtingslóg ella ríkislógartilmæli kann ikki verða endaliga samtykt, uttan at tað hevur fingið tríggjar viðgerðir á Løgtingi." Rættast er tí, at nýtt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið, skal Løgtingið fáa høvi at taka støðu til hesar broytingar.

Alt eftir um ein kommuna hevur eitt ella fleiri atkvøðingarøki, er tað antin en valnevnd einsamøll ella ein serlig nevnd av valstýrarum, ið stílar fyri valinum í einum ávísum atkvøðingarøki. Serliga nevndin av valstýrarum verður á fólkamunni vanliga nevnd valstýri. Í galdandi lóg er valstýri nevnt eina ferð, men í broytingaruppskotinum er valstýri nevnt fleiri ferðir. Fyri at fáa samsvar millum tað heiti, ið hesar nevndir bera á fólkamunni, og nú eisini í tilvísingum í lógini, heldur rættarnevndin, at heitið á serligu nevndini av valstýrarum eigur at verða broytt til at verða eitt serligt stýri av valstýrarum.

Landsstýrismaðurin skjýtir upp at sleppa kravinum um, at í minsta lagi ein bygda(r)ráðs-/býráðslimur skal vera limur í valstýrinum. Rættarnevndin heldur ikki, at tað er nóg mikið at sleppa hesum kravinum, og mælir til, at forboð beinleiðis verður sett fyri, at bygda(r)ráðs-/býráðslimur kann vera limur ikki bara í valstýrinum, men eisini í valnevndini.

Við tað at eitt slíkt forboð fer at hava við sær, at nógvar valnevndir og øll valstýrini skulu veljast av nýggjum, og við tað at so stutt tíð nú er til kommunuval, mælir nevndin tó til at útseta gildiskomuna av hesum broytingunum til 1. januar 2005.

Nevndin sær ongan trupulleika í ásetingini um, at veljari ikki kann bera seg undan vali til valstýrara, uttan so at hann hevur lógligt forfall. Ein persónur kann ikki verða álagdur at taka við vali til valstýrara, um hetta beinanvegin ella seinni, um viðkomandi persónur ætlar at stilla upp til kommunuval, fer at hava við sær, at hann kemur at fremja lógarbrot.

Í smáum kommunum kann kanska hugsast, at tað kann vera torført at manna bygdarráð og valnevnd við ymiskum persónum, ið búgva í kommununi. Tað verða tó neyvan nógv dømi, har hetta beinleiðis ikki ber til. Skuldi hetta komið fyri, ber til at fara út um kommununa at leita eftir fólki til valnevndina, við tað at lógin ikki setir krav um, at valnevndarlimir skulu búgva í viðkomandi kommunu.

Samsvarandi hesum setir nevndin tí fram soljóðandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

  1. Í § 1 verður sett inn nýtt nr. 3, sum verður soljóðandi: "Í § 3, stk. 1 verður sett inn nýtt pkt. 4, sum verður soljóðandi: "Bygda(r)ráðslimur/býráðslimur ella persónur, sum er uppskotin sum valevni, kann ikki vera limur í valnevndini."", og nr. 3 til 10 verða hereftir nr. 4 til 11.
  2. Í § 1, nr. 7, sum hereftir verður § 1, nr. 8, verður § 8, stk. 3, 1. pkt. broytt soleiðis, at orðini "serlig nevnd" verða broytt til "serligt stýri".
  3. Í § 1, nr. 7, sum hereftir verður § 1, nr. 8, verður § 8, stk. 3 broytt soleiðis, at sett verður inn nýtt pkt. 5, sum verður soljóðandi: "Bygda(r)ráðslimur/býráðslimur ella persónur, sum er uppskotin sum valevni, kann ikki vera limur í valstýrinum."
  4. Í § 1 verður sett inn nýtt nr. 12, sum verður soljóðandi: "Í § 17, stk. 2 verða orðini "settu serligu nevnd" broytt til "setta serliga stýri"", og nr. 11 til 12 verða hereftir nr. 13 til 14.
  5. Í § 1, nr. 12, sum hereftir verður § 1, nr. 14, verður § 25c, stk. 1, 1. pkt. broytt soleiðis, at orðini "og sitandi valstýrið fellur burtur" verða strikað.
  6. Í § 2 verður sett inn nýtt pkt. 2, sum verður soljóðandi: "Ásetingin í § 1, nr. 3 og tann parturin av ásetinginini í § 1, nr. 8, sum setir eitt nýtt pkt. 5 inn í § 8, stk. 3, koma tó ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2005."

Við hesum broytingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Á tingfundi 8. oktober 2004 las formaðurin soljóðandi skriv frá tingmonnunum Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Sverre Midjord, Marjus Dam, Finni Helmsdal og Bill Justinussen:
Undirritaðu tingmenn heita hervið á tingformannin um at gera frávik frá tíðarfreistini millum 2. og 3. viðgerð, sambært § 85 í tingskipanini, av løgtingsmáli nr. 7/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar kommunur.
Frávik samtykt 26-1-0.

2. viðgerð 8. oktober 2004. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 8. oktober 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 66 frá 11.10.2004