1-2  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2004

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskiftið við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2004, 3. august, legði Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri august 2004

 § 7. Útbúgving og gransking

B. Játtanir

Tús. kr.

Útreiðslur

Inntøkur

7.23.5. Fólkaupplýsing
7.23.5.10 Musikkskúlar (Rakstrajáttan) J

6.946

-

EYJ

492

-

Viðmerkingar:
Skipaða frálæran á føroysku musikkskúlunum virkar eftir ll. nr. 69 frá 7 juli 1984 um stuðul til musikkskúlar. Hesir skúlar eru kommunalir/interkommunalir, men landskassin rindar 50% av læraralønunum. Foreldragjald er, og er tað ymiskt til støddar í kommunum.

1500 næmingar fáa í dag frálæru í musikkskúlunum, meðan fleiri túsund eru í bíðirøð, bara í Havn eru hesi 2500 í tali. Av hesum 2500 kundu tey 1200 byrja frálæru beinanvegin, um fíggjarligu møguleikarnir vóru til hetta.

Í skipanini eru í løtuni 49 lærarastørv, svarandi til 35 størv fulla tíð.

Umframt foreldragjald hevur næmingurin møguleika at leiga ljóðføri frá skúlanum.

Eyka fíggjarliga byrðan, sum nýggju lønarsáttmálarnir høvdu við sær, ger, at musikkskúlarnir í verandi fíggjarári tørva kr. 492.000 fyri at kunna veita somu tænastu sum farna ár. Hetta fer, um ikki eykajáttan verður veitt, at hava við sær, at 200 næmingar missa frálæru teirra, nú skúlin byrjar aftur, og 5 lærarar verða sagdir úr starvi.

Orð megna illa at lýsa tað virðið, musikkskúlin hevur havt fyri børn og ungdóm okkara. Her hava mong, uttan at vera fjøtraði av fíggjarligu korum foreldra, havt møguleika at menna ílagdar tónleikagávur, sum annars lættliga kundu farið fyri skeyti - og kann vera at mangur teirra harvið hevur fingið aðra lívsleið.

Úrslit síggjast og tala fyri seg. Ferð eftir ferð hava vit upplivað, at børn og ungdómar musikkskúlans við framførðslum uttanlands hava sett Føroyar á heimskortið.

Vón Miðfloksins er, at tingfólk taka saman hendur og verja hetta góða, sum musikkskúlin ber Føroyum og føringum - ikki minst komandi ættarliðum. Og vónandi kunnu vit til komandi fíggjarlóg víðka um møguleikar skúlans.

Miðflokkurin metir tað vera skeivt at taka játtan frá øðrum økjum til hendan sjálvsagda batan og leggur tí uppskot fram um eykajáttan.

1. viðgerð 12. august 2004. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 30. september 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur vegna Miðflokkin lagt málið fram tann 3. august 2004, og eftir 1. viðgerð tann 12. august 2004 er málið beint fíggjarnevndini. 

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 9. september 2004.

Nevndin vísir á, at uppskotið ikki lýkur treytirnar um, at eykajáttanir eiga at vera útreiðsluneutralar.

Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 6. oktober 2004. Uppskotið fall 2-1-25. Málið avgreitt.