Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

70. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin 16. mars, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Jóannes Eidesgaard, løgmaður og landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 109/2006: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka Vága Floghavn
Málið beint í vinnunevndina
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Málið beint í vinnunevndina
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af færdselsloven og pasloven”
Málið beint í rættarnevndina
 

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir
Málið beint í rættarnevndina
 

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í “lov for Færøerne om rettens pleje”
Málið beint í rættarnevndina
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 20. mars 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 66/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar  “forslag til lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.”

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2006: Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um marknaseting á havleiðunum millum Føroyar og Ísland
Málið verður beint í uttanlandsnevndina

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
Málið verður beint í rættarnevndina

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Málið verður beint í rættarnevndina

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir
Málið verður beint í rættarnevndina

7.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 15.50 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður
 

/Marius Rein
skrivari