Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

38. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 12. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”
Uppskot frá Karsten Hansen um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-21. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 22-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
Uppskot til samtyktar fall 11-1-18. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

3.        Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-9/2006 frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúvoynni
Málið avgreitt.
 

4.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur

 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-21/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Óla Breckmann, løgtings­manni, viðvíkjandi fyritíðar- og fólkapenjónistum, arbeiðsinntøku og marginalskatti,
nr. 100-22/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bygging av fiskivinnuskúla í Vestmanna og skúladepli í Hovi, og
nr. 100-23/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Høgna Hoydal, Kára P. Højgaard og Bill Justinussen, viðvíkjandi avleiðingum av broytingum í kapitalvinningsskattalógini


 

Tikið av daggskrá:  

Svar upp á fyrispurning nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum, og svar upp á fyrispurning nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 13. desember, 2006, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyritíðar- og fólkapenjónistum, arbeiðsinntøku og marginalskatti

2.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bygging av fiskivinnuskúla í Vestmanna og skúladepli í Hovi

3.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Høgna Hoydal, Kára P. Højgaard og Bill Justinussen, viðvíkjandi avleiðingum av broytingum í kapitalvinnings­skattalógini

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)

5.        Svar upp á fyrispurningi nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum

6.        Svar upp á fyrispurningi nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum

7.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýtsluni hjá kommunum síðani 2004
Kl. 13.30

8.        Munnligir fyrispurningar

9.        Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.35

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari