100-10 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum 

Orðaskifti

Ár 2006, mikudagin 15. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

 

  1. Hvørjar eru tær búskaparligu grundgevingarnar hjá samgonguni fyri at veita skattalætta, sum í 2007 og 2008 í minsta lagi kostar kommunum og landi 163 mió. kr?

 

  1. Hvussu tálmar hesin skattapolitikkur “sveiggjum í búskapinum”, og hvussu elvir hann til ein “skynsaman búskaparpolitikk”, sum landsstýrissamgongan sigur seg vilja fremja?

 

  1. Hvussu ætlar løgmaður at fíggja almennu vælferðartænasturnar frameftir, tá skattainn­tøkurnar hjá landinum minka lutfalsliga í hvørjum?

 

  1. Hvørji amboð ætlar løgmaður at nýta í búskaparpolitikkinum, um núverandi gongd við stórum virksemi, stórari privatari nýtslu, stórari lántøku hjá privatu húsarhaldunum, vantandi arbeiðsmegi og stórum avgjaldsinntøkum hjá landskassanum orsakað av privatari nýtslu steðgar ella minkar?

 

  1. Hvørjar óheftar metingar hevur løgmaður fingið frá serfrøðingum um møguligar avleiðingar av førda skattapolitikkinum fyri føroyska búskapin, og kann løgmaður leggja hesar metingar við í sínum svari?

 

  1. Hvørjar metingar hevur løgmaður útvegað sær um, hvussu skattalættin kann hugsast at ávirka prístalið, innflutningstølini, handilsjavnan, gjaldsjavnan og lánsmarknaðin hjá privatum?

 

  1. Hvørjar samráðingar hevur landsstýrið havt við kommunurnar, áðrenn skattauppskot verða løgd fram, sum ávirka kommunalu búskapirnar og landsbúskapin allan?

 

  1. Heldur løgmaður, at tað er rætt, skynsamt og ábyrgdarfult at binda Løgtingið til ein avtalaðan skattalætta 4 ár fram í tíðina – og eisini inn í eitt ár (2008), har sitandi landsstýri og Løgting eru farin frá?

 

  1. Hvussu nógv er skattalættin tilsamans í krónum hjá landi og kommunum frá 2004 til 2008, og hvussu samsvarar tað við ta upphædd, ið varð avtalað í undirskjali til samgonguskjalið?

 

 

Viðmerkingar

Øll eru helst rímiliga fegin um at tað eydnaðist, áðrenn hetta landsstýrið tók við:

 

-         at minka og fastfrysta heildarveitingina úr Danmark

-         at niðurgjalda skuld í stórum

-         at spara pening upp í Landsbankanum

-         at forða nýggjum studningi og veðhaldum í vinnuni

-         at bøta um skattaskipanina fyri tey lægstløntu

-         og á ein skynsaman hátt at byggja íløgur og tænastur hjá tí almenna upp, sum vóru skorin burtur ella høvdu ligið lamnar upp gjøghnum øll 1990’ini 

 

Var tað ikki gjørt – men allur blokkstuðulin brúktur til rakstur ella skattalættar, sum m.a. táverandi andstøða á tingi mælti til – so er ikki ringt at ímynda sær, hvussu føroyski búskapurin hevði verið fyri, tá alivinnan fór á heysin, rækjuflotin fór nærum allur, fiskaprísir fullu og oljuprísurin hækkaði.

 

Men tað bar til at tálma sveiggjum og sleppa undan nakrari kreppustøðu, tí ein veruligur búskaparpolitikkur fram ímóti einum sjálvberandi búskapi hevði verið førdur.

 

Øll hesi mál og hendan ábyrgd tykist nú slept.

 

Sitandi landsstýri sigur seg á pappírinum vilja reka ein búskaparpolitikk, sum tálmar sveiggjum í búskapinum og tosar enntá um at “reka ein skynsaman búskaparpolitikk” og at taka undir við einum “sjálvberandi búskapi”.

 

Men hetta hevur eftir spyrjarans tykki onki hald í veruleikanum.

 

Eftir meting undirritaða rekur sitandi landsstýri als ongan búskaparpolitikk, men hevur bert framskrivað tøl á fíggjarlógini á útreiðslusíðuni og brúkt av uppsparda penininginum í landsbankanum frá undanfarnu samgongu, meðan inntøkusíðan bert verður ávirkað av tilvildarligum útlánspolitikki hjá peningastovnunum og av ógrundaðum skattalætta.

 

Kommunanna partur av búskapinum flýtur harafturat í leysum lofti – og landsstýrið gongur sjálvt á odda fyri at trýsta skuldartyngdar kommunur at seta seg í størri skuld.

 

Við hálvum eyga sæst, at talan er ikki um skynsaman politikk ella at tálma sveiggjum. Hinvegin kann tilvildin bert økja um sveiggini í búskapinum og skriva rokningar út til komandi ættarlið.

 

Í løtuni er privata og almenna nýtslan og virksemið í Føroyum so mikið stór, at tørvur er á arbeiðsmegi, og handilsjavnin gevur stórt hall.

 

Í londum, sum hava stóran heimamarknað og eginframleiðslu av nýtsluvørum, verður hildið, at skattalættar í tíðum við stórum virksemi og tørvi á arbeiðsmegi, bert kunnu elva til yvirhiting og inflasjón í búskapinum. Tí fer ongin ábyrgdarfullur politikari at spæla hazard við framtíðini og fremja skattalættar undir slíkum umstøðum.

 

Í Føroyum fer meginparturin av privatu nýtsluni til innflutning, og ongi onnur politisk amboð eru til taks at tálma inflasjón. 

 

Tí er tað eftir spyrjarans tykki rætt og slætt ábyrgdarleyst og ógrundað, at landsstýrið nú fremur skattalættar, ið bert kunnu elva til økta nýtslu hjá vælbjargaðum samfelagsbólkum, og sum kann fara at økja hallið á handilsjavnanum umframt at elva til inflasjón.

 

Á tingfundi 16. november 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 13. desember 2006 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

 

Til 1

Rætt er tað, at vanligi inntøkuskatturin verður lækkaður við umleið 160 mió. kr., men her skulu vit merkja okkum, at inngjaldið til Arbeiðsmarknaðeftirlønargrunnin samstundis  hækkar við umleið 110 mió. kr. - umleið 55 mió. kr. frá hvørjum av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Tað snýr seg sostatt um ein skattareform, ið ger skattaskipan okkara meira búskaparliga vakstrarfremjandi og stimbrar hugin at arbeiða, soleiðis at vit økja um arbeiðstakaraútboðið.

 

Samstundis sum landið letur 160 mió. kr í skattalætta yvir tvey ár, tekur samfelagið 110 mio kr innaftur gjøgnum samhaldsfasta – altso netto góðar 50 mió. kr yvir tvey ár.

 

Til 2

Her er ikki talan um ein skattalætta, ið hevur til endamáls at tálma ella økja um virksemið í samfelagnum. Broytingin skal harafturímóti síggjast sum ein dagføring av afturúrsiglda skattastiganum, ið skal tryggja, at inntøkuhækkingar ikki elva til hægri skattatrýst orsakað av, at skattastigin er progressivur. Broytingin tryggjar, at verkafólk, handverkarar og starvsmenn ikki  koma at gjalda toppskatt. Hetta hevur ikki minst týdning, um nakrar krónur verða vunnar eyka. Broytingin kann økja um arbeiðstakaraútboðið, nú tørvur er á tí.

 

Til 3

Almennu vælferðartænasturnar verða eisini framyvir fíggjaðar við inntøkum frá skatti, tolli, avgjøldum og ríkisveiting. Hóast skattalættar eru givnir, eru samlaðu skattainntøkurnar ikki minkaðar og avlop er nú hjá almennu kassunum.

 

Til 4

Týdningarmestu amboðini at nýta í búskaparpolitikkinum til tess at tálma sveiggj í búskapinum í einum lágkonjunkturi eru útreiðslurnar á fíggjarlógini og her serliga løguútreiðslurnar. Her skulu vit eisini merkja okkum týdningin av, at restin av almenna geirðanum spælir við, t.v.s land, kommunur, kommunalir stovnar og aðrir stovnar.

Hvat skattapolitikki viðvíkur, hevur kontinuitetur stóran týdning. Tað er umráðandi fyri borgarar og fyritøkur at hava kunnleika til, hvønn skatt tey skulu gjalda í framtíðini.

 

Til 5

Tað eru ikki gjørdar nakrar óheftar metingar av broytingunum í skattalóggávuni. Hetta plagar heldur ikki at verða gjørt, tá broytingar verða gjørdar í skattastiganum. Nevnast kann tó, at búskaparfrøðin ikki er á einum máli um búskaparligu avleiðingarnar av skattalættum.  

 

Til 6

Sum spyrjaranum helst kunnugt, finnist eingin búskaparmyndil í Føroyum, ið er egnaður til at meta um, hvørja ávirkan broytingar í skattastiganum hava á prístal, innflutning, handilsjavna, gjaldsjavna og lánsmarkna hjá privatum.

Vit skulu minnast til, at samstundis, sum skattareformur verður framdur, ið lækkar skattainntøkurnar við 163 mió. kr, verður ein eftirlønarreformur framdur, ið hækkar inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin við 110 mió. kr. (sí svar til spurning 1), soleiðis at nettoávirkanin á gjaldføri hjá borgarunum og virkjum verður góðar 50 mio kr. Mett verður tí ikki, at vit fáa nakra stóra ávirkan á prístal, gjaldsjavna v.m.

 

Til 7

Fyrst er at siga, at skattauppskotið merkir eina hækking av botnfrádráttinum í kommunuskattinum frá 26.000 til 30.000 krónur, men samanumtikið væntast uppskotið ikki at fáa serliga stóra ávirkan á kommunala búskapin.

Landsstýrið hevur ikki havt nakrar beinleiðis samráðingar við kommunurnar um skattauppskotini. Hetta hevur higartil heldur ikki verið vanligt í samband við skattalógarbroytingar. Nevnast skal tó, at í løtuni arbeiða landsstýrismenninir í ávikavíst fíggjarmálum og innlendismálum við nýggjum reglum, ið skulu tryggja betri innlit í kommunala búskapin. Tá hetta er gjørt, fer at bera betur til at fáa eina holla samskipan av øllum tí almenna búskapinum.

Nevnast skal tó, at landsstýrismaðurin í figgjarmálum í fleiri umførum hevur gjørt vart við skattalættan her íroknað, at botnfrádrátturin í kommunuskattinum verður hækkaður árini 2005- 2008.

 

Til 8

Her má vera talan um eina misskiljing, tí hvørki løgmaður ella landsstýrið kunnu binda Løgtingið. Annars kann eg viðmerkja, at í samgonguskjalinum er avtalaður ein skattapolitikkur fyri alt samgonguskeiðið, og má hetta roknast sum positivt, tá borgarar og virki við hesum kenna, hvat tað almenna tekur frá teimum í nevnda skeiði.

 

Til 9

Samgonguskjalið segði 240 kr í skattalætta frá 2004-2008. 287 kr verða latnar í landsskatti og 51 mio í kommunuskatti. Sama tíðarskeið hækka inntøkurnar í samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin 175 mio kr.  Umframt hetta kemur økta gjaldið til barsilskipanina og økta vektgjaldið. 

 

Málið avgreitt