100-23 Fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann, viðvíkjandi avleiðingum av broytingum í kapitalvinningsskattalógini 

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 12. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá tingmonnunum Høgna Hoydal, Kára P. Højgaard og Bill Justinussen, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvørjar avleiðingar metir landsstýrismaðurin verða fyri skattingina av partafeløgum, skattingina av partabrævaeigarum og fyri skattainntøkur landskassans, eftir at broytingarnar í kapitalvinningsskattalógini hava fingið gildi á nýggjárinum?

 

  1. Hvørjar avleiðingar metast at verða fyri skattingina av partafeløgum og partaeigarum og fyri intøkur landskassans, tá ið øll aktiv frá 2007 skulu virðisásetast til handilsvirðið í roknskapinum, har eisini “immaterielt virði” og “goodwill” skulu roknast uppí –  og kunnu tá avskrivingarreglurnar gera, at eingin vinningur verður at skatta hjá flestu feløgum í fleiri ár frameftir?

 

  1. Hvør skal gera virðismetingarnar, og hvørjar mannagongdir eru settar í verk hjá Toll- og Skattstovuni, nú hesar nýggju reglur um virðisáseting skulu roynast í verki?

 

  1. Hvørjir møguleikar verða hjá partaeigarum at brúka holdingfeløg, har sami eigari keypir partabrøvini úr sínum partafelagi og inn í eitt holdingfelag, og síðani kann fáa vinningin av søluni skattafrítt út - og er “holið” í lógini fyri partafeløg, stovnað innan 2001, veruliga tipt?

 

  1. Hvørjar avleiðingar fyri skattingina av persónum og feløgum mugu metast at verða í sambandi við keyp og sølu millum partafelag og holdingfelag við somu eigarum, tá ið broytingarnar í lógini fáa gildi á nýggjárinum?

 

  1. Hvørjir møguleikar verða fyri sonevndari “selskabstøming”, har virðir verða tikin úr feløgum og flutt í onnur?

 

  1. Eru verndarreglurnar móti spekulasjón nóg góðar í lógini, og eru neyðugar kunngerðir, innanhýsis reglur, umsitingarligar broytingar o.a. gjørt til tess at forða fyri møguligum óætlaðum avleiðingum av broytingunum í kapitalvinningsskattalógini?

 

  1. Metir landsstýrismaðurin nakran vanda vera fyri, at partafeløg og partaeigarar við nýggju reglunum fáa munandi minni skatting ella sleppa heilt undan at gjalda skatt av vinningi?

 

  1. Metir landsstýrismaðurin, at skattingin hjá persónum og fyritøkum, har virksemið er lagt í partafelag, fer at fáa munandi fyrimunir í mun til skattingina hjá persónum og fyritøkum hjá persónum, ið ikki hava  sítt virksemi í partafeløgum?   

 

  1. Kann landsstýrismaðurin útvega tinginum eina óhefta meting frá útlendskum serfrøðingum av broytingunum í kapitalvinningsskattalógini við serligum denti á verjuna móti spekulasjón – t.e. møguleikunum hjá partafeløgum og partaeigarum at sleppa undan skatting í sambandi við keyp og sølu av partabrøvum, at gjalda út vinningsbýti, at stovna holdingfeløg og selja partabrøv ímillum, at virðisáseta aktiv og gera avskrivingar í roknskapinum v.m.?

 

 

Viðmerkingar

Á nýggjárinum koma broytingar í kapitalvinningsskattalógini í gildi. Og broytingarnar eru so umfatandi, at neyðugt er at fáa greiði á, hvørjar avleiðingarnar eru, og hvørjar fyrireikingar eru gjørdar til tess at fyribyrgja óætlaðum trupulleikum og byrgja fyri spekulasjón og “holum” í lógini.

 

Eitt nú fer uppgjørda virðið á partafeløgum í roknskapinum at vera fyri kollvelting. Virðini skulu nú ásetast til ætlað handilsvirði – og bæði materiell og immateriell aktiv skulu gerast upp, harundir sonevnt “goodwill”.

 

Hetta fer eitt nú at elva til, at reiðarí, sum hava skip við fiskiloyvi, skulu gera upp ætlað handilsvirði á hesum aktivum, umframt at handilsvirði og “goodwill” á øðrum aktivum, ið ongantíð fyrr eru mett, skulu ásetast í roknskapunum.

 

Hvønn týdning tað kann fáa fyri roknskapirnar, møguleikarnar fyri avskrivingum, skattskyldugum vinningi o.a. kann bert gitast um, men avleiðingarnar verða undir øllum umstøðum stórar.

 

Harafturat er framvegis sera ivasamt, hvørjir møguleikar eru fyri at taka virðir úr feløgum ella at selja partabrøv yvir í holdingfeløg – og harvið at sleppa undan skatting ella fáa óætlaðar fyrimunir av spekulasjón.

 

Greitt er, at umsitingarligar fyrireikingar, kunngerðir, reglur og onnur amboð eru alneyðug til tess at forða fyri óætlaðum avleiðingum av broytingunum.

 

Nógv lond hava gjørt sær royndirnar av tílíkari lóggávu og fyrisiting áður, og tí hevði tað verið kærkomið hjá landsstýrinum og tinginum at fingið eina óhefta meting frá útlendskum ráðgevum um møguligar avleiðingar og neyðug fyrisitingarlig amboð til tess at basa “holum” í lóggávu og regluverki.  

 

Á tingfundi mikudagin 13. desember 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast
 

     Á tingfundi 31. januar 2007 svaraði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

 

AD 1:

Høvuðsbroytingin er skiftisreglurnar, ið javnseta skattingina av partabrøvum, útvegað áðrenn 16. november 2001 við partabrøv, ið eru útvegað eftir hendan dag. Henda broyting er sera týdningarmikil at fáa framd, tí sum e,r virka skattareglurnar vinnuliga avlagandi. Tað at øll virðisbrøv frameftir verða skattaði, og skattaði eins, merkir, at skattagrundarlagið verður breiðari og kemur at geva landskassanum væl meira inntøkur sum árini ganga.

 

Broytingarnar hava ongar beinleiðis avleiðingar fyri skattingina av partafeløgum. Skattliga hava broytingarnar onga ávirkan fyri virðisbrævaeigararnar, so leingi eingin søla av virðisbrøvum fer fram. Selur partabrævaeigarin virðisbrøvini, verður hesin skattaður av møguligari virðisøking av virðinum, gjørt upp pr. 31. desember 2006 og frameftir til søludagin.

 

Ein onnur broyting er, at feløg kunnu mótroknað hall eftir skattalógini í positivum kapitalvinningi. Talan skal her vera um hall eftir skattalógini.

Aðrar broytingar eru eisini í lógini, sum fyri stóran part eru fyrisitingarligar tillagingar og fylgibroytingar av, at skiftisreglurnar verða broyttar.

AD 2:

Virðismetingin hevur ongar avleiðingar fyri felagið. Fyri partaeigarar hava lógarbroytingarnar onga beinleiðis ávirkan, so leingi eingin søla av partabrøvum fer fram. Men velur partaeigarin at selja partabrøvini, verður hesin skattaður av vinninginum av partabrøvum, tvs. av møguligari virðisøking frá 31. desember 2006 og til søludagin.

 

Virðismetingin broytir ikki skattliga avskrivingargrundarlagið hjá felagnum. Virðisásetingin ásetur handilsliga virðið av felagnum, sum hevur týdning fyri virðið av partabrøvunum. Virðisásetingin gevur partabrævaeigaranum møguleika at gera upp virði av partabrøvum, sum kann seljast skattafrít,t og hvørji virði eru skattskyldug av einari møguligari sølu av partabrøvum í framtíðini.

 

Trupult er ítøkiliga at siga, í hvønn mun skattingin av partabrøvum ávirkar inntøkurnar hjá landskassanum. Her velst um, hvussu gongdin á búskapinum verður í framtíðini. Eingin ivi er um, at broytingarnar merkja eitt breiðari skattagrundarlag, og harvið størri inntøkur til landið sum frá líður.

 

 

AD 3:

Sambært § 28 skulu feløgini sjálvi gera upp metta handilsvirðið, ið grannskoðari teirra skal váttað til sannan. Landsstýrismaðurin hevur gjørt eina kunngerð sum hjálp til at arbeiða við virðisásetingini. Umsitingin á Toll og Skattstovu Føroya skal nýta hesa í eftirkanningini av virðismetingini hjá feløgunum. Toll- og Skattaráðið hevur gjørt eitt rundskriv, sum skal nýtast sum generell meginregla fyri virðisáseting av goodwill. Ábyrgdin liggur soleiðis fyrst og fremst hjá felagnum, meðan Toll- og Skattstova Føroya er eftirlitsmynduleiki.

 

AD 4:

Í princippinum ber til hjá partaeigara at brúka holdingfelag, har partaeigari selur partabrøvini í sínum partafelag til sítt egna holdingfelag, og síðani fáa vinningin úr felagnum. Vinningurin við sølu av partabrøvum er skattafríur, um talan er um sølu av gomlum partabrøvum og um sølan fer fram áðrenn lógarbroytingin kom í gildi 1. januar 2007. Fer søla av slíkum partabrøvum fram eftir 1. januar 2007, er vinningur partvíst skattafríur, tá bert virðisøkingin eftir 1. januar 2007 kann skattast.

 

Tó skal sigast, at peningur, sum partaeigari tekur úr felagnum á henda hátt, verður skattaður sum vinningsbýti, um tað ikki eru aðrar grundgevingar fyri tí sum verður gjørt, enn at taka pening úr felagnum. Kapitalvinningsskattalógin gevur heimild til at skatta alt, sum partaeigari tekur úr felagnum. Um ongin annar veruleiki er aftanfyri slíkar handlingar, verður peningur, ið verður tikin úr felagnum, skattaður sum vinningsbýti. Í skattligum høpi verður altíð hugt at realitetinum, ikki bert formalitetinum, t.v.s., at kreativar loysnir, ið einans hava til endamáls at sleppa undan skatti, verða skattliga settar til síðis.  Neyðugt er at meta um, hvat er fyrifari í hvørjum einstøkum føri fyri seg, tá metast skal um, um talan er um uttanumvík ella ikki. Uttanumvík merkir, at um eingin verulig søla er farin fram, verður søluupphæddin ikki mett sum ein søla, men sum ein útlutan. Tá talan er um uttanumvík merkir hetta, at høvuðspartaeigarin framvegis er eigari av felagnum, antin beinleiðis ella óbeinleiðis.Sølan ella innskotið av einum nýggjum felagi, er gjørd fyri at sleppa undan skatting, men sami eigarin er framvegis í felagnum. Um partaeigarin í fyrrverandi felagnum framvegis antin beinleiðis ella óbeinleiðis er eigari av nýggja felagnum ella hevur avgerðandi leiklut í felagnum, verður sølan viðgjørd sum útlutan - fjalt vinningsbýti.

 

AD 5:

Tá tosað verður um holdingfeløg og lógarbroytingina má gangast út frá, at sipa verður til reglurnar um skatt av vinningsbýti til feløg og avtøku av verndarregluni í § 9, stk. 2.

 

Broyting í lógini viðførir, at feløg, grunnar o.o., sum eru fult skattskyldug í Føroyum og eiga partapening/innskotspening í útlutandi felagi, ikki skulu gjalda skatt av vinningsbýtinum. Vinningsbýti frá dóttirfeløgum til móðirfeløg er skattafrítt. Áðrenn broytingina av § 9, var vinningsbýti millum dóttir- og móðurfeløg skattskyldugt, um hetta var nýtt til at gjalda skuld niður við, sum stavaði frá keyp av partabrøvum í dóttirfelag frá likamligum persónum.

Um partabrævaeigarin seldi síni partabrøv inn í eitt holdingfelag, har holdingfelagið fíggjar keypi við vinningsbýti úr dóttirfelag, varð vinningsbýti til holdingfelagið skatta við 18%

 

Verndarreglan varð avtikin, tí reglan rakti breiðari enn tilætlað. Mett verður, at reglurnar um vinningsbýti saman við hinum verndarreglunum í lógini eru nóg góðar til at skatta í teimum førum, tá partaeigarar formelt umganga reglurnar um skatting av kapitalvinningi. 

 

AD 6:

T&S arbeiðir í tøttum samstarvi við Skiftirættin. Hetta er partvíst gjørt fyri at fylgja við, hvørji feløg fara gjøgnum Skiftirættin og hvar ognirnar í feløgunum fara, og hevur Toll- og Skattstova Føroya regluligt samskifti við Skiftirættin.

 

Sokallað “selskabstømning” kann fara fram á ymiskan hátt, men mett verður ikki, at broytingar í kapitalvinningsskattalógini ávirka rættarstøðuna hesum viðvíkjandi.

 

AD 7:

Fyrimyndin er eftir donsku reglunum á økinum, og sum støðan er í løtuni, hava vit ikki dømi uppá, at reglurnar ikki eru nóg góðar til at forða fyri spekulatión.

 

Virðismetingarnar verða viðgjørdar á ein objektivan hátt. Toll og Skattstova Føroya hevur eftirlit við feløgum, og kann eftirkanna og gera broytingar í virðisásetingini av ogn og skuld.

 

Landsstýrismaðurin metir at T&S hevur neyðugu amboðini og førleika at røkja hesa umsitingarligu uppgávuna. Stovnurin hevur sett ávís tiltøk í verk fyri at taka ímóti hesi arbeiðsuppgávu.

 

AD 8:

Eftir nýggju reglunum verður skattagrundarlagið breiðari, og allur vinningur við sølu av partabrøvum, verður skattskyldugur. Reglan um, at til ber at mótrokna hall eftir skattalógini í kapitalvinningi, kann merkja minni kapitalvinningsskatt í einum ári, men talan er bert um tíðaravmarking, tí halli at flyta fram verður minni, og skatturin í komandi árum tí tilsvarandi størri

 

AD 9:

Áðrenn lógarbroytingina, var stórur fyrimunur at hava virksemi í partafelag, um partabrøvini vórðu útvegaði áðrenn 16. november 2001. Hesin fyrimunur verður burtur við lógarbroytingini. Framyvir verður munurin í skattingini bert tann vanligi munurin sum er ímillum skatting av persónliga riknum virksemi, og virksemi riknum í partafelag.

 

AD 10:

Yvirordnað metir landsstýrismaðurin, at umsitingin og lóggávan er góð. Lóggávan er gjørd eftir leisti frá útlendskari lóggávu, og inniheldur longu tær tillagingar, sum gjøgnum tíðina longu eru gjørdar í lóggávuni í t.d. Danmark. Eisini hevur fyrisitingin gott samstarv við fyrisitingina í hinum norðanlondunum, so mett verður ikki, at tað tænir nøkrum endamáli at fáa útlendskar serfrøðingar inn.
 

Málið avgreitt