100-22 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi bygging av fiskivinnuskúla í Vestmanna og skúladepli í Hovi  

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 12. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Nær verður farið undir at byggja fiskivinnuskúlan í Vestmanna, nær verður hann liðugur og kann takast í nýtslu? Hvat verður prísurin pr. fermetur mettur til nú í mun til metta prísin í 2004?
  2. Hvussu nógv má verkætlanin skerjast fyri at kunna gjøgnumførast fyri játtaðu upphæddina uppá 22 mió. kr. í mun til, um skúlabyggingin var byrjað í 2004 og liðugur í 2006, sum ætlað, hugsi um prísvøkstur, lønarhækkingar, ovurstórt virksemi í byggivinnuni, peningur nýttur til prosjektering og umprosjektering í fleiri umførum?
  3. Nær verður farið undir bygging av skúladepli í  Hovi? Nær verður hann liðugur og tikin í nýtslu? Hvussu stórur er prísvøksturin fyri fermeturin frá ætlaða miðnámsskúlanum í Vági til skúladepilin í Hovi?
  4. Hvussu nógv verður verkætlanin skorin í verki og krónum frá upprunaætlanini upp á 60 mió. kr., og verður meirkostnaður m.a. av kommunalu skyldunum at veita vatn og kloakk lagt til tingsins viðgerð, og hvussu stórur verður hesin kostnaður?
  5. Hvussu nógv verður minámsskúlaparturin skorin frá ætlanini, sum skuldi staðið liðug í Vági í vár? Hvussu stórur er prosjekterings- og annar kostnaður av at flyta projektið úr Vági til Hovs?
  6. Nú landsstýrismaðurin í nærum trý ár hevur umsitið málsøkið, uttan at nakað frameftir­rættað innan miðnámsskúlabygging í Føroyum er hent, metir landsstýrismaðurin so, at økið er umsitið á nøktandi hátt, og við hvørji grundgeving, og er hetta við at styðja upp undir málið um Føroyar millum fremstu tjóðir í 2015?
  7. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at kompensera fyri, at hesar skúlabyggingar hava drigið so langt út?

 

Viðmerkingar:

Nú enn einki røkist fyri, at nakrar skúlabyggingar koma í gongd, og vit skriva desember 2006, loyvi eg mær at sóknast eftir verkætlanum, sum fyri langari tíð síðani eru samtyktar á Løgtingi.

 

Tá Tjóðveldisflokkurin í fyrrárið legði uppskot fyri tingið um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna, var hetta felt, tí samgongan arbeiddi við sama uppskoti. Vit mæltu til, at nýttar vórðu 7 mió. kr. til hesa bygging í 2004, síðani skuldi haldast fram, til skúlin skuldi vera liðugur og takast í nýtslu á sumri 2006.

 

Sitandi samgonga setti síðani 1 mió. kr. av til bygging av Fiskivinnuskúla í 2004. Av hesum vóru 341.973,00 kr. nýttar. Í 2005 vóru 4,6 mió. kr. avsettar til endamálið, men Mentamálaráði kom so mikið stutt við skúlabyggingini, at bert 266.384,00 kr. vóru nýttar.

 

Í 2006 eru avsettar 8 mió. kr., men nú eru nýttar 2.395.888  kr. til Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, uttan at so mikið sum ein skøva sæst í asfaltinum inni á Fjørð í Vestmanna av teirri orsøk.

 

So ikki er løgið, at vestmenningar ótolnast eftir at síggja nøkur úrslit aftaná, at góðar

3 mió. kr. eru nýttar upp á prosjekti, hugsi eisini um, at hetta eru um 14% av allari játtanini, og tankin um, hvussu nógv skúlin verður skerdur/avmarkaður í byggingini, nú bert 19 mió. kr. eru eftir til sjálva skúlabyggingina. Haldi landsstýrismaðurin í skúlamálum eigur at taka ábyrgdina av, at byggingin hevur drigið so langt út við tí avleiðing, at munandi minni skúlabygging fæst fyri peningin.

 

Hvussu hevur landsstýrismaðurin ímyndað sær, at hetta arbeiðið kann fáast liðugt til ásettu tíð á sumri 2007, tá enn onki er gjørt við hesar skúlabyggingar, og lógin fer úr gildið aftur 1. januar 2008. Haldi virðingin fyri næmingunum og starvsfólkunum á skúlanum man vera sera lítil, tá man framvegis bjóðar teimum slíkar umstøður at arbeiða undir, sjálvt um politiskur meiriluti er fyri at byggja nýggjan skúla til endamálið. Eisini kann tað sigast at vera lítið visjonert fyri eina fiskivinnutjóð sum Føroyar, at vit enn ikki hava fingið góðar karmar um útbúgvingina, sum skuldi stuðla upp undir høvuðsvinnuna í landinum.

 

Hvussu nógvur peningur er farin fyri skeytið vegna prís og lønarvøkstur, samstundis sum so nógv trýst í løtuni er á føroysku byggivinnuna, at ikki fæst serliga nógv fyri hvørja krónu.

 

Verkætlanin í Vági var farin í gongd í 2003, og hevði tann skúlin staðið liðugur á várið 2006, og sostatt høvdu næmingar og lærarar í miðnámsskúlunum í Suðuroy seinasta góða hálva árið arbeitt undir tíðarhóskandi karmum, og Vágur hevði eisini havt fingið ein mentanardepil, sum veruliga hevði kunna verið við at stimbra og ment býin, men sum kunnugt steðgaði sitandi samgonga hesum arbeiði, og enn er so einki hent í Vági.

 

Á fíggjarlógini 2003 vóru játtaðar 2,6 mió. kr., og nýttar vóru góðar 1,8 mió. kr.

Á fíggjarlógini 2004 vóru játtaðar 4,5 mió. kr., og nýttar vóru knapt 4,3 mió. kr.

Á fíggjarlógini 2005 vóru játtaðar 12,8 mió. kr., og nýttar vóru knapt 1,5 mió. kr.

Á fíggjarlógini 2006 vóru játtaðar 18 mió. kr., og nýttar vóru knapt 5,5 mió. kr.

Í alt eru nú nýttar til skúladepil í Suðuroy 13,1 mió. kr., og enn er eingin skúli at hóma.

 

Samgongan samtykti at byggja skúladepil í Suðuroynni í mai 2005. Hesin depil skuldi so hýsa miðnámsskúla og heilsuskúla, men enn er eingin bygging farin í gongd, nú standa bert tvey gapandi hol í náttúruni, eitt í Vági og eitt í Hovi, og góðar 13 mió. kr. eru nýttar av teimum 60 mió. kr., sum verkætlanin skuldi kosta. Eg ivist í, hvør skúladepil fæst fyri 47 mió. kr., nú kostnaðarstøðið er so nógv hækkað seinastu 3 árini, hvat fæst fyri peningin í dag í mun til, hvussu langt 60 mió. kr. rukku tá.

 

Hølistrupulleikarnir hjá Heilsuskúlanum á Tvøroyri eru ovurhonds stórir, og fyrr í heyst var tað ein spurningur, um tað fór at vera møguligt hjá skúlanum at taka næmingar inn eftir jól, sjálvt um tørvurin fyri útbúnum fólki innan heilsurøkt í Føroyum er staðfestur at vera sera stórur.

 

Hvussu nógvur almennur peningur er farin fyri skeytið orsakað av, at miðnámsskúlin í Vági var steðgaður, er ongantíð uppgjørt nágreiniliga, men eisini er neyðugt at gera greitt, hvussu lítið fæst fyri peningin í dag í mun til, um almenni peningurin var nýttur áðrenn prís- og lønarvøksturin seinastu árini, og áðrenn virksemið innan byggivinnuna er vorðið so ovurhonds stórt.

 

Við hesum spurningum vil eg royna at fáa greiði á og politiska útmelding um, hvussu støðan er viðvíkjandi bygging av fiskivinnuskúla í Vestmanna og skúladepli í Suðuroy.

 

Á tingfundi mikudagin 13. desember 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 8. februar 2007 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

 

Ad. 1.: Sum kunnugt, er byggiætlanin boðin út í lisitatión í tveimum umførum, og boðini, sum eru komin inn í sambandi við stórarbeiðstøkuna, eru alt ov høg. Tískil er lisitatiónin annullerað fyrst í desember 2006, og sambært lisitatiónslógini kunnu møguligar samráðingar við arbeiðstakarar ikki takast upp aftur, fyrr enn 3 mánaðir eru lidnir frá annulleringini. Henda tíðin verður brúkt til neyðugar fyrireikingar til samráðingar við áhugaðar arbeiðstakarar um eina partnering avtalu. Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja í apríl 2007, og at skúlin skal verða liðugur á sumri 2008.

 

Kostnaðurin fyri fermeturin er tann sami, sum hann varð mettur til í 2004, umleið 17 tús. kr. í miðal, soleiðis at samlaði kostnaðurin upp á 22 mió. kr. skal halda.

 

Ad. 2.: Verkætlanin er ikki skerd í fermetrum, og dagføringarnar, sum eru gjørdar í bygninginum í sambandi við verkætlanina, eru ikki gjørdar grundað á lønar- og príshækkingar og økt virksemi í byggivinnuni, men eru grundaðar á, at ætlanar- og dygdarstøðið í bygninginum frá byrjan var ov høgt í mun til karmarnar fyri verkætlanina. Tað er eingin peningur nýttur til umprosjektering í sambandi við verkætlanina.

 

Tað, at boðini, sum eru komin inn í sambandi við stórarbeiðstøkuna, eru alt ov høg, er ikki ein príshækking í sjálvum sær, men er orsakað av vantandi kapping, t.v.s. at tað eru marknaðarviðurskiftini, sum eru avgerandi í hesum sambandi. Um vit t.d. hyggja at boðunum, sum komu inn í sambandi við útbýgging av Tekniska Skúla í Klaksvík, kann staðfestast, at hesi lógu innan fyri metingina. Kostnaðurin fyri fermeturin í hesi útbygging liggur júst á somu legu, sum kostnaðurin fyri fermeturin í sambandi við bygging av Fiskivinnuskúlanum.

 

Ad. 3.: Tann 15. november 2006 undirskrivaðu Landsverk, MT Højgaard og Árni Winther partnering avtalu í sambandi við verkætlanina við tí endamáli at halda kostnaðin innan fyri givnu fíggjarkarmarnar. Sambært ætlanini verður arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður við MT Højgaard tann 24. januar 2007, og fer arbeiðið tá í gongd, og verður ætlandi liðugt á sumri í 2008.

 

Kostnaðurin fyri fermeturin er mettur til umleið 17 tús. kr. í miðal fyri skúladepilin í Suðuroy, og kostnaðurin fyri fermeturin í sambandi við miðnámsskúlan í Vági varð mettur til uml. 18 tús. kr. í miðal.

 

Ad. 4.: Verkætlanin er ikki skorin í verki ella í krónum í mun til upprunaætlanina í Hovi upp á 60 mió. kr.

 

Útreiðslur í sambandi kommunalar skyldur eru ikki roknaðar inn í verkætlanina.

 

 

Ad. 5.: Miðnámsskúlaparturin er ikki skorin í mun til ætlanina í Vági, harafturímóti er byggiskráin, sum var gjørd í sambandi við verkætlanina um Miðnámsskúlan í Vági, nýtt sum grundarlag í sambandi við bygging av Skúladeplinum í Hovi.

 

Skúladepilin í Suðuroy er ein nýggj verkætlan, sum fevnir um at hýsa miðnámsskúlanum og heilsuskúlanum í sama bygningi, og hevur tískil, burtursæð frá byggiskránni, einki samband við verkætlanina um bygging av Miðnámsskúla í Vági.

 

 

Ad. 6 og 7: Eg skal ikki gera nógvar viðmerkingar til hesar spurningarnar, tí tað fara onnur at meta um, um økið er umsitið á nøktandi hátt, men her skal bara vísast á, at síðan 29. apríl 2005 hevur Løgtingið samtykt ikki færri enn 4 verklagslógir um bygging av miðnámsskúlum, sum undirritaði hevur lagt fram.
 

Málið avgreitt