Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

21. fundur

Ár 2006, mikudag 8. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur. 

Sverre Midjord, løgtingsmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi. 

Til viðgerðar: 

1.    Munnligir fyrispurningar
 

2.    Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 14/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-3/2006: Uppskot til løgtingslóg um eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2006

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 9. november 2006, kl 13.30, við hesi dagsskrá: 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
Málið verður beint í rættarnevndina.

3.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-2/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum

4.      Framløga 

Fundur lokin kl. 17.58

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari