Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

16. fundur

Mánadagur 17. apríl 2000

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Hildur Patursson (f. Hergeir Nielsen)
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm

Eyðun Viderø og Alfred Olsen vóru ikki á fundi

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 15. fundi 10.04.2000 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
    Nevndin samtykti at heita á løgmann um at gera eitt alternativt uppskot til regluna um, at borgarstjórin í kommunum við yvir 500 íbúgvum skal leggja onnur størv frá sær. Slíkt uppskot eigur heldur at styrkja fyrisitingina.

  3. Løgtingsmál nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"
    Skrivarin legði fram eitt uppskot til álit í málinum, sum varð umrøtt. Miðað verður ímóti at undirskriva álit á komandi fundi.

  4. Løgtingsmál nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Málið varð umrøtt.

Tikið av dagsskrá: Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgd. Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd. Løgtingsmál nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 27. apríl 2000, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 16. fundi 17.04.2000
  2. Løgtingsmál nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
  3. Løgtingsmál nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"
  4. Løgtingsmál nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
  5. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgd
  6. Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.
  7. Løgtingsmál nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

 Fundur lokin kl. 12.00

Sjúrður Rasmussen
skrivari