Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

15. fundur

Mánadagur 10. apríl 2000

kl. 13.30

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Hildur Patursson (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Alfred Olsen

Signar á Brúnni, næstformaður, Rúna Sivertsen og Hans Pauli Strøm vóru ikki á fundi

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 14. fundi 06.04.2000 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
    Klokkan 13.45 kom Anfinn Kallsberg, løgmaður, á fund saman við fultrúunum Hilmar Høgenni og Eyðbjørn Larsen.Teir fóru av fundi 14.50.

  3. Løgtingsmál nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"
    Klokkan 15.00 kom Mogens Nepper-Christensen, fúti, á fund. Hann fór av fundi 15.30.

    Klokkan 15.30 kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á fund saman við Rúna Joensen, deildarstjóra, og Bergi Berg, fultrúa. Teir fóru av fundi 16.05.

  4. Løgtingsmál nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Nevndarlimirnir fingu útflýgggjað nevndarskjal E, útgreining frá Vinnumálastýrinum av uppskotinum

Tikið av dagsskrá: Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgd. Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd. Løgtingsmál nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 17. apríl 2000, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 15. fundi 10.04.2000
  2. Løgtingsmál nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
  3. Løgtingsmál nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"
  4. Løgtingsmál nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
  5. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgd
  6. Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.
  7. Løgtingsmál nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

Fundur lokin kl. 16.15

Sjúrður Rasmussen
skrivari