Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

14. fundur

Hósdagur 6. apríl 2000

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Hildur Patursson (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Signar á Brúnni, næstformaður var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 13. fundi 30.03.2000 varð góðkend

  2. Løgtingsmál nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
    Klokkan 9.50 komu Jógvan K. Mørkøre og Sveiney Sverrisdóttir á fund vegna Føroya Kommunufelag. Tey fóru av fundi klokkan 10.30.

    Klokkan 10.40 komu Jákup Lamhauge, Leivur Hansen og Jens Marius Poulsen á fund vegna Kommunusamskipan Føroya. Teir fóru av fundi klokkan 11.20.

    Klokkan 11.20 kom Karsten Hansen, landsstýrismaður á fund saman við Atla Leo, fultrúa. Teir fóru av fundi 11.55.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 10.04.2000, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 14. fundi 06.04.2000
  2. Løgtingsmál nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
    Klokkan 13.45 kemur løgmaður á fund.
  3. Løgtingsmál nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"
    Klokkan 15.00 kemur fútin á fund.
    Klokkan 15.30 kemur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á fund.
  4. Løgtingsmál nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
  5. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgd
  6. Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.
  7. Løgtingsmál nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

 

Fundur lokin kl. 12.05.

Sjúrður Rasmussen
skrivari