Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

13. fundur

Hósdagur 30. mars 2000

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Signar á Brúnni
Hildur Patursson (vegna Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen (vegna Alfred Olsen)

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gerðabókin frá 12. fundi 23.03.2000 varð góðkend.

  3. Nýval av næstformanni
    Signar á Brúnni varð valdur sum næstformaður.

  4. Løgtingsmál nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Á fund klokkan 9.45 kom Finnbogi Arge, landsstýrismaður, saman við serligu ferðslunevndini, sum tilevnaði uppskotið. Møttu nevndarlimirnir vóru:
    Jákup Alberg Berg, politistafelagið
    Jákup Jacobsen, stjóri á Bileftirlitinum
    Birgit Olsen, koyrilærarafelagið
    Johan Beder, koyrilærarafelagið
    Finn Ougaard, varafúti
    Mogens Nepper-Christensen, fúti
    Niels Winther, fultrúi í Vinnumálastýrinum
    Finnleif Durhuus, deildarleiðari á vegaumsiting Landsverkfrøðingsins
    Jógvan Nolsøe, deildarleiðari á ferðsludeild Landsverkfrøðingsins og
    Jón Kragesteen, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

    Tey fóru av fundi 11.35.

    Nevndin gjørdi av at heita á Finnboga Arge, landsstýrismann, um neyvari skrivliga at útgreina hvør munur er á uppskotinum hann hevur lagt fram, og tilmælinum frá serligu ferðslunevndini, og hvørja grundgeving hann hevur fyri at broyta uppskotið í mun til tilmæli frá nevndini. Eisini verður biðið um grundgevingina hjá serligu ferðslunevndini viðvíkjandi hesum parti av uppskotinum, og avrit av skjølum sum stiðja uppskot nevndarinnar.


  5. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini)
    Álit varð undirskrivað í málinum.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 6. apríl 2000, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 13. fundi 30.03.2000
  2. Løgtingsmál nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri

Klokkan 9.45 koma umboð fyri kommunufelagið á fund
Klokkan 10.30 koma umboð fyri Kommunusamskipan Føroya á fund
Klokkan 11.15 kemur Karsten Hansen, landsstýrismaður á fund

Fundur lokin kl. 12.10

Sjúrður Rasmussen
skrivari