Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

12. fundur

Hósdagur 23. mars 2000

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Tórbjørn Jacobsen, næstformaður
Hildur Patursson (vegna Hergeir Nielsen) (kom kl. 10.50)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen (vegna Alfred Olsen)

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 11. fundi 22.03.2000
    Gerðabókin var góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini)
    Klokkan 9.45 kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á fund saman við Rúna Joensen, deildarstjóra, Ann-Mari Dam fultrúa, og Øssuri Midjord, stjóra á Matrikulstovuni. Eisini vóru á fundi Petur Nielsen, stjóri á P/f Føroya Dátusavni og Niels Christian Nolsøe, stjóra á P/f Elektron. Umboðini fóru av fundi 11.00. (HH og RJ 11.10). Hereftir umrøddi nevndin málið.

    Nevndin gjørdi av at lata upp í hendi á skrivaranum at skriva uppskot til álit til komandi fund við støði í tí, sum var komið fram á fundinum.

  3. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg og Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
    Málini vórðu útsett til komandi fund

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 30. mars 2000, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 12. fundi 23.03.2000
  2. Løgtingsmál nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Klokkan 9.45 kemur Finnbogi Arge, landsstýrismaðu,r á fund saman við serligu ferðslunevndini, sum tilevnaði uppskotið.
  3. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini).

Fundur lokin kl. 11.40

Sjúrður Rasmussen
skrivari