Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

11. fundur

Mikudagur 22. mars 2000

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Tórbjørn Jacobsen, næstformaður
Hildur Patursson (vegna Hergeir Nielsen) (kom kl. 10.20)
Rúna Sivertsen (kom kl. 10.05)
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Eyðun Viderø var ikki á fundi

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 10. fundi 09.03.2000.
    Gerðabókin varð góðkend

  2. Løgtingsmál 47/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Hans Pauli Strøm upplýsti, at orsakað av, at alt bendir á, at meiriluti ikki fæst fyri uppskotinum í Løgtinginum vegna uppskotið í løgtingsmáli nr. 62/1999, fer uppskotssetarin at taka uppskotið aftur.

  3. Løgtingsmál 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Nevndin samtykti at kalla inn á fund 30. mars 2000 landsstýrismannin á málsøkinum og serligu ferðslunevndina, sum tilevnaði uppskotið. Eisini samtykti nevndin at heita á Pál Weihe, yvirlækna á deildini fyri almanna- og arbeiðsmedisini, um skrivliga at lata nevndini eina lýsing av, hvørjar læknafrøðiligar grundir kunnu vera fyri at seta promillumarkið niður frá 0,8 til 0,5.

  4. Løgtingsmál 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini)
    Nevndin umrøddi uppskotið og innkomnu ummælini. Samtykt varð at kalla Høgna Hoydal, landsstýrismann, og umboð fyri Matrikulstovuna, P/f Elektron og P/f Føroya Dátusavn á komandi nevndarfund.

  5. Løgtingsmál 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
    Nevndin gjørdi av at kalla inn á fund 6. apríl 2000 umboð fyri kommunufelagið, kommunusamskipan Føroya, nevndina, sum tilevnaði kommunuálitið, og løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

  6. Løgtingsmál 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg og Løgtingsmál 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
    Viðgerðin varð útsett til komandi fund.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 23. mars 2000, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 11. fundi 22.03.2000.
  2. Løgtingsmál nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini)
    Klokkan 9.45 koma á fund Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og umboð fyri Matrikulstovuna, P/f Elektron og P/f Føroya Dátusavn.
  3. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg
  4. Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.
  5. Løgtingsmál nr.99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.

  

Fundur lokin kl. 11.40

Sjúrður Rasmussen
skrivari