Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

10. fundur

Hósdagur 9. mars 2000

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Finnur Helmsdal (f. Tórbjørn Jacobsen, næstformann)
Hildur Patursson (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Rúna Sivertsen var ikki á fundi

 Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 9. fundi 24.02.2000
    Gerðabókin varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 47/1999:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Málið varð umrøtt. Hans Pauli Strøm heitti á nevndina um at steðga við víðari viðgerð av málinum, til hann hevði umrøtt tað við uppskotssetaran.

  3. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg og løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
    Klokkan 10.20 komu á fund Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Rúni Joensen, deildarstjóri, og Bergur Berg, fultrúi. Teir fóru av fundi klokkan 11.25. Teir lótu nevndini telefonnotat frá Ríkisumboðsmanninum um málið, skrásett sum nevndarskjal C.

Komandi fundur verður fráboðaður seinni.

 

Fundur lokin kl. 11.55

Sjúrður Rasmussen
skrivari