Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

9. fundur

Hósdagur 24. februar 2000

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen (f. Alfred Olsen)

Tórbjørn Jacobsen, næstformaður var ikki á fundi

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1.  Góðkenning av gerðabók frá 8. fundi 17.02.2000
    Gerðabókin varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 47/1999:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Klokkan 10.20 komu Petur Jacob Sigvardsen formaður í starvsnevndini fyri Ráðið fyri ferðslutrygd á fund saman við dagliga fyristøðumanninum á ráðnum, Jón Kragesteen. Teir fóru av fundi klokkan 11.15

  3. Løgtingsmál nr. 36/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang
    Hans Pauli Strøm upplýsti fyri nevndini, at uppskotssetarin, Katrin Dahl Jakobsen fór at boða løgtingsformanninum frá, at hon tekur uppskotið aftur.

  4. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg og løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
    Ein samd nevnd loyvdi, at málini vóru sett á skrá. Málini vórðu umrødd, serliga skjal B í nevndarskjølunum. Gjørt varð av at kalla Høgna Hoydal, landsstýrismann, á komandi fund nevndarinnar.


Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 2. mars 2000, kl. 9.30 , við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 9. fundi 24.02.2000
  2. Løgtingsmál nr. 47/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  3. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg .
  4. Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.

Klokkan 10.15 kemur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á fund

 

Fundur lokin kl. 11.35

Sjúrður Rasmussen
skrivari