Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
90. fundur
Ár 2007, mikudagin 2. mai, kl. 9.30, varð tingfundur settur.
Søren
Christensen, ríkisumboðsmaður, var
ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
61/2006:
Uppskot
til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
32-0-0.
Málið avgreitt.
2.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta
í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
32-0-0.
Málið avgreitt.
3.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”lov om anpartsselskaber”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
32-0-0.
Málið avgreitt.
4.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”lov om erhversdrivende fonde”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
32-0-0.
Málið avgreitt.
5.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhversdrivende
virksomheder”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
32-0-0.
Málið avgreitt.
6.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
32-0-0.
Málið avgreitt.
7.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita
stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili
í Tórshavn
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
20-2-9.
Málið avgreitt.
8.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu, Bill Justinussen, Jenis av Rana og
Karsten Hansen til § 5 fall
7-0-24. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
29-1-0.
Málið avgreitt.
9.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
Broytingaruppskot frá Bill Justinussen,
Jenis av Rana,
Karsten Hansen og
Kára P. Højgaard til §§ 1, 3, 4, 11,
17, 23, 35, 39, 48, 49 og 50 fall
3-0-28. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
28-1-2.
Málið avgreitt.
10.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
92/2006: Uppskot til broyting í tingskipan Føroya Løgtings
Broytingaruppskot nr. 1 til 12 frá
Hergeir Nielsen, Høgni Hoydal, Annitu á
Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Tórbjørn
Jacobsen til § 1: nr. 1 fall
7-0-23, nr. 2 fall
6-1-23, nr. 3 fall
10-0-20, nr. 4 fall
10-0-20, nr. 5 fall
10-0-20, nr. 6 fall
10-0-20, nr. 7 fall
10-0-20, nr. 8 fall
10-0-20, nr. 9 fall
11-1-18, nr. 10 fall
12-1-17, nr. 11 fall
10-0-20 og nr. 12 fall
10-0-20. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð,
endaliga samtykt
23-1-6.
Málið avgreitt.
Fundur niðurlagdur kl. 12.26
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
12.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
77/2006: Uppskot til samtyktar um
berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv
Uppskot til samtyktar fall
9-0-11. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
13.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
104/2006: Uppskot til samtyktar um
undirstøðukervi í Svínoy
Uppskot til samtyktar fall
7-0-13. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
14.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 80/2006: Uppskot til løgtingslóg um at taka
fult ræði á útlendingamálum
§§ 1, 2 og 3 fullu
5-0-13. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
15.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um altjóða
menningarsamstarv, og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til
øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir.
Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av
tingmáli
nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fólkaskúlan og 1. viðgerð av tingmáli
nr.
120/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Formaðurin las skriv frá Kára P.
Højgaard, løgtingsmanni, dagfest 2. mai 2007, viðvíkjandi tingmáli
nr.46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um
arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Víst verður á § 32, stk. 3 í
tingskipanini, og biðið verður um, at tingformaðurin setir til atkvøðugreiðslu
spurningin um, at málið fer til 2. viðgerð uttan nevndarálit.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 3. mai 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. Val av § 25 nevnd at gera uppskot til Stjórnarskipan Føroya við støði í áliti um Stjórnarskipan Føroya, sum varð handað løgmanni hin 18. desember 2006 av fyrru stjórnarskipanarnevndini
2. Atkvøðugreiðsla um tingmáli nr.46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum
3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2006: Uppskot til løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna
4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
5.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fólkaskúlan
Málið verður beint í mentanarnevndina
6.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
120/2006: Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina
7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-33/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi varðveitan av órørdu náttúruni í Føroyum
8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-32/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarpakkanum
9. Framløga
Fundur lokin kl. 21.30
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari