100-32 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi  bústaðarpakkanum

Orðaskifti

Ár 2007, mikudagin 11. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá høvuðslutunum í bústaðarpakkanum?

 

  1. Hvat er tað sum ger, at ein lutaíbúð verður so nógv bíligari enn ein vanlig íbúð?

 

  1. Hvørjar verða treytirnar fyri teimum lánum, sum veitt verða til lutaíbúðirnar?

 

  1. Hvussu stóra upphædd roknar landsstýrismaðurin við at fáa fyri Húsalánsgrunnin?

 

  1. Hvat skulu teir 2/3 av peninginum, og sum skulu í landskassan, nýtast til?

 

  1. Hvussu skal almenna íbúðapartafelagið klára seg fíggjarliga?

 

  1. Hví er tað so umráðandi, at bankar og sparikassar skulu fáa allan sethúsamarknaðin?

 

  1. Hví skulu Føroyar vera millum tey heilt fáu framkomnu londini, sum ikki hevur ein húsalánsbanka, samstundis sum vit loyva fremmandum stovnum av sama slagi at virka her á landi?

 

  1. Hvat sigur landsstýrismaðurin til viðmerkingarnar og ávaringarnar frá stýrinum fyri Húsalánsgrunnin, dagf. 31. august 2005?

 

Viðmerkingar:

Tað hevur ikki verið lætt at útvega sær upplýsingar um tað, sum  landsstýrismaðurin í almannamálum, Hans Pauli Strøm, sigur er loysnin upp á so at siga allar sosialar trupulleikar í landinum. Nevniliga bústaðarpakkan.

 

Tað nyttar einki at fara inn á heimasíðuna hjá AHR, ið hvussu er ikki við vanligum leitingarkynstri. Tað hevur tó eydnast at fáa innlit í samskifti millum AHR og stýrið fyri Húsalánsgrunnin um tað, at samgongan hevur tikið “politiska” avgerð um, at Húsalánsgrunnurin skal avtakast og verandi virksemi tess seljast til verandi bankar. Allar ognir grunsins skulu býtast millum landskassan (2/3) og eitt alment íbúðapartafelag (1/3). Hvat teir 2/3 skulu nýtast til, sigur søgan einki um. Peningurin í íbúðapartafelagnum skal partvís nýtast til bjálvingarstuðulslán og partvís til at gera tað lættari hjá eina mest fólki við serligum tørvi at fáa sær bústað. Í hesum sambandi er ætlanin at slóða fyri lutaíbúðamarknaði í Føroyum.

 

Tó fæst einki at vita ítøkiligt um, hví lutaíbúðamarknaðurin verður so nógv bíligari enn vanligi íbúðamarknaðurin. Tað stendur, at lutaíbúðabygging kann verða fíggjað úr bústaðarpartafelagnum við upp til einum triðingi av byggikostnaðinum, hinir báðir triðingarnir skulu síðan fíggjast av bankunum. Vit fáa einki at vita um lánstreytirnar.

 

Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at tey, sum ogna sær lutaíbúðir, fara at fáa tað MVG frítt, og fara tey eisini at fáa rentustuðul. Hesar sømdir fáa eisini onnur, sum seta búgv, og er tí einki nýtt í tí sum so. Rentustuðulin ger fyrst og fremst tað, at prísurin verður hægri, og at tú kanst fáa hægri lán. Tað ger onga verkætlan bíligari.

 

Um lutaíbúðamarknaðurin skal muna og røkka endamáli sínum, so er neyðugt, at talan verður um eitt lutvíst stórt tal av lútaíbúðum. Fólk við innliti siga, at tey duga ikki at síggja, hvussu ein lítil triðingur av teimum pengunum, sum fáast burtur úr Húsalánsgrunninum, kann verða grundarlagið undir lutaíbúðamarknaðinum. Íbúðapartafelagið má hava ein nógv størri kapital at arbeiða við, og duga fólk við innliti ikki at síggja, hvussu rakstur kann koma í almenna íbúðafelagið við so avmarkaðum virksemi, og við so avmarkaðum kundaskara.

 

Stýrið fyri Húsalánsgrunnin heldur, at fleiri av ætlanunum við bústaðarpakkanum eru skilagóðar, men tey duga bert ikki at síggja, hvussu ætlanirnar skulu bera seg fíggjarliga, um fram verður farið eftir leisti samgongunnar. Tey orða seg soleiðis:

 

“Stýrið hevur ta støðu, at einum partafelag, sum skal rekast vinnuliga og við tí eindamáli at geva yvirskot, ikki verður lív lagað við øllum teimum avmarkingum, ið landsstýrismaðurin leggur á hetta felag. Sum víst í svarinum kenna vit ikki útrokningar landsstýrisins, ið liggja til grund fyri hesum uppriti. Við grundarlagi í roknskapinum hjá grunnunum og teimum avmarkingum, sum liggja í landsstýrisins uppskoti, hevur nýggja bústaðarfelagið ikki lív lagað. Vit loyva okkum tí at ivast í endamálinum við uppritinum, bæði tí fíggjarliga og tí bústaðarpolitiska, og um talan í roynd og veru ikki er um ognartøku av grunninum”.

 

Stýrið fyri Húsalánsgrunnin metir, at Løgtingið og landsstýrið við grunninum hava amboðið at fremja allar neyðugar bústaðarligar fyriskipanir. Við smærri reguleringum í lóg og kunngerð fyri Húsalánsgrunnin o.a., sum stýrið fyrr hevur víst á, kunnu bústaðarligu ætlanirnar, nevndar í bústaðarpakkanum, førast út í lívið.

 

Afturat hesum heldur spyrjarin, at tað er løgið, at ein javnaðarlandsstýrismaður í almannamálum, skal vera so íðin eftir at avtaka Húsalánsgrunnin. Øll lond í vesturheiminum hava stovnar, sum taka sær av húsalánum og tílíkum burturav, og so stovnar, sum taka sær av øðrum fíggjarligum viðurskiftum hjá fólki. Í Føroyum ganga vit eina løgna leið á hesum øki, tí vit siga, at vit vilja ikki hava føroyskar stovnar, sum taka sær av húsalánum burturav. Men vit hava einki ímóti at okkara bankar og sparikassar umboða fremmandar stovnar av slíkum slagi,  BRF, Nykredit og aðrar kreditforeingar. Spyrjarin dugur ikki at síggja hetta málið øðrvísi enn, at loysnin er lagað til tað, sum Fólkaflokkurin treytaleyst ynskir, nevniliga at taka av Húsalánsgrunnin, fyri at kapitalurin kann fáa enn betri rásarúm. Loysnin tekur tí lítið atlit at tørvinum hjá fólkinum.

Á tingfundi 12. apríl 2007 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 8. mai 2007 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

 

1.      Yvirskipaða málið við bústaðarpakkanum er at skapa fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, har úrvalið og umbýtið av bústøðum gerst størri, bæði millum ung og gomul, støk og familjur og annars fólk við ymiskari fíggjarorku. Fyri at røkka aðalmiðinum um fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, verður henda bústaðarpolitiska ætlan sett í verk

 

·        Gjørd verður ein lóg um lutaíbúðafeløg. Henda lóggávan skal bæði vera karmur um vanlig lutaíbúðafeløg og serlig lutaíbúðafeløg, ið eru ætlað at standa fyri bústøðum til fólk við serligum tørvi.

·        MVG-lóggávan og rentustuðulslóggávan verða broyttar soleiðis, at lutaíbúðafeløg fáa somu rættindi og skyldur sum tey, ið byggja privat sethús

·        Nýggj føroysk leigulóg fyri privatar bústaðir verður gjørd, ið skal tryggja rættindini hjá leigarum og útleigarum

·        Skattalóggávan verður broytt soleiðis, at skattingin av leiguinntøku, ið stavar frá útleigu til privatar bústaðir, verður sett á tað sama støði sum vanligur partafelagsskattur

·        Lóggáva skal tryggja rættindi og skyldur í sambandi við keyp og sølu á bústaðarmarknaðinum

·        Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin verða við lóg umskipaðir til eitt alment partafelag. Hetta bústaðarpartafelag fær m.a. til uppgávu at fíggja bústaðir til fólk við serligum tørvi

·        Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin verður tikin av, og nýggja bústaðarpartafelagið fær uppgávuna at veita avdráttarfrí lán til bjálving og orkusparandi tiltøk til fólka- og fyritíðarpensjónistar, sum búgva í egnum bústaði. 

 

2.      Hvussu príslegan á føroyskum lutaíbúðum verður, er ikki gjørligt at siga nakað um enn. Hetta er treytað av fleiri ymsum viðurskiftum – herundir útboð og eftirspurningi.

 

Alment kann sigast, at skipanin við lutaíbúðum byggir á, at fólk keypa ein ognarlut í einum felag eftir einum frammanundan ásettum býti, ið svarar til støddina á bústaðnum. Vanliga fíggingarmynstrið av lutaíbúðum undir stovnan er soleiðis, at lutaíbúðafelagið tekur upp lán fyri ein ávísan part av kostnaðinum av íbúðunum, meðan keyparin av einum luti fíggjar restina. Hvør lutaíbúðaeigari skal so rinda eitt mánaðarligt gjald til lutaíbúðafelagið til rentur og avdrøg av felagsskuld og til felagsútreiðslur annars.

 

At keyparin í fyrstu atløgu bert fíggjar ein part av kostnaðinum merkir alt annað líka, at tað krevst minni íløgupeningur av tí einstaka. Ein annar fyrimunur við slíkari fígging kann vera, at eitt felag, sum tekur eitt lán upp á til dømis 70 % av kostnaðinum av øllum lutunum, vil alt annað líka fáa betri sømdir frá lánveitara, enn um tann einstaki keyparin hvør í sínum lagi skal fáa til vegar fígging.

 

3.      Tað er torført í løtuni at siga, hvørjar treytir verða fyri lánum til lutaíbúðir. Tað er treytað av lánimøguleikunum á fíggjarmarknaðinum, og hvussu móttøkan av hesum nýggja bústaðarháttinum fer at verða. Viðvíkjandi lutaíbúðum til fólk við serligum tørvi, er ætlanin at komandi bústaðapartafelagið fer at hava ein virknan leiklut. 

 

4.      Sølutilgongdin av Húsalánsgrunninum er ikki fastløgd enn, og tí ber ikki til at svara spurninginum um, hvat væntaði prísurin av grunninum verður.  

 

5.      Landsstýrismaðurin fer at virka fyri, at peningurin, sum landið fær fyri Húsalánsgrunnin, Íbúðargrunnin og Bjálvingarstuðulsgrunnin skal nýtast til niðurrindan av skuld og til at styrkja grundarlagið fyri sosialgransking.

 

Politiskt er endalig avgerð enn ikki tikin um, hvussu landið skal handfara søluinntøkurnar frá einskiljingunum, men samgongan er samd um, at einskiljingarinntøkurnar skulu ikki inn í vanliga raksturin hjá landskassanum.

 

6.      Tveir norðurlendskir serfrøðingar er í ferð við at kanna, hvussu almenna bústaðarfelagið kann klára seg fíggjarliga, og tí er tann spurningurin heldur ikki búgvin at svara uppá.

 

  1. Húsalánsgrunnurin hevur verið óvirkin í áravís. Framsøgufólk fyri allar flokkar (Miðflokkurin undantikin) hava greitt sagt, at tað er onki grundarlag longur fyri virkseminum hjá Húsalánsgrunninum, og at hann tí eigur at takast av ella umskipast til at røkja aðrar bústaðarpolitiskar uppgávur. Tað er tað, sum ætlanin er at fremja eftir einum leisti, sum samgongan hevur gjørt politiska semju um.

 

  1. Vit hava í nógv ár havt ein púrasta óvirknan “húsalánsbanka”. Tað er ikki rætt at lata slíkt aktiv framhaldandi ligga óvirkið, og tí hevur samgongan ætlanir um at taka Húsalánsgrunnin av og skipa nyggjan stovn í staðin, sum skal taka sær av øðrum serligum bústaðarpolitiskum uppgávum, sum at veita fígging til lutaíbuðir til fólk við serligum tørvi og til at veita pensjonistum orkusparingar- og bjálvingarstuðulslán.

 

Ógreitt er, hvat spyrjarin meinar við, tá hann tosar um, at "vit loyva fremmandum stovnum av sama slagi at virka her á landi". Um so er, at tað eru útlendskir realkredittstovnar, hann hugsar um, so eru hesir ikki samberiligir við føroyska Húsalánsgrunnin. Áhugin fyri fastforrentaðum lánum er høvuðsorsøkin til, at donsku realkreditstovnarnir hava fingið kundar í Føroyum. Henda møguleikan hevur Húsalánsgrunnurin ikki.

 

  1. Spurt verður hvat landsstýrismaðurin sigur til viðmerkingarnar og ávaringarnar frá stýrinum fyri Húsalánsgrunnin, dagfestar 31. august 2005? Í viðmerkingunum til spurningin verður víst til partar í innihaldinum í nevnda skrivi.

 

Spurningarnir, sum Stýrið fyri Húsalánsgrunnin hevur sett, eru viðkomandi og teir eru partar í viðgerðini av hesum málinum. Sum fyrr nevnt, hevur landsstýrismaðurin biðið tveir norðurlendskar serfrøðingar í bústaðamálum kanna, hvussu almenna bústaðapartafelagið m.a. kann klára seg fíggjarliga.

Málið avgreitt.