100-33 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi varðveitan av órørdu náttúruni í Føroyum 

Orðaskifti

Ár 2007, fríggjadagin 13. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvørjar stutt- og langtíðarvisjónir hevur hendan samgongan  um varðveiting av Føroyum?
  2. Hvørjar ætlanir hevur samgongan um at verja órørdu náttúru okkara?
  3. Nær fer lendisumsitingin veruliga at virka?
  4. Ætlar samgongan einki at gera fyri at lýsa margfeldið í føroysku náttúruni?
  5. Er landsstýrismaðurin nøgdur við friðingarlógina og handfaringina av henni?
  6. Heldur landsstýrismaðurin, at friðingarmyndugleikarnir bert skulu úttala seg, tá tað snýr seg um bygging ella løguvirksemi? Ella eiga friðingarmyndugleikarnir eisini at koma uppí, tá tað snýr seg um annað virksemi úti í náttúruni?
  7. Heldur landsstýrismaðurin, við støði í málinum um skotvøll í Sandvíkum, at tað er soleiðis, at slík mál skulu handfarast, og heldur landsstýrismaðurin, at áhugamál hjá ymiskum og annars politisk manerering skulu seta dagsskránna, ella eiga vit í størri mun at ganga undir ásetingarnar í friðingarlógini og øðrum lógum við?
  8. Kann landsstýrismaðurin siga tinginum nakað um, hví friðingar- og umhvørvismyndugleikar ikki koma upp í m.a. býarskipanararbeiði fyrr og í størri mun, enn teir gera nú?

 

 

 Viðmerkingar

1970 fingu vit friðingarlógina, og er endamálið við henni fyrst og fremst at verja føroysku náttúruna í mun til avleiðingar av ymiskum virksemi, sum fer fram, ella er ætlað at fara fram í náttúruni. Í mun til bygging og annleggsvirksemi av ymsum slagi, í mun til tað at ferðast í náttúruni og annars at takast við eitthvørt. Tað eru ásetingar í lógini um,  hvussu fram skal farast uttangarðs, innangarðs og kring sjóvarmálan. Lógin er 37 ára gomul, og hevði uttan iva verið gagnligt við dagføringum, men hevur lógin tó ein greiðan og ikki sørt restriktivan boðskap.

 

Tað eru friðingarmyndugleikarnir, sum handheva lógina, og er Yvirfriðingarnevndin kærumyndugleiki. Ein skuldi trúð, at bæði friðingarnevndir og Yvirfriðingarnevndin hava friðingarlógina sum høvuðssetning í arbeiði teirra, og at høvuðsmál teirra er at verja náttúruna, ikki minst órørdu náttúruna. Hesum eru tað tó nógv, sum loyva sær at ivast rættiliga nógv í. Og eru dømi um nógv mál og nógvar úrskurðir, sum fáa fólk at ivast í, hvør høvuðssetningurin hjá Yvirfriðingar­nevndini er. Og eru fólk nú farin at spyrja, um áhugamálini hjá vinnuni, áhugafeløgum og kanska ikki minst politiska valdinum ganga fram um ásetingarnar og endamálini í friðingar- og umhvørvislógunum.

 

Tað verður millum annað nógv funnist at, at friðingar- og umhvørvismyndugleikar ikki beinanvegin koma upp í býarskipanararbeiði (bæði hvat viðvíkur tiltøkum hjá bý-og bygdarráðum og hjá landinum), ella tá ynski eru um broytingar á hesum øki. Friðingar- og/ella umhvørvismyndugleikar koma mangan ikki upp í slíkt, fyrr enn ætlanirnar eru framdar, ella kært er um tær. Tá er ofta torført at gera tað rætta, tí málið er komið so langt, tí lobbyarbeiðið er rótfest, og tí stórt trýst tí verður lagt á tey, sum skulu taka “røttu” avgerðina. Í hesum lítla samfelagnum, har øl kenna øll, og har lobbyvirksemi er væl ment og effektivt, er ikki lætt at vera tann, sum gongur móti áhugamálunum hjá ávísum og/ella støðgar kostnaðarmiklum tiltøkum, tá tey eru liðugtgjørd ella um at verða tað. Fólk uppliva tað tí soleiðis, at Yvirfriðingarnevndin tekur ymisk atlit í ymiskum málum. Og er tað eisini ræðandi, at ein fyrrverandi formaður í Yvirfriðingarnevndini hevur sagt, at allar avgerðir hjá nevndini hava verið einmæltar. Hetta kann merkja, at tað kanska hevur størri týdning, at nevndin er einmælt, enn at tey sjálvsøgdu atlitini verða fylgd.

 

Kanska hevði alt verið nógv lættari, um friðingar- og umhvørvismyndugleikar frá byrjan fingu høvi til at seta síni fingramerki á allar ætlanir um átøk og tiltøk í náttúru okkara. Tað hevði tí verið eitt stórt framstig, um Innlendismálaráðið fekk veruliga gongd á arbeiðið við eini lendisfyrisiting. Tað hevði somuleiðis verið eitt risa framstig, um Innlendismálaráðið av álvara fekk gongd á arbeiðið við at lýsa margfeldið í náttúru okkara.

 

Týdningurin av náttúruvernd og –friðing er ikki vorðin minni við árunum, tí millum Norðurlond eru Føroyar næst mest bygda landið upp á ferkilometurin. Bert Danmark er tættari bygt. Vavið av órørdari náttúru minkar støðugt, og eiga vit tí at standa á varðhaldi, vit eiga at gera alt fyri at verja hana, heldur enn at  lata áhugamál hjá ávísum og politiska manereran seta dagsskránna.

 

Eitt dømi

Spyrjarin hevur valt at lýsa eitt dømi um, hvussu stórur hurlivasi kann koma í, tá politisk og onnur áhugamál koma upp í eitt mál, sum annars skuldi verið eitt mál, ið púrt eingin ivi átti at valdað um, og har ásetingar í friðingar- og umhvørvisverndarlóg vórðu nýttar sum fullgóðar grundgevingar. Men har tað sær út til, at privat áhugamál, treiskni og politisk manereran hevur megnað at fingið avvarðandi myndugleikar til atb boygna og tulka lógir og annað soleiðis, at náttúran gerst stóri taparin.

 

Málið um økið í Sandvíkum, har menn fingu fyribilsloyvi at skjóta leirdúgvur miðskeiðis í áttatiárunum. Fyribilsloyvið varð veitt til endan av 1989. Tí tá høvdu Oyggjaleikirnir verið í Føroyum. Avtalað varð eisini, at býráðið í Havn skuldi finna annan skjótivøll, sum Byrsumúli so skuldi nýta aftan á 1989. Men tá fyribils sáttmálin er útrunnin, vilja menn ikki gevast við at skjóta í Sandvíkum. FNU biður nú friðingarmynduleikan støðga ólógliga virkseminum, men tað vil hann ikki. Og Jarðarráðið ger síðan nýggjan sáttmála við skjótifelagið. Bóndin kærir avgerðina hjá Jarðarráðnum til búnaðarstevnuna, og hann fær viðhald.

 

Tórshavnar býráð gevst ikki so, og teir fáa í 1993 landsstýrið til at fremja lógarbroyting soleiðis, at Sandvíkar kunnu nýtast sum skjótivøllur. Hetta hóast bóndin, FNU og mong onnur eru harðliga ímóti. Men brádliga kúvendir Jarðarráðið, og teir sýta nú fyri, at Sandvíkar kunnu nýtast til skjótivøll. Hetta m.a. tí, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði sett fram krav um, at skjótivøllurin skuldi innhegnast. Og tá helt Jarðarráðið, at so var ikki talan um eitt so lítið mál, sum býráðið og landsstýrið vildu vera við. Men Tórshavnar býráð gevst ikki so. Teir velja nú at keypa ella ognartaka ognina, teir gera ymist har uppi fyri nógvan pening, og síðan fáa teir Landsbýarskipanar­nevndina at lýsa økið sum ítróttaøki, og verður hetta staðfest av landsstýrinum.

 

Ein skuldi trúð, at friðingarnevndin hevði verið við í hesum og hevði góðkent ætlanirnar hjá býráðnum og avgerðina hjá landsbýarskipanarnevndini,  og tí eisini avtikið upprunafriðingina.  Men vísti tað seg, at alt hetta við at keypa og lýsa økið sum ítróttaøki varð gjørt, uttan at friðingarmyndugleikar yvirhøvur vistu av og tíansheldur vóru uppi í.

 

Jarðarráðið helt tó framhaldandi fast um avgerðina frá 1995 um, at tað ikki var loyvi at skjóta í Sandvíkum. Hetta av orsøkum, sum eru lýstar omanfyri.

 

Í 2001 samtykti friðingarnevndin fyri Streymoyar sýslu at friða alt økið fram við sjónum frá Hvítanesi til Kallanesar. Hetta hóast økið var friðað frammanundan. Hesum tók Yvirfriðingar­nevndin tó ikki undir við. Síðan varð roknað við, at avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini merkti, at nú var økið í Sandvíkum ikki friðað longur. Men valdar ógreiða um tað. Sagt verður nú, at friðingar­myndugleikarnir skulu ikki upp í mál, fyrr enn bygt verður á einum øki. Og er tað tí ein rættiliga áhugaverdur spurningur, nær friðingarmyndugleikarnir hava nakað at skula hava sagt í mun til órørdu náttúruna. Er tað bert, tá okkurt skal byggjast, ella hava teir eisini myndugleika í mun til “óheppið” virksemi á økinum.

 

Persónar, sum hava áhuga í at verja Sandvíkar ímóti at verða órógvað, hava sent Yvirfriðingar­nevndini skriv við tilfari, sum lýsir, hvat Byrsumúli og Tórshavnar býráð hava gjørt uppp í Sandvíkum. Tey hava sett Yvirfriðingarnevndini tann viðkomandi spurningin, um hon heldur hetta vera í samsvari við ásetingarnar í friðingarlógini. Tað skilst, at henda áheitanin hevur fingið yvirfriðingarnevndina at kanna málið nærri, og verður nú í spenningi bíðað eftir, hvørja niðurstøðu yvirfriðingarnevndin kemur til.

 

Hesin spurningur er ikki skrivaður fyri at skaða Byrsumúla ella fyri at lasta nakran. Hesin spurningur er skrivaður fyri at varpa ljós á málið um, hvørjar sømdir órørda náttúra okkara í veruleikanum fær, og hvørjar ætlanir myndugleikarnir hava hesum viðvíkjandi. Málið um økið í Sandvíkum er tikið sum dømi, tí spyrjarin heldur tað kann vera dømi um, at hvørki politikkurin á ella handfaringin av slíkum málum tykjast vera serliga greið. Spyrjarin heldur, tað er  í tøkum tíma, at vit fáa greið viðurskifti á økinum soleiðis, at bæði náttúran og tey, sum hava ans fyri henni, fáa uppibornar sømdir.

Á tingfundi sama dag varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 8. mai 2007 svaraði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

 

Til spurning 1:  

Tað, sum er orðað um visjónir á hesum øki, er orðað í sambandi við Visjón 2015. Har eru m.a. orðaði hesi mál:

·        Ein yvirskipað lendisætlan skal gerast fyri alt landið, ið skal brúkast sum karmur um fysisku planleggingina hjá landi og kommunum

·        Lívfrøðiliga margfeldni og vistskipanirnar skulu verjast móti ávirkan og hóttanum, ið kunnu skapa ójavnvág

·        Tað er ein alramannarættur at ferðast í náttúruni

Hetta eru alt mál, eg taki fult undir við, og sum verða nærri útgreinað á heimasíðuni hjá visjón 2015.

Til spurning 2
Mest ítøkiliga ætlanin á hesum øki er arbeiðið at skipa nýggjan stovn at umsita  náttúru-, umhvørvis- og lendismál. Stovnurin er ein samanlegging av verandi stovnum, men ætlanin er eisini, at stovnurin skal mennast soleiðis, at orka verður tøk til m.a. umsiting av nýggju náttúruverndarlógini, ið skal koma í staðin fyri galdandi náttúrufriðingarlóg. Ætlanin er at fara undir hoyring av uppskotinum um náttúruverndarlóg í næstum, soleiðis at uppskotið kann leggjast fyri tingið eftir Ólavsøku.

Til spurning 3 

Stjórin fyri nýggja stovnin er júst settur og byrjar í starvinum 1. juni 2007. Eftir tað skuldi stovnurin so líðandi farið undir at virka.

 

Til spurning 4 

At taka uppaftur arbeiðið hjá Náttúrgripasavninum at lýsa margfeldi í føroysku náttúruni meti eg verða neyðugt fyri at tryggja, at nøktandi vitan er tøk í sambandi við umsiting av náttúruni. So hetta eigur sjálvsagt at verða ein av teimum uppgávunum, ið nýggi stovnurin raðfestir ovarliga.

 

Til spurning 5 

Nei, eg eri ikki nøgdur við náttúrufriðingarlógina. Hon er ótíðarhóskandi, og tí verður arbeitt við at seta nýggja náttúruverndarlóg í gildi.

 

Handfaringina av lógini havi eg sum so onga meining um. Friðingarnevndirnar og Yvirfriðingarnevndin, sum tekur endaliga avgerð í øllum málum, virka sjálvstøðugt og handfara væl lógina soleiðis, sum tey meta vera rætt.

 

Til spurning 6 

Sambært galdandi lóg skulu friðingarmyndugleikarnir viðgera bygging, vegagerð, uppsetan av steyrum og onnur arbeiðir, ið kunnu væntast at ávirka náttúruna munandi. Hetta er sjálvandi ikki nøktandi, og tískil fer nýggja náttúruverndarlógin eisini at fevna víðari og virka meira proaktivt og í samstarvi við lendisplanleggina í heila tikið.

 

Til spurning 7 

Sjálvandi eiga øll at ganga undir ásetingarnar í náttúrufriðingarlógini og øðrum lógum við.

 

Hvussu málið um skjótivøllin í Sandvíkum er handfarið, havi eg sum so onga meining um. Sum nevnt virka nevndirnar sjálvstøðugt, og sambært viðmerkingunum í hesum fyrispurningi er Yvirfriðingarnevndin ikki liðug at viðgera málið um skjótivøll í Sandvíkum. Eisini tí hevði tað verið skeivt av mær at mett um nevndarinnar handfaring av hesum máli.  

 

Til spurning 8 

Orsøkin til, at náttúrufriðingar– og umhvørvismyndugleikar ikki verða drignir inn í býarskipanararbeiðið fyrr og í størri mun, er ivaleyst hon, at tað er ikki ásett í lóggávuni, at so skal vera. Tískil viðgera friðingarmyndugleikarnir og umhvørvismyndugleikarnir einamest einstøk byggimál og ikki yvirskipaðar ætlanir um nýtslu av lendinum.

 

Tá tað er sagt, skal tó sigast, at umhvørvisverndarlógin frá 1988 hevur ásetingar um kortleggingar av dálkingartrýstinum í kommununum, sum skal verða stuðul undir lands- og kommunuplanleggingini, men hesar ásetingar eru ongantíð tiknar í nýtslu, tí Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum hevur umsitið lógina, hevur higartil ikki fingið neyðugu orkuna til uppgávuna.

Málið avgreitt.