84 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Frávik frá tíðarfreist
I. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir


 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 73 frá 10. mai 1994 um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 4. juni 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      § 2 verður orðað soleiðis:

§ 2. Loyvt er at framleiða, flyta inn og selja tær í § 1 nevndu drykkjuvørur í endurfyllingaríløtum, t.e. íløt, sum eftir nýtslu, skulu endurfyllast, og í einnýtsluíløtum, t.e. íløt, sum eftir nýtslu, skulu verða nýtt til annað endamál enn tað upprunaliga.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, hvørji íløt og úrdráttir eru fevnd av § 1.”

 

2)    § 3 verður orðað soleiðis:

§ 3. Áðrenn loyvt er at selja og flyta inn tær í § 1 nevndu drykkjuvørur í einnýtsluíløtum, skal søkjast um loyvi frá landsstýrismanninum.

Stk. 2. Í umsóknini skal m.a. tilskilast:

1)      hvat slag av úrdrátti og ílati tað snýr seg um,

2)      hvat framleiðarin ella innflytarin hevur gjørt fyri at tryggja sær, at hann fær tómu íløtini aftur, og 

3)      til hvønn íløtini verða avhendað, umframt váttan frá móttakara um, at hesi verða endurnýtt.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í loyvinum víkja frá treytini um endurnýtslu, um umsøkjari kann skjalprógva, at tað er ógjørligt ella umhvørvisliga ikki ráðiligt at endurnýta viðkomandi íløt.

Stk. 4. Í loyvinum frá landsstýrinum verður m.a útgreinað, hvørjar skrásetingar framleiðari og innflytari skulu gera í sambandi við sølu og móttøku av íløtum, og í hvønn mun hesar skulu latast landsstýrismanninum.

Stk. 5. Innflytari skal vátta fyri tollmyndugleikunum, at loyvi er fingið frá landsstýrismanninum, áðrenn tær í § 1 nevndu drykkjuvørur í einnýtsluíløtum kunnu útflýggjast.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at ásetingarnar í lógini og reglur, ásettar sambært lógini, verða hildnar.

Landsstýrismaðurin, ella tann myndugleiki, sum hann heimilar,  kann frá innflytara, framleiðara ella seljara krevja allar upplýsingar og øll skjøl, ið neyðug eru í sambandi við útinnan av eftirlitinum.

Stk. 7. Um treytirnar í loyvinum ikki verða hildnar, kann loyvið verða tikið aftur, eins og bann kann verða sett framleiðara, innflytara ella seljara fyri sølu av teimum í § 1 nevndu drykkjuvørum og íløtum.

 

3)      § 4 verður orðað soleiðis:

§ 4. Øll, sum framleiða, innflyta ella selja tær í § 1  nevndu drykkjuvørur og íløt, skulu taka ímóti tómum íløtum av tí slagi, ið tey selja.

Stk. 2. Øll, sum keypa tær í § 1  nevndu drykkjuvørur og íløt, skulu lata tómu íløtini inn aftur til framleiðara, innflytara, heilsølu ella sølustað.

Stk. 3. Við sølu av teimum í § 1  nevndu íløtum skulu bæði framleiðari, innflytari og sølustað krevja pant. Á sama hátt skulu framleiðari, innflytari og sølustað lata pant, tá nevndu íløt verða móttikin.

Stk. 4. Landsstýrimaðurin ásetir í kunngerð støddina á tí panti, ið skal verða kravt ella latið eftir stk. 3. Eisini kann verða ásett, at einki pant skal verða latið í sambandi við proviantering til toll- og avgjaldsfría nýtslu og sølu.”

 

4)      § 5 verður orðað soleiðis:

§ 5. Framleiðarar, innflytarar og seljarar av teimum í § 1 nevndu drykkjuvørum og íløtum kunnu samskipa og samstarva við annan part um umsitingina av panti, innsavning og avhendan av tómum íløtum.

Stk. 2. Samskipan og samstarv eftir stk. 1 er treytað av loyvi frá landsstýrismanninum. Loyvið  kann einans verða givið, um mett verður, at møguleikin at fáa tómu íløtini til høldar ikki versnar.”

 

5)      Í § 6 verða sum stk. 2 og 3 sett:

“Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Í reglum, sum eru ásettar við heimild í lógini, kunnu verða ásettar reglur um revsing við bót.”

 

§ 2 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2007.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Galdandi lóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir er rættiliga greið, tá tað snýr seg um, hvørji íløt kunnu nýtast ella ikki.

 

Loyvt er bert at flyta inn og selja øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir í endurfyllingar-íløtum, t.e. íløt, sum verða nýtt meira enn eina ferð til upprunaliga endamálið.

 

Lógin heimilar Toll- og Skattstovu Føroya at krevja, at framleiðarar/innflytarar skulu prógva, at innsavningar- og returskipan er til staðar, sum tryggjar, at íløtini verða send aftur til endurfylling.

 

Skipanin fyri tóm íløt hevur tó higartil verið sjálvboðin. Mett verður, at hon hevur virkað væl, hóast tað sigst koma fyri, at sølustøð ikki vilja taka ímóti tómum íløtum.

 

Ætlaða broytingin í lógini hevur sín uppruna í, at fyrrverandi landsstýrismaður í umhvørvismálum á landsstýrisfundi hin 24. november 2005 legði fram ætlan um broytingar í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir. Tá var avrátt, at málið m.a. skuldi leggjast fyri Uttanríkisdeildina á Løgmansskrivstovuni til ummælis í mun til Hoyvíkssáttmálan.

 

Hin 1. mars 2006 boðaði Uttanríkisdeildin í sínum ummæli frá, at deildin og íslendska uttanríkisráðið hava ta áskoðan, at forboðið móti at flyta inn og selja øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir í einnýtsluíløtum er at meta sum tøknilig handilsforðing, ið ger mismun á føroyskari og íslendskari vøru, og er lógin tískil í andsøgn við Hoyvíkssáttmálan.

 

Í fyrstu atløgu hevði hetta við sær, at Innlendismálaráðið skjótast gjørligt skuldi gera uppskot til broyting í lógina til tess at tryggja, at ein líkinda pant- og returskipan var til reiðar fyri einnýtsluíløt, tí Hoyvíkssáttmálin kom væntandi í gildi, innan long tíð var gingin.

 

Seinni avtalaðu føroyskir og íslendskir myndugleikar tó, at føroyska vinnan og myndugleikar skuldu fáa tíð at tillaga seg. Avtalað varð, at uppskot um broyting í lógini um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir skuldi leggjast fyri tingið í seinasta lagi 1. mai í 2007.

 

Broytingaruppskotið hevur tvey endamál. Annað er at taka av forboðið móti at selja øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir í einnýtsluíløtum, tí tað er í andsøgn við Hoyvíkssáttmálan.

 

Hitt er at tryggja, at tað ikki fær umhvørvisligar avleiðingar, at forboðið móti einnýtsluíløtum verður avtikið.

 

Umframt, at broytingin tekur av forboðið móti einnýtsluíløtum, verða ásetingarnar fyri pant – og returskipan fyri bæði endurfyllingaríløt og einnýtsluíløt herdar. Álagt verður sostatt øllum, sum selja øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, at taka ímóti tómum íløtum, av tí slagi, sum tey selja, og í hesum sambandi at taka og lata pant.

 

Støddin av pantinum verður ásett í kunngerð, eins og tað verður ásett í kunngerð, hvørjir drykkir eru fevndir av lógini.

 

Fyri framleiðarar og innflytarar av vørum í einnýtsluíløtum er somuleiðis ásett, at neyðugt er at søkja um loyvi til tess at kunna innflyta og selja hesa vøru. Hetta er gjørt til tess at binda framleiðarar og innflytarar at ásetingini um, at tóm einnýtsluíløt skulu koma til høldar og í mest møguligan mun endurnýtast.

 

Ummæli 

Ætlanin at loyva einnýtsluíløtum varð longu løgd fyri arbeiðsbólkin, ið Innlendismálaráðið hevur samskift við í hesum máli, í 2005. T.e. umboð frá: Føroya Bjór, Restorffs Bryggjarí, Poul Michelsen Heilsøla, Poul Hansen Heilsøla, SMS/Bónus, Føroya Keypssamtøka, Rúsdrekkasøla landsins, IRF, Kommunala brennistøðin og Heilsufrøðiliga starvsstovan.

 

Yvirskipað hava allir partar, burtursæð frá Føroya Bjór, sagt seg vera fyri at loyva einnýtsluíløtum, men denturin er lagdur á, at ein pant- og returskipan fæst at virka.

 

Ítøkiliga broytingin hevur eisini verið til hoyringar hjá arbeiðsbólkinum, men allir partar hava ikki svarað.  

 

Hoyringssvarini eru hjáløgd. Í stuttum kann sigast, at høvuðsviðmerkingarnar hava verið hesar:

 

Føroya Bjór hevur gjørt vart við, at broytingin fer at raka felagið fíggjarliga, tí føroyski marknaðurin er ov lítil til, at tað lønar seg at gera íløgur í maskinur til einnýtsluíløt. Felagið væntar at missa 20 - 25% av søluni.

 

Føroya Bjór metir, at tað almenna skal hava ein meiri virknan leiklut í pantskipanini soleiðis, at Toll og Skatt krevur pant við innklarering og endurrindar, tá innflytarar hava prógvað, hvussu nógv tóm íløt, teir hava móttikið.

 

Restorffs Bryggjarí hevur boðað frá, at teir taka undir við broytingini og meta ikki, at tað verður nakar trupulleiki at handfara einnýtsluíløt.

 

Rúsdrekkasøla landsins metir broytingina vera greiða og rímiliga einfalda at fyrihalda seg til, men leggur dent á, at skipanin verður løtt at umsita hjá bæði vinnuni og tí almenna, eins og tað er neyðugt at tryggja sær, at keyps- og sølupant verður eins fyri somu vøru allastaðni.

 

Stovnurin vísir annars á sína egnu serstøðu sum einasti loyvdi innflytari og seljari av víni og brennivíni, og ta pant- og returskipan, sum stovnurin sjálvur hevur tikið stig til á hesum øki.

 

Poul Michelsen Heilsøla metir broytingina fara at bera til og mælir til eina einfalda pantskipan viðv. upphæddum.

 

Føroya Keypssamtøka tekur sum heild undir við broytingini.

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur, at lógin skuldi fevnt um øll einnýtsluíløt.

 

IRF hevur víst á, at metalíløt, sum fara í bingjuna til “Jarn og metal”, verða endurnýtt, um enn ikki so optimalt, sum tað, at tey verða skild fyri seg.

  

Broytingarnar í uppskotinum eru gjørdar við støði í grundregluni um, at tað almenna ikki skal átaka sær uppgávur fyri vinnuna, sum hon megnar fullvæl sjálv, um bert greiðir karmar verða settir fyri virkseminum.

 

Tað hevði væl borið til at gjørt eina meira umfatandi pant- og returskipan við virknari almennari luttøku, har bæði pant og avgjald vórðu heintað inn av hvørjum framleiddum og innfluttum ílati, men mett verður ikki, at hetta hevði verið skynsamt.

 

Vinnan og brúkarin hava víst, at tey megna at handfara úrdráttir í endurfyllingaríløtum, uttan at stórvegis umhvørvistrupulleikar standast av hesum. Tað er ongin orsøk til at halda, at vinna ella brúkarin fara at sleppa hesum hugburði, bert tí íløtini til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir skifta skap og tilfar.

 

Samanumtøka 

Nýskipanin við uppskotinum er í høvuðsheitinum henda:

 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar  

Mett verður ikki, at uppskotið fer at hava fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

 

Avleiðingarnar fyri vinnuna eru í stóran mun upp til vinnuna sjálva. Fyri tann, ið framleiðir, innflytur ella selur úrdráttir í endurfyllingaríløtum, so sum vanligum glasfløskum, er broytingin bert, at viðkomandi er álagdur at taka ímóti tómum íløtum. Fyri tann, ið ynskir at fara undir at framleiða, innflyta og selja úrdráttir í einnýtsluíløtum, verður nakað av umsiting í byrjanini í sambandi við, at søkjast skal um loyvi og skil skal haldast á seldum og móttiknum íløtum. Somuleiðis verður nakað av umsiting og útreiðslum av ásettu pant- og returskipanini fyri hesi íløt, ið sum kunnugt skulu avskipast og endurnýtast í mest møguligan mun.

 

Umsitingarligar avleiðingar 

Fyrstu tíðina kann væntast, at landsmyndugleikarnir fáa nakað av eyka umsiting í sambandi við serliga viðgerð av umsóknum um loyvi at flyta inn og selja vørur í einnýtsluíløtum. Mett verður tó, at hetta fer at finna sína legu og kann virka innan fyri verandi fíggjarkarmar.

 

Umhvørvisligar avleiðingar 

Lógin hevur m.a. til endamáls at fyribyrgja, at tóm íløt dálka umhvørvið. Mett verður ikki, at lógin fer at hava umhvørvisligar avleiðingar við sær. Eins og við verandi skipan fer tað tó at koma fyri, at íløt sløðast í umhvørvinum. Broytingin fer tí at hava við sær eina broyting í samansetingini av hesum óruddi. Mett verður tó ikki, at avleiðingarnar samlað sæð verða størri.  

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum 

Av tí, at útboðið av vørum á útoyggj  er væl minni enn á størru plássunum,  er sannlíkt, at úrdráttir í einnýtsluíløtum verða keyptir á størru plássunum og fluttir út á útoyggj. Um so verður, fer tað at krevja eitt sindur meira av útoyggjafólki at lata tómu íløtini inn aftur, men hinvegin er tað ikki øðrvísi, enn skipanin er í dag við endurfyllingaríløtum, sum eisini tykist virka á útoyggj. Tá alt kemur til alt, snýr tað seg um ein hugburðsspurning. Tað eigur ikki at vera orsøk til at halda, at útoyggjafólk hava verri hugburð til umhvørvið enn onnur. Harumframt er pant á íløtunum, og ta upphæddina eiga fólk at vera áhugað í at fáa aftur, óansæð um tey búgva  á útoyggj ella aðrastaðni.

 

Sosialar avleiðingar 

Mett verður ikki, at uppskotið fær sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.
 

 

 

Fyri landið/lands-myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/

felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Til nr. 1

§ 2, stk. 1 er ein umorðing av galdandi § 2, stk. 1, har bæði einnýtsluíløt og endurfyllingaríløt nú verða allýst.

 

Í mun til galdandi stk. 1 loyvir broytta orðingin, at øl, mineralvatn og aðrir lidnir leskidrykkir verða framleiddir, innfluttir og seldir bæði í endurfyllingaríløtum, t.d. teimum glas- og plastfløskum, sum eru á marknaðinum í dag, og í einnýtsluíløtum, sum t.d. stáldósum.

 

Í galdandi lóg eru trý undantøk frá forboðnum móti at flyta inn ella selja drykkjuvørur í einnýtsluíløtum. Fyrsta er fyri innfluting av lidnum leskidrykkjum í pappíløtum sum t.d. juice og kakao. Annað er fyri innflutning av øli og  leskidrykkjum í dósum, sum ferðandi hava loyvi at hava við sær toll- og avgjaldsfrítt. Seinasta er ein heimild til Toll- og Skatt at loyva innflutningi av einnýtsluíløtum til proviantering av skipum og flogførum.

 

Í broyttu lógini eru hesi undantøk tikin burtur, tí eftir uppskotinum skal broytta lógin júst loyva teimum íløtum, sum hesi undantøk snúgva seg um. At tað framhaldandi verður loyvt sambært kunngerð nr. 82 frá 25. mai 2005 um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya   (2 litrar av øli og 10 litrar av sodavatni), verður ikki mett at fara at elva til stórvegis trupulleikar fyri ta pantskipanina, ið henda broytingarlóg krevur. Fyri tað fyrsta kann hugsast, at áhugin at flyta inn sodavatn og øl í t.d. dósum minkar, tá hesi íløt verða til taks í Føroyum. Harnæst kann væntast, at ein ávísur partur av íløtunum ikki kemur til høldar, men so ella so enda í ruskspannini, óansæð forboðið móti hesum og hvussu stórt pant verður lagt á íløtini. Í grannalondunum er ikki óvanligt við einum muni á umleið 20% millum seld og móttikin íløt.

 

Lógin um íløt til øl, mineralvatn og aðrar lidnar leskidrykkir. Av tí, at tollvaldið hevur víst á trupulleikar av, at úrvalið av drykkjum er støðugt vaksandi, og tað kann gerast eitt trætumál, um ein drykkur er leskidrykkur ella eitthvørt annað, er neyðugt at nágreina hetta. Harumframt eru íløt, sum við vissu ikki kunnu endurfyllast ella endurnýtast, sum t.d. sonevnd “sunkist” í pappíløtum. Eisini kann hugsast, at íløt til ymiskar mjólkaúrdráttir og juice av reinførisávum ikki verða fevnd av lógini. Tí verður sum nakað nýtt í stk. 2 heimilað landsstýrismanninum í kunngerð at áseta, hvørjir úrdráttir og hvørji sløg av íløtum skulu verða fevnd av lógini.

 

Sosatt verður kunngerðin ein sonevndur positivlisti, ið beinleiðis listar upp, hvørjir drykkir og hvørji íløt eru umfatað av lógini. Ein kann t.d. ímynda sær hesar drykkir á listanum. Alt slag av øli, sodavatni, cider, icetea, vatni, orkudrykkir, o.l.  í glas- og plastfløskum og í stál- og alminiumsdósum.

 

Mett verður ikki, at tað er neyðugt at víðka skipanina til at umfata íløt til vín og brennivín, tí Rúsdrekkasøla landsins hevur einkarsølu av hesum vørum og hevur eina vælvirkandi skipan fyri hesi íløt, har umleið 90% av íløtum verða latin inn aftur.

 

Til nr. 2

Áðrenn loyvt verður framleiðarum at selja og heilsølum og øðrum innflytarum at innflyta vørur í einnýtsluíløtum, skal loyvi útvegast frá landsstýrismanninum.

 

Í umsóknini skal greiðast frá, hvønn úrdrátt og ílat, tað snýr seg um, umframt hvussu framleiðarin ella innflytarin vil tryggja sær, at tómu íløtini fáast til høldar og tilfarið verður endurnýtt.

 

Grundað á upplýsingarnar í umsóknini, verður loyvi givið við ávísum treytum um m.a. skráseting av innfluttari, seldari, móttiknari og avhendaðari nøgd av íløtum.

 

Um tað ikki standast trupulleikar av einnýtsluíløtum, verður hetta einasti virkni leikluturin hjá myndugleikanum, sum avleiðing av lógarbroytingini.

 

Mett verður, at tað er neyðugt við treytini um loyvi og skráseting av einnýtsluíløtum, til tess at vinnan skal kenna seg bundna at endamálinum við hesi lóg, soleiðis at íløtini ikki at enda verða til ampa fyri umhvørvið. Somuleiðis er neyðugt, at myndugleikin kann skapa sær eitt yvirlit yvir, hvussu býtið av íløtum á marknaðinum broytist, og kann virka miðvíst, um trupulleikar stinga seg upp við ávísari vøru.

 

Roknað verður við, at skipanin við at krevja loyvi til hvørt slag av úrdrátti og ílati hevur við sær, at eftirlitsmyndugleikin kann hava tamarhald á støðuni frá byrjan av, men hugsast kann tó, at tá skipanin hevur virkað eina tíð, verður møguligt at heildargóðkenna framleiðarar og innflytarar.

Hetta verður ikki galdandi fyri endurfyllingaríløt. Mett verður, at vinnan hevur víst í verki, at hon kann handfara hesi íløt umhvørvisliga trygt.

 

Um umsøkjari kann prógva, at eitthvørt slag av íløtum ikki kann endurnýtast, t.d. um tilfarið er av slíkum slag, at tað snøgt sagt ikki egnar seg til endurnýtslu, ella tað ikki finst ein marknaður fyri endurnýttum tilfari av hesum slag, so kann myndugleikin eftir stk. 3 loyva framleiðara ella innflytara at víkja frá kravinum um endurnýtslu, soleiðis at tómu íløtini, eftir at tey eru komin inn aftur frá brúkaranum og søluliðinum, verða latin góðkendari burturkastskipan.

 

Sambært stk. 6 kann landsstýrismaðurin krevja innflytara, framleiðara ella seljara eftir upplýsingum, ið verða mettir neyðugir fyri, at landsstýrismaðurin kann hava munagott eftirlit við, at ásetingarnar í lógini, herundir eisini treytir í givnum loyvum, verða hildnar.

 

Sambært lógini er landsstýrismaðurin góðkenningar- og eftirlitsmyndugleiki. Ætlanin er tó, at uppgávan skal leggjast til nýggja Umhvørvis- og lendisstovnin, sum er undir skipan í hesum døgum.

 

Til nr. 3

Í gomlu lógini varð ásett, at Toll og Skattstova Føroya kann krevja, at innsavningarskipan er til staðar. Innlendismálaráðið er ikki vitandi um, at hetta ikki er gjørt. Tvørturímóti hava framleiðarar og innflytarar sjálvir tikið stig til at fáa tómar fløskur til høldar. Hinvegin hevur hetta eisini havt við sær, at tað hava verið dømir um sølustøð, sum ikki hava tikið ímóti tómum fløskum.

 

Hetta verður ikki loyvt í nýggju lógini. Her verður álagt øllum, sum selja endurfyllingaríløt og einnýtsluíløt at taka íløtini inn aftur ímóti at taka og lata pant á stødd, sum ásett í fyrrnevndu kunngerð.

 

Avgjørt er ikki enn, hvussu stórar pantupphæddirnar skulu vera á ymisku íløtunum, men greitt er, at upphæddinar skulu vera somikið stórar, at tær eggja til, at tóm íløt verða latin inn. Somuleiðis er greitt, at upphæddirnar skulu vera eins fyri øll, sum lata og móttaka íløt soleiðis, at munur í pantstøddini ikki gerst ein liður í kappingini. Mest sannlíkt verða tað ein ella hægst tvær ymiskar upphæddir, sum verða ásettar í mun til støddina á íløtunum.

 

Heimildin í stk. 4, 2. pkt. er ætlað í sambandi við sølu av teimum í § 1 nevndu íløtum til skip og flogfør, sum kunnu proviantera toll- og avgjaldsfrítt sambært kunngerð um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella sølu til ferðafólk. Tá kann landstýrismaðurin áseta reglur um undantak frá kravinum um pant í teimum førum, har íløtini í mestan mun mugu metast at fara av landinum, og har kravið um pant tí kann tykjast órímiligt. Orsøkin til heimildina er harumframt, at føroyskar fyritøkur kunnu verða verri fyri at kappast við útlendskar, ið ikki skulu krevja pant í sambandi við proviantering. Í sambandi við proviantering kann sostatt verða ásett, í hvønn mun pant skal verða kravt ella um einki pant verður kravt. 

 

Til nr. 4

Um framleiðarar, innflytarar og seljarar ynskja at samstarva og samskipa pant- og innsavningarskipanina, møguliga í samstarvi við t.d. IRF ella Kommunalu Brennistøðina, til tess at lætta um umsitingina av hesum virksemi, so kann loyvi søkjast um hetta frá myndugleikunum. Hetta er fyri at kunna tryggja, at krøvini í lógini og treytir í loyvum eisini verða hildin av teimum, ið samstarva ella samskipa virksemi sítt við onnur.

 

Til nr. 5

Framleiðarar, innflytarar og seljarar reka oftani virksemi í feløgum. Tí verður revsiábyrgdin við ásetingini í stk. 2 víðkað til eisini at fevna um løgfrøðiligar persónar. Somuleiðis verður heimilað landsstýrismanninum at áseta reglur um revsing fyri brot á ásetingar í kunngerð. Tað snýr seg um kunngerðarheimildirnar í § 2, stk. 2 og § 4, stk. 4. 

 

Til § 2

 

Orsøkin til, at lógin ikki skal koma í gildi fyrr enn 1. mai 2007, er, at ásetingarnar í kunngerð um, hvørji íløt og hvørjir úrdráttir koma undir lógina, og ásetingarnar um pant skulu orðast og lýsast, áðrenn lógin kemur í gildi. 

 

 

Viðløgd skjøl: Fylgiskjal 1. Galdandi lóg í mun til broyttu lógina

 

Viðløgd ummæli:

Skjal 1: Føroya Keypssamtøka

Skjal 2: Heilsufrøðiliga starvsstovan

Skjal 3: Føroya Bjór

Skjal 4: Poul Michelsen

Skjal 5: Rúsdrekkasøla Landsins

Skjal 6: IRF

Skjal 7: Restorffs Bryggjarí

1. viðgerð 20. mars 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 2. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. mars og 16, 23. og 30. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Vinnuhúsið og Føroya Bjór og løgmann og landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Løgmaður hevur á fundi við nevndina greitt frá, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki metir einnýtsluíløtini at vera eina hóttan móti umhvørvinum, og tískil metir Løgmansskrivstovan forboðið móti innflutningi av drykkjuvørum í einnýtsluíløtum vera eina teknisk handilsforðing í mun til Hoyvíkssáttmálan, og sum sáttmálapartarnir hava skyldu til at beina burtur.

 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur somuleiðis víst á, at talan helst er um eina tekniska handilsforðing, tí hóast íløtini ikki verða endurnýtt, so kunnu tey endurvinnast, og tískil er umhvørvisatlitið í hesum førinum ikki sakligt.

 

Landsstýrismaðurin hevur undir nevndarviðgerðini heitt á nevndina um at gera tvær broytingar í uppskotinum.

 

Onnur broytingin snýr seg um at heimila landsstýrismanninum at krevja gjald fyri at góðkenna innflutning og sølu av teimum í § 1 nevndu drykkjuvørur í einnýtsluíløtum. Landsstýrismaðurin hevur víst á, at bæði í havumhvørvislógini og umhvørvisverndarlógini eru heimildir fyri at krevja gjald fyri tær útreiðslur, ið myndugleikarnir hava til umsiting av lógunum. Av tí, at viðurskiftini viðvíkjandi íløtum til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir ikki eru regulerað í hesum lógunum, men í serligari lóg, kunnu hesar heimildir ikki nýtast, tá um útreiðslur til umsiting v.m. av íløtum ræður.

 

Hin broytingin snýr seg um at broyta gildiskomudagin, tí ætlaði gildiskomudagurin í uppskotinum, 1. mai, longu er farin afturum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Ein meiriluti í nevndini (Marjus Dam, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, John Johannessen og Kaj Leo Johannesen) vísir á, at løgmaður og landsstýrismaðurin hava greitt frá, at umhvørvisatlitið í júst hesum førinum er ikki sakligt sum grundgeving fyri ikki at taka forboðið fyri einnýtsluíløtum av, tí hesi verða ikki mett sum nøkur umhvørvishóttan. Tískil er forboðið at meta sum teknisk handilsforðing, sum Føroyar sum sáttmálapartur hava skyldu at beina burtur.

 

Vísandi til áheitanina frá landsstýrismanninum um at gera broytingar í uppskotinum, setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1, nr. 2 verður sum nýtt stk. sett:

Stk. 8. Fyri viðgerð og avgreiðslu av loyvum eftir stk. 1 verður gjald kravt. Loyvi verður skrivað, tá goldið er.”

2) Í § 2 verður “1. mai 2007” broytt til: “dagin eftir, at hon er kunngjørd.”

3) Í § 2 verður sum nýtt stk. sett:

Stk. 2. Samstundis verður danski teksturin settur úr gildi.”

 

Serligar viðmerkingar til nr. 1:

Sambært stk. 8 verður gjald kravt fyri tær útreiðslur, ið umsitingin hevur av viðgerð av málum um góðkenning og loyvisveitan eftir stk. 1. Sama er galdandi, tá loyvi verða broytt ella víðkað. Av tí at upphæddin ikki er ásett í lógini, má gjaldið ikki vera hægri enn veruligu útreiðslurnar, ið standast av at viðgera og avgreiða umsóknirnar.

 

Soleiðis broytt tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Finnur Helmsdal) heldur ikki vera talan um, at útlendskir framleiðarar ella sølumenn verða settir øðrvísi enn teir føroysku, um bannið móti innflutningi og sølu av blikkum við øli og leskidrykkum ikki verður tikið av. Sum er, er bannað føroyskum fyritøkum at framleiða, innflyta og selja blikkini. Tí heldur minnilutin, at hetta forboð eisini skal galda fyri øll onnur. Eisini í framtíðini. Minnilutin heldur, at vit eiga at gera alt, vit kunnu, til tess at verja umhvørvi okkara. Hetta gera vit millum annað við ikki at loyva framleiðslu, innflutningi og sølu av blikkum, ið innihalda ymsar drykkir.

 

Minnilutin heldur, at tað er burturvið at tvinna Hoyvíkssáttmálan upp í eitt mál um blikk við øli og leskidrykkum. Hetta tí talan er í mestan mun um eitt umhvørvismál og nógv minni um eitt samhandilsmál.

 

Minnilutin heldur, at tað einasta rætta at gera í hesum máli er, at landsstýrismaðurin tekur málið aftur við eini viðmerking um, at hetta verður gjørt við atliti at umhvørvinum.

 

Annars skilir minnilutin ikki, hví Løgmansskrivstovan er so altráð eftir at nøkta tørvir og áhugamál hjá íslendingum, meðan ditto hjá føroyingum tykist hava væl lægri raðfesting, hetta tá tað snýr seg um at tulka Hoyvíkssáttmálan.

 

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum til ikki at samtykkja uppskotið.

 

Ein annar minniluti í nevndini (Bill Justinussen) vísir á, at samsvar er ikki við tað, sum varð sagt undir viðgerðini av málinum um at seta Hoyvíkssáttmálan í gildi. Tá varð sagt, at neyðugt varð ikki at gera innihaldsligar broytingar í føroyskari lóggávu orsakað av Hoyvíkssáttmálanum, men hóast hetta, so verður fyri hesum broytingaruppskoti grundgivið við Hoyvíkssáttmálanum.

 

Ført verður fram, at talan skal vera um eina tekniska handilsforðing. Hesum er minnilutin ikki samdur í. Lógin um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir er partur av føroyskari umhvørvislóggávu, og føroyskir myndugleikar áttu at vart hetta sjónarmið heldur enn at boygt seg fyri tulkingini hjá íslendskum myndugleikum um, at talan er um eina tekniska handilsforðing í mun til Hoyvíkssáttmálan, og sum ger tað neyðugt at broyta lógina.

 

Við hesum viðmerkingum tekur hesin minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum til ikki at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 7. mai 2007. Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini, Marjus Dam, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, John Johannessen og Kaj Leo Johannesen til §§ 1 og 2 samtykt 20-0-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð. 

Á tingfundi 8. mai 2007 boðaði formaðurin frá, at tingmenninir Marjus Dam, Johan Dahl, Gerhard Lognberg, Kaj Leo Johannesen, John JohannessenJørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Kjartan Joensen, Jógvan við Keldu, Poul Michelsen, Bill Justinussen, Lisbeth L. Petersen, Karsten Hansen, Olav Enomoto, Andrias Petersen, Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen og Óli Breckmann heita á Løgtingið um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, millum 2.  og 3. viðgerð av hesum løgtingsmálunum:
nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv,
nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir. og
nr. 107/2006: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð

soleiðis at øll málini verða endaliga avgreidd frá tinginum týsdagin 8. mai 2007. Samtykt 19-0-8.

3. viðgerð 8. mai 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-9. Málið avgreitt.

Ll.nr. 47 frá 15.05.2007