104 Uppskot til  samtyktar um undirstøðukervi í Svínoy

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Tórbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrismannin í vinnumálum um at leggja fram løgtingslógaruppskot um heildarætlan fyri undirstøðukervi í Svínoy. 

 

Viðmerkingar:

Støðan í útoyggjum Føroya er bara versnað. Er versnandi. Mangastaðni er støðan so úr lagi, at álvarslig átøk mega gerast, skal hugsingur vera um menning aftur. Landsstýrið frá 98-02 setti í verk greiningararbeiði, bæði viðvíkjandi økjunum uttan fyri meginøkið og fyri útoyggjarnar. Bóklingurin – útoyggjaálitið - var ein partur av hesum virksemi.

 

Flestu staðni er fólkatalið komið at teimum mørkum, at lítil vón nú tykist vera fyri, at gongdin kann vendast. Skal hon tað, má politiska skipanin taka lógvatak saman fyri at venda støðugt hóttandi gongdini. Ymiskt er, hvussu oyggjarnar liggja fyri í mun til meginlandið, harvið er tað ymiskt, hvat ið er til ráða at taka í hvørjum einstøkum føri.

 

Í Norðoyggjum er útoyggjaproblematikkurin loystur í stóran mun. Í fyrsta lagi er Borðoyggin knýtt upp í meginøkið ella øvut, og Kunoyggin og Viðoyggin eru aftur knýttar at natúrliga miðdeplinum í økinum Klaksvík - við byrgingum og tunlum. Kalsoyggin er bjargað, eftir at tær almennu Føroyar hava gjørt neyðugu íløgurnar í bergholini, og serliga eftir at ferjulegan á Syðradali varð veruleiki, og fólk og farmur kundu flytast soleiðis, sum nútíðarsamfelagið krevur tað.

 

Sæð í hesum ljósinum eru Svínoy og Fugloy dragnaðar í mun til menningar-møguleikarnar í hinum oyggjunum, sum eru íkomnir, eftir at undirstøðukervið er vorðið so frægt, sum tað nú einaferð er. Og verður uppaftur betri, tá ið tunlarnir Norð um Fjall og Viðoyartunnilin einaferð verða skotnir ígjøgnum samsvarandi almennu raðfestingunum, sum nú liggja í kortunum.

 

Landafrøðiliga kemur Fugloyggin altíð at hava tann trupulleikin, hon nú einaferð hevur frá náttúrunnar hond. Harfyri átti og burdi hon kunnað verðið ment í ferðavinnu og øðrum samanhangi, har ferðslan fyri tað mesta má vera loftvegis við tyrlu.

 

Svínoyggin liggur øðrvísi fyri og kann á mangan hátt samanberast við Kalsoynna fyri vestan. Upplandið er stórt. Tað er áður prógvað, at vinnumøguleikar eru bæði í landbúnaði og aling. Trupulleikin er sambandið til og frá oynni. Øll hesi árini, fólkatalið er minkað, hava svínoyingar víst á, at tað finnast møguleikar fyri at venda gongdini, um almenni myndugleikin ger neyðugu íløgurnar í undirstøðukervið, sum við optimalu loysnini kundi broytt fyritreytirnar somikið, at hon í møguleikum var ájøvn Kalsoynni. Sum skilst eru forkanningarnar til hesa loysnina um at vera lidnar.

 

Flestu eru samd um, at einasta leiðin at ganga er, at vegur og berghol verða gjørd úr bygdini og út í Havnir, har ferjulega samstundis verður gjørd, og fer hetta at hava við sær, at farleiðin millum Hvannasund og Svínoynna verður á leið 12 minuttir, og at lendingarviðurskiftini verða trygg í oynni. Harvið er tað bara ein raðfestur frekvensur, sum ávirkar menningarmøguleikarnar.

 

Hetta uppskotið hevur til endamáls, táið tað er samtykt, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, ella møguliga landsstýrismaðurin, sum til eina og hvørja tíð varar av útoyggjunum, ger eina heildarætlan fyri verkætlanina um undirstøðukervið viðvíkjandi Svínoy. Hugskotið, sum nú verður umrøtt, og sum øll halda vera skilabestu loysnina, er eftirhondini tríati ára gamalt, og eigur nú at vera sett á lunnar. Landsstýrismaðurin leggur ætlanina og fíggjarheimildina í eina verklagslóg, ið hann síðani leggur fyri tingið, so skjótt sum tað er verkligt møguligt.

1. viðgerð 22. mars 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 30. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt uppskotið fram 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 22. mars er tað beint vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 12., 19. og 26. apríl 2007. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum og embætisfólk, umboð fyri Landsverk og umboð fyri Svínoyar kommunu. Harumframt hevur nevndin havt fund við vinnulívsfólk við tilknýti til Svínoy.

 

Tað er greitt, at munur er á áskoðanum hjá Landsverk og umboðum úr Svínoy um, hvat skal gerast til tess at betra munandi um samferðsluna til Svínoynna.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) er av tí áskoðan, at hugsanirnar hjá svínoyingum verða tiknar við, tá ein endalig avgerð verður tikin um eina samferðsluloysn fyri Svínoynna.

 

Tjóðveldisflokkurin, sum eigur uppskotið, hevur annað uppskot um tunnilsgerð millum Funning og Gjógv, sum verður mett at kosta áleið 100 mió. kr. Uppskotsstillarin ger í viðmerkingunum til tað uppskotið vart við, at tað eigur at fáa fyrstu raðfesting. Skal ætlanin vera tann, svínoyingar meta vera ta bestu, so er sjálvandi neyðugt at gera bæði tunnil og atløgupláss, sum verður mett at kosta góðar 100 mió. kr.

Landsverk hevur gjørt royndir fram við allari vestursíðuni á Svínoynni og við verandi lending, og fer stovnurin ein av fyrstu døgunum at boða umboðum fyri bygdarráðið í Svínoy til fundar um úrslitið av royndunum.

 

Við støði í, at kanningar eru ígongd, tekur meirilutin ikki undir við málinum.

 

Minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) vísir á, at málið snýr seg um, at Løgtingið hevur møguleika fyri at heita formliga á landsstýrismannin í vinnumálum um at leggja fram løgtingslógar­uppskot um heildarætlan fyri undirstøðukervi í Svínoy.

 

Landsverk, og harvið landsstýrismaðurin, og svínoyingar eru ójavnir á máli um, hvussu farast skal fram, tá ið frægasta loysnin skal fáast á lendingarviðurskiftunum og samferðsluni millum Svínoynna og sambundna meginlandið.

 

Landsverk fæst við eina ætlan um havn norðuri á Eiðnum, meðan svínoyingarnir, sum møttu í vinnunevndini, halda fast um, at ætlanin við tunli og atløgubryggju við Havnina er einasta og besta loysnin.

 

Hanus Olsen, verkfrøðingur, hevur gjørt eina ætlan fyri kommununa um hetta mál.

 

Neyðugt er at fara undir at gera eina heildarætlan fyri oynna beinanvegin. Skula útoyggjarnar hava ein møguleika fyri framhaldandi at vera búpláss hjá fólki, mega íløgur gerast í eitt nýmótans og dagført samband, og helst verður tað neyðugt at taka útoyggjarnar úr vanligu raðfestingini, tá ið íløgur skula gerast. Ein máti er at leggja tær í eina íløguskipan fyri seg sjálvar. Eitt modell sum líkist gomlu skipanini við vega- & havnanevndini.

 

Er støðan hjá meirilutanum í vinnunevndini umboðandi fyri ein meiriluta í tinginum, er ikki væl vorðið, og tá hendir einki soleingi, hetta landsstýrið situr. Ivaleyst fara menn at leggja fram stórar ætlanir, m.a. um undirstjóvartunlar o.s.fr. undir framhaldandi viðgerðini av hesum uppskotinum, men tað tykiskt sum ein miðvís roynd at skjóta so langt yvir málið, at ein ongantíð rakar nakra loysn.

 

Nú er ein vika fráliðin, síðani Útoyggjafelagið hevði ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Eitt panel av politikarum kjakaðist um støðuna, hvussu útoyggjarnar kunnu fáast at mennast aftur, og hevði vælvildin hendan dagin rokkið oman í Løgtingið, hevði fólkið í m.a. Svínoy sæð eina vón um batar fyri framman. Soleiðis sum støðan er vorðin, ið er nógv versnað bara hesi seinastu árini, má okkurt gerast í bráðskundi, skal ikki alt fólkið í útjaðaranum súgvast inn ímóti miðjuni á landinum.

 

Minnilutin mælir tí Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum, og verður tað samtykt, mæla vit til, at myndugleikarnir brúka ráðini hjá svínoyingunum í framhaldandi viðgerðini av endaligu verkætlanini.

2. viðgerð 2. mai 2007. Uppskot til samtyktar fall 7-0-13. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.