Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
26. fundur
Ár 2006, hósdagin 16. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Heidi Petersen og Høgni Hoydal og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning
nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal,
løgtingsmanni, viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá
landsstýrinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast
2.
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning
nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal,
løgtingsmanni, viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri
skattalættanum hjá landsstýrinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast
3.
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning
nr. 100-12/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Olav Enomoto,
løgtingsmanni, viðvíkjandi “free-pass” skipan
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast
4.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og
kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
Málið beint í rættarnevndina
5.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og
ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum
Málið beint í rættarnevndina
6.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
Málið beint í rættarnevndina
Løgtingsmálini nr. 29 og 30
vórðu viðgjørd undir einum
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 17. november 2006, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2006
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2006: Uppskot til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)
5. Framløga
Fundur lokin kl. 18.15
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari