Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

17. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 21. oktober, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Marjus Dam, Heðin Zachariasen og Kjartan Joensen,  landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Jógvan við Keldu og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar
 

2.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 7/2005: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 2. november 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:

 

1.      Ófráboðaðir fyrispurningar

2.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-11/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðum um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini

3.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-12/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi flutningsskyldu á farmaflutningi

4.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-14/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi Kringvarpi Føroya

5.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 12.12 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari