100-14 Fyrispurningur til Jógvan į Lakjuni, landsstżrismann, višvķkjandi Kringvarpi Fųroya

Oršaskifti

Įr 2005, tżsdagin 20. september, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Johan Dahl, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur  

1.      Metir landsstżrismašurin, at Kringvarp Fųroya į fullgóšan hįtt rųkir sķnar skyldur mótvegis Fųroya fólki sum tķšinda- og mentanarstovnur, sum m.a. skal kunna borgararnar um višurskifti ķ ųllum ųkjum ķ landinum?

 

2.      Hvųrjar ķlųgur eru neyšugar at gera, fyri at starvsfólk ķ Kringvarpi Fųroya į fullgóšan hįtt kunnu rųkja sķnar skyldur į stovninum uttan fyri meginųkiš?

 

3.      Kenna landsstżrismašurin og Mentamįlarįšiš taš sum sķna įbyrgd at virka fyri, at fólk, sum verša sett ķ starv ķ Kringvarpi Fųroya, fįa mųguleika fyri at starvast fulla tķš ķ ųkjunum uttan fyri meginųkiš?

 

4.      Hvųrjar foršingar metir landsstżrismašurin vera fyri at menna Kringvarp Fųroya uttan fyri meginųkiš?

 

5.      Hvųrji stig ętlar landsstżrismašurin at taka, so at starvsfólk ķ Kringvarpi Fųroya fįa mųguleika fyri at starvast ķ hįlva ella fulla tķš uttan fyri meginųkiš? 

 

6.      Hevur landsstżrismašurin nakra meting um, hvussu nógv starvsfólk ķ Kringvarpi Fųroya kundu havt fulltķšar starvsplįss ķ Sandoynni, Noršoyggjum, Eysturoynni, Vįgum og Sušuroynni?

 

Višmerkingar

Tį iš eg havi valt at seta henda fyrispurning ķ samband viš Kringvarp Fųroya, so er taš tķ, at eg meti virksemiš į hesum stovni vera soleišis hįttaš, at taš skuldi veriš lętt at framt broytingar ķ virkseminum soleišis, at ųkini uttan fyri mišstašarųkiš fingu meira gagn av hesum stovni.

 

Flestu tingmenn munnu minnast aftur į kjakiš, sum var ķ sjeytiįrunum um bygdamenning. Politiskt var nógv gott sett ķ verk til frama fyri eini menning av ųllum pųrtum av okkara landi, men sjįlvandi vóru eisini mistųk gjųrd, orsakaš av vantandi landsplanlegging. Men var ongin bygdamenningapolitikkur fųrdur tį, vóru ivaleyst fleiri av okkara mišalstóru bygdum avtoftašar ķ dag, ja kanska fleiri av oyggjunum viš.

 

Sjįlvt um Lųgtingiš og landsmyndugleikin annars ikki rįša fyri, hvųr menningin ķ allar mįtar veršur ķ teimum mongu samfelagsligu višurskiftunum, so hevur tann politiski setningurin og tęr politisku avgeršir, iš Lųgtingiš tekur, alstóran tżdning fyri gongdina ķ ųllum ųkjum ķ landinum. Hetta er tķ, at landskassin uttan iva er sterkasta kapitalorkan ķ landinum, og Lųgtingiš sleppur tķ ikki uttan um tann veruleika, at ķ teimum ųkjum ķ landinum, har Lųgtingiš įhaldandi velur at senda pening til raksturin av okkara vęlferš, har veršur viš vissu ein bśskaparlig og sosial menning.

 

Kringvarp Fųroya er ein sera tżšandi stovnur viš stórari įbyrgd mótvegis ųllum ųkjum ķ landinum. Men hesin stovnur er allur, sum hann er, savnašur ķ Tórshavn, og hetta gevur honum eina slagsķšu ķ sambandi viš tann tżdning og ta įbyrgd, hann eigur at hava mótvegis ųllum Fųroya fólki. Hetta merkist m.a. ķ sambandi viš heimlig tķšindi og mentanarsendingar, sum ofta eru óviškomandi fyri fólki uttan fyri mišstašarųkiš, av tķ at hesar sendingar ķ ov stóran mun eru merktar av lokalum mįlum ķ mišstašarųkinum.

 

Hetta skal sjįlvandi ikki skiljast sum ein įbreišsla ķmóti starvsfólkunum ķ Kringvarpi Fųroya. Starvsfólkini rųkja į mangan hįtt sķtt starv vęl, og viš stųši ķ fakligari vitan og drśgvum royndum gera tey eitt gott arbeiši fyri Kringvarp Fųroya. Men so leingi, stovnurin einvķst er skipašur ķ Tórshavn, fįa hesi višurskifti valla veriš ųšrvķsi, tķ kunnleikin hjį starvsfólkunum um lķviš śti ķ ųkjunum, og hvat iš fyriferst har, er sjįlvandi skerdur, so leingi tey verša kravd at liva sķn gerandisdag ķ mišstašarųkinum.

 

Vit kunnu tķ siga, at ein fyritreyt fyri, at Kringvarp Fųroya kann varpa śt dygdargóšar sendingar til alt Fųroya fólk, er, at starvsfólkini ķ sķnum gerandisdegi fįa mųguleika at virka um alt landiš. Viš ųšrum oršum, at tey fįa mųguleika at sųkja sęr hįlv- og heiltķšarstųrv uttan fyri mišstašarųkiš.

 

Nógv av tķ, sum Krinvarp Fųroya varpar śt, krevur ikki, at starvsfólkini eru knżtt at mišstašarųkinum. Nśtķšartųknin innan samskifti hevur longu skapt mųguleikar fyri, at fleiri av sendingunum hjį Kringvarpi Fųroya lęttliga kunnu vera gjųrdar uttan fyri mišstašarųkiš, og tķ hava vit skyldu til at nżta hesa tųkni soleišis, at hon eisini gerst ogn hjį teimum stųrru ųkjunum ķ landinum. 

                     

Landsins myndugleikar eiga tķ at kanna nęrri eftir, hvųrjar mųguligu foršingarnar eru, og hvat iš ķtųkiliga krevst tųkniliga, so at vit kunnu laga landsstovnarnar soleišis, at teir ķ fullan mun verša ųllum landinum at gagni.

 

Fįa vit skipaš višurskiftini į henda hįtt ķ sambandi viš eitt nś Kringvarp Fųroya, so ivist eg onga lųtu ķ, at taš fer at gagna ųllum Fųroya fólki, viš taš at sendingarnar verša betri og meira viškomandi fyri fólki ķ ųllum ųkjum ķ landinum, umframt at ųkini eisini verša ment tųkniliga og sosialt. Sendingarnar fara ivaleyst at verša meira viškomandi hjį fólki, og fólk fara tķ at kenna seg meira vird og at hava tżdning ķ fųroyska samfelagnum.

 

Ein gagnlig fylgja av hesum bygnašarbroytingum veršur, at vitanin innan ymisk višurskifti veršur spjadd, og į tann hįtt veršur hon ųllum ųkjum ķ landinum at gagni. Ķ hesum ķtųkiliga fųrinum er talan um vitan innan samskifti og samskiftistųkni. Bśsetingarmynstriš broytist, um hetta veršur ein meginregla fyri allar almennar stovnar

 

Hyggja vit ķ dag eftir, hvagar landskassin hesi seinastu mongu įrini hevur sent meginpartin av sķnum peningi til raksturin av samfelagnum, so sķggja vit, at taš er hetta eina og sama ųkiš ķ landinum, sum hesi seinastu įrini hevur stašiš ķ stųšugum og enntį sera stórum vųkstri.

 

Eg fegnist sjįlvandi um tęr stóru og neyšugu ķlųgur til ymisk ųki ķ landinum, sum Lųgtingiš hevur samtykt ķ sambandi viš samferšslukerviš, hesi sokallašu hųršu viršini. Men taš, eg ynski at vķsa į, er, at taš, sum ķ dagsins samfelag vķsir seg at vera serliga tżdningarmikiš, tį iš vit tosa um bśskaparliga, mentanarliga og sosiala menning, eru ķlųgurnar ķ tey sonevndu bleytu viršini. Her kunnu nevnast ķlųgur ķ kunningartųkni, undirvķsing og frįlęru, gransking og rųkt og almenna umsiting yvirhųvur.

 

Hóast fleiri nżggjar vinnufyritųkur hava tikiš seg fram seinastu įrini og hava ment fųroyska vinnulķviš og gjųrt taš meira fjųlbroytt, so er fųroyska samfelagiš sum heild framvegis eyšmerkt av einshįttašum vinnugreinum innan fiskivinnuna, sum ger alt samfelagiš sera višbrekiš.  Bśskaparlig sveiggj ķ fiskivinnuni merkjast beinanvegin ķ ųllum ųkjum ķ landinum.

 

Men taš er samstundis ein óreingilig sannroynd, at taš er sera, sera ymiskt, hvussu tey ymisku ųkini ķ landinum merkja hesi sveiggj, sum eru ķ okkara hųvušsvinnu. Taš er śtjašarin, t.v.s. ųkini uttan fyri mišstašarųkiš, sum fremst av ųllum kennir svišan av sveiggjunum ķ fiskivinnuni.

 

Mišstašarųkiš er fyri mesta partin vart mótvegis hesum bśskaparligu sveiggjum, sum eyškenna okkara fiskivinnuframleišslu. Orsųkin til hesa stųšu er einfųld; hon er nevniliga politikkurin, sum letur landskassan ķ serliga stóran mun senda pening ķ mišstašarųkiš til menning av kunningartųkni, gransking, undirvķsing, rųkt og almenna umsiting. Hesin politikkurin er ikki ręttvķsur og demokratiskur, tķ hann gevur ikki fólkinum, sum bśleikast ķ ųkjunum uttan fyri mišstašarųkiš, javnbjóšis mųguleikar at fįa lut ķ bśskaparligu menningini og vęlferšini ķ landinum.

 

Hesin politikkur kann tķ sigast at vera tvķfalt óręttvķsur, av tķ at hann letur fólkini ķ śtjašaranum gjalda eins nógv fyri eina vęlferš og eina menning, sum fyri mesta partin einans er til fyrimunar fyri fólkini ķ einum avmarkašum ųki ķ landinum.

 

Taš er skylda hjį landspolitikarum at planleggja eina menning av okkara landi, og taš er greitt, at ķ hesi planlegging ber ikki til at sķggja burtur frį landsstovnunum.

 

Hesin skrivligi fyrispurningur er settur, tķ at eg meti hann vera ķ samsvari viš tann politikk, sum sitandi samgonga hevur sum mįl, og sum annars allir flokkar į Lųgtingi hava sagt seg vilja fremja, tį iš talan er um ųkismenning.

 

Fyrispurningurin er ķ samsvari viš viljan hjį ųllum politisku flokkunum į tingi, sum hava sum stavnhald at menna allar partar av landinum m.a. viš tķ endamįli at fįa gagnnżtt alt tilfeingiš, sum landiš hevur at bjóša; men eisini fyri at at geva ųllum ųkjunum ķ landinum javnbjóšis gagn av landsins ķlųgu- og rakstrarśtreišslum.

Į tingfundi mikudagin 21. september 2005 varš uttan atkvųšugreišslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 2. november 2005 svaraši Jógvan į Lakjuni, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar

 

Eg fari at loyva męr at svara fyrispurninginum undir einum, men skal kortini stutt umrųša tey einstųku punktini. Skal beinanvegin gera vart viš, at hóast eg skilji vęl, at spyrjarin  er įhugašur ķ at skapa almenn arbeišsplįss kring landiš, so ivist eg ķ, um jśst Kringvarp Fųroya er tann rętti stovnurin at decentraliseraš viš hesum endamįli fyri eyga.

 

Sum heild er at siga, at Kringvarpiš hevur įvķsar karmar at virka undir, og innan teir karmarnar roynir stovnurin at bjóša eitt so gott programmtilboš, sum gjųrligt. Um śtvarp og sjónvarp įttu at veriš meira śti kring landiš, kunnu vit altķš kjakast um – taš er ein spurningur um, hvussu tś brśkar ta orku, sum stovnurin hevur. Og sjįlvandi eigur Kringvarp Fųroya at umboša alt landiš.

 

Eg skilji spurningin soleišis, at taš er serliga śtvarp, sum sipaš veršur til. Her mugu vit įsanna, at śtvarpiš – serliga tey sķšstu įrini hevur lagt stųrri dent į at koma śt kring landiš. Śtvarpiš hevur ķ nųkur įr havt samstarv viš eitt privat studio ķ Klaksvķk og eitt ķ Vįgi, sum framleiša lokalar sendingar. Tey seinastu tvey sumrini hevur śtvarpiš somuleišis havt sum mįl ķ sķnum sendingum at vitja so at siga allar bżir og bygdir ķ Fųroyum. Śtvarpiš hevur ķ įr eisini śtvegaš sęr ein nżggjan sendibil, sum millum annaš veršur brśktur sum eitt koyrandi studio.

 

Kringvarpiš hevur higartil ikki mett, at taš er skilagott at skipa deildir kring landiš. Hetta hevši havt viš sęr, at raksturin av stovninum hevši veriš dżrari, og at taš harviš hevši veriš minni figgjarlig orka til programmvirksemiš. Harumframt eru tęr einstųku redaktiónirnar so smįar, at taš ber ikki til at spjaša medarbeišararnar kring landiš.

 

Tį iš undirsjóvartunnilin til Klaksvķkar veršur latin upp nęsta vįr, ber til at rųkka umleiš 85 prosentum av landinum upp į minni enn ein tķma śr Havnini, og tķ eigur at bera vęl til hjį kringvarpinum at rųkja alt landiš viš kringvarpshśsinum sum hųvušsstųš.

 

Enn er ikki landfast til Sandoynna og Sušuroynna, men feršasambandiš til Sandoynna er gott, og viš nżggja Smyrli veršur feršasambandiš til Sušuroynna eisini betri. Endamįliš viš teimum stóru ķlųgunum ķ samferšslukerviš mį vera, at teir bųttu samferšslumųguleikarnir verša brśktir til at reka samfelagiš meira rationelt.

 

Ķ fjųr samtykti Lųgtingiš at leggja śtvarpiš og sjónvarpiš saman ķ ein stovn viš tķ endamįli at rationalisera raksturin hjį stovnunum og at styrkja programmvirksemiš. Til at rųkka hesum endamįli er ętlanin at savna mest mųguligt virksemi į einum staši.

 

Taš er taš sama, sum veršur gjųrt ašrastašni. Ķ Danmark er avgerš tikin um at byggja eitt nżtt stórt fjųlmišlahśs, so alt virksemi hjį Danmarks Radio veršur savnaš į einum staši ķ Keypmannahavn, og ķ Ķslandi er somuleišis virksemiš hjį śtvarpi og sjónvarpi savnaš ķ einum fjųlmišlahśsi ķ Reykjavķk.

 

Ķ sambandi viš fyrsta spurning skal verša vķst til galdandi kringvarpslóg. Sambęrt greinunum 5 og 17 ķ lógini hava śtvarp og sjónvarp skyldu til at śtvarpa sendingar, iš fevna um tķšindi, upplżsing, mentan og undirhald. Śtvarp Fųroya skal ķ programmvirkseminum leggja dent į upplżsingar- og talufręlsiš, sakliga og óhefta upplżsing og eitt fjųltįttaš tilboš, sum varšveitir og fjįlgar um mįl, mentan, įtrśnaš og sišalęru fųroyinga. Sum eg lesi lógina, hevur Kringvarpiš skyldu at fevna um alt landiš.  Taš vil altķš vera ein meting, ķ hvųnn mun kringvarpiš livir upp til sķnar skyldur. Hetta kemur undir programmįbyrgd stjórans, og haldi eg taš tķ ikki vera rętt av męr alment gera metingar um hetta.

Ķ ųšrum lagi veršur spurt um neyšugar ķlųgur. Til hetta er at siga, at vit jśst hava lagt śtvarp og sjónvarp saman fyri at rationalisera raksturin. Taš er tķ ivasamt, hvussu skilagott taš er nś at fara undir at gera ķlųgur ķ kringvarpsstovur og -śtgerš kring landiš. Tķ hevur hesin spuringur ikki veriš upp į tal.

Til tann trišja spurningin skal vera višmerkt, at Kringvarpiš gjųgnum śtvarp og sjónvarp hevur eina almenna ”public service” skyldu at hava eitt fjųltįttaš tilboš til allar landsins borgarar uttan mun til, hvar ķ landinum teir bśgva. Taš er sambęrt galdandi kringvarpslóg įbyrgd stjórans at sķggja til, at virksemi kringvarpsins lżkur hesi krųv. Hetta er sostatt ein spurningur um skipan og bygnaš, og hvussu hetta veršur loyst, er fyrst og fremst ein leišsluspurningur.

Ķ fjórša lagi veršur spurt um foršingar fyri at menna Kringvarp Fųroya uttan fyri meginųkiš. Hetta er ikki so lętt at svara, tķ spurningurin er, hvat hugsaš veršur um ķ hesum sambandi. Ongar ętlanir eru ķ lųtuni um at gera ķlųgur ašrastašni enn ķ Havnini, men viš tķ menning, iš er innan undurstųšukerviš, skuldu annars ongar praktiskar ella tųkniligar foršingar veriš fyri, at kringvarpiš dekkar alt landiš. Taš ber vęl til hjį kringvarpinum viš tķ śtgerš, iš er til taks, at menna dekningin av ųllum landinum.

Til fimta spurning er bert at siga, at sjįlvandi kunnu starvsfólk ķ kringvarpinum starvast fulla ella hįlva tķš uttan fyri meginųkiš, men avgeršin um hetta er eftir galdandi kringvarpslóg ein leišsluspurningur.

At enda veršur ķ sętta spurningi spurt, hvųrt landsstżrismašurin hevur nakra meting um, hvussu nógv starvsfólk ķ Kringvarpi Fųroya kundu havt fulltķšar starvsplįss ķ Sandoynni, Noršoyggjum, Eysturoynni, Vįgum og Sušuroynni. Av góšum grundum havi eg onga slķka meting, tķ sum taš gongur fram av tķ, sum longu er nevnt, er eingin ętlan um fysiskt at flyta partar av kringarvarpinum śt um landiš. Kringvarp Fųroya eigur sjįlvsagt, sum frammanfyri nevnt, at umboša alt landiš, og taš kann taš saktans gera, hóast hśs og tųknilig śtgerš ikki eru į fleiri stųšum kring landiš. Hetta – saman viš at keypa sendingar frį lokalum śtvarpsfyritųkum – kann vera lķka mennandi fyri Kringvarp Fųroya sum at sundurliša taš.

 Mįliš avgreitt.