Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

36. fundur

 

Ár 2004, fríggjadagin 17. desember kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 13/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt.

 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-8.
Málið avgreitt.

 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin)
Broytingaruppskot frá Jenis av Rana, Bill Justinussen, Karsten Hansen og Páll á Reynatúgvu til § 1 fall 10-0-22. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-11.
Málið avgreitt.
 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.

 

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 24/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om radiografer”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.

 

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om bioanalytikere”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.
 

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2004: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2005
Broytingaruppskot frá Annitu á Fríðriksmørk, Finni  Helmsdal, Jenis av Rana og Bill Justinussen til § 8, 8.20.2.08  fall 6-0-26. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.
 

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2004
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
Málið avgreitt.

 

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2004: Uppskot til samtyktar um støðutakan til sølu av Smyrli
Uppskot til samtyktar fall 6-2-22.
Málið avgreitt.
 

Fundur niðurlagdur 12.10.

Fundur uppafturtikin 13.30.

 

10.  Jógvan á Lakjunilandsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-15/2004 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi kringvarpsøkinum.
Málið avgreitt.
 

11.  Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-14/2004 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sonevndari heimildarlóg í uttanríkismálum
Málið avgreitt.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 19. januar 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      Munnligir fyrispurningar

2.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skiftisupphædd hjá fyritíðarpensjónistum, javning og øðrum

3.      Framløga.
 

At enda ynskti formaðurin øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár og takkaði øllum fyri gott samstarv í skjótt farna ári. 

 

 

Fundur lokin kl. 16.46. 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein

skrivari